mánadagur 13. januar 2014síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 13. januar 2014 · Nr. 5
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Áki Bertholdsen
Landsstýrismaðurin í bún
aðarmálum fer nú at viðgera
spurningin um at broyta bú
staðarskylduna hjá føroysk
um bóndum.
Tað segði hann á ráð
stevnuni um landbúnað, sum
Símun Gullaksen á Gamla
Seglhúsinum, skipaði fyri í
Klaksvík leygardagin.
Sum reglurnar eru nú,
skal festarin búgva í somu
oyggj, sum festið er.
Hendan reglan stavar frá
eini gamlari tíð, tá ið sam
ferðslumøguleikarnir vóru
heilt øðrvísi og verri, enn teir
eru í dag.
– Í dag er nógv tann
størsti parturin av landinum
samantvinnað við vegi, tunl
um og brúm og tað er ein
spurningur um hendan treyt
in er tíðarhóskandi longur,
sigur Jacob Vestergaard.
– Er tað longur neyðugt
at búgva í somu oyggj,
sum festið er, fyri at kunna
røkja tað, spyr landsstýris
maðurin.
– Hóast festarin ikki býr
í somu oyggj, sum festið er,
kann hann fyri tað búgva
rættiliga tætt við festið.
Hann sigur, at spurning
urin um, hvussu langt burtur
frá einum festi, ein festari
kann búgva, er eisini í stóran
mun tengt at, hvussu stórt
festið er.
– Nógv festi eru smá, og
summi rættiliga smá og sum
mest eru frítíðarítriv og tey
krevja ikki dagliga røkt.
– Spurningurin er um
tað er rímiligt at krevja bú
staðarskyldu í hesum føri.
– Hinvegin eru onnur
festi, sum eru stór og sum
krevja dagliga røkt.
Jacob Vestergaard sigur,
at sum lógin er nú, ber til at
gera undantøk, men hann
ætlar nú at taka spurningin
upp um at nágreina hesi
viðurskifti.
Tí kann talan verða um
at linka bústaðarskylduna
í ávísum førum og at herða
hana í øðrum føri.
Onkuntíð
hevur
verið
ført fram, at í øllum førum
er neyðugt at krevja bú
staðarskyldu frá teimum,
sum hava festi á útoyggj fyri
at tryggja, at tað verður fólki
á staðnum, sum fær rætt til
at gagnnýta jørðina.
Men tað er landsstýris
maðurin ikki sannførdur
um.
Hann heldur ikki, at ein
týðugur samanhangur er
ímillum, hvussu jørðin á út
oyggj er røkt, og hvar tey,
sum umsita hana, búgva.
Tað er ikki altíð at tey,
sum búgva á útoyggj, røkta
jørðina so nógv betri enn tey,
sum búgva aðrastaðni, sigur
Jacob Vestergaard.
Áki Bertholdsen
- Tað almenna eigur meiri
enn helvtina av allari jørð í
Føroyum. Men tað almenna
brúkar ikki jørðina og tí er
rætt at selja hana.
Tað sigur Jacob Vester
gaard, landsstýrismaður í
búnaðarmálum, á ráðstevnu
um landbúnað, sum Sím
un Gullaksen á Gamla Segl
húsinum,
skipaði
fyri
í
Klaksvík leygardagin.
– Ístaðin fyri at brúka
jørðina, leigar tað almenna
hana til festarar og teir hava
so brúksrætt til jørðina.
Jacob vestergaard sigur,
at sostatt er tað rætt at seta
hol á kjakið um at einskilja
almennu jørðina.
Hann sigur, at hann ætlar
at seta sjøtul á arbeiðið nú
í vár við tí endamáli at lýsa
málið út í æsir.
Hann vónar, at tað eydn
ast og so er endamálið at
leggja málið fyri politisku
skipanina
til
viðgerar
í
heyst.
Men
um
hann
fær
politiska undirtøku fyri ætl
anini, veit hann ikki.
Men Jacob Vestergaard
leggur dent á, at tað fer at
taka sína tíð, at einskilja tað
almennu jøðina, tí tað verður
einki gjørt í óðum verkum.
Samstundis mugu atlit
takast at teimum, sum sita
við festunum nú.
Støða skal eisini takast
til, hvør skal sleppa at keypa
og, hvørjar skulu treytirnar
verða?
Og
skulu
útlendingar
sleppa
at
keypa
jørð
í
Føroyum, ella skal tað vera
bústaðarskylda í Føroyum?
- Sum støðan er nú, er einki,
sum forðar útlendingum at
keypa jørð í Føroyum, leggur
hann afturat.
Jacob Vestergaard sigur,
at
ein
framferðarháttur
kann vera, at hvørja ferð, eitt
festi verður tøkt, skal støða
takast til, hvat skal gerast
við festið.
Ætla at selja helvtina
av Føroya landi
Í heyst ætlar Jacob Vestergaard at leggja málið fyri samgonguna um at einskilja alla almenna jørð
Næstan 150 fólk vóru á ráðstevnu í Klaksvík leygardagin um landbúnað
Ótíðarhóskandi at krevja bústaðarskyldu
Landsstýrismaðurin í búnaðarmálum heldur ikki at krøvini
um bústaðarskyldu eru tíðarhóskandi
Jacob Vestergaard ivast í
um tað er rímiligt at krevja,
at ein festari skal búgva í
somu oyggj, sum festið er í
Meira á síðu 12