Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-06-02, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. juni 2004síða 14

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 102 -2. juni 2004 27 27 26 Nr. 102 -2. juni 2004 Drúgvur flogbólts- fundur Flogbóltssambandið kom ikki á mál, tá teir høvdu aðalfund leyg- ardagin. Fundurin byrjaði kl. 10 fyrra- partin, men klokkan 15 var framvegis ikki komið heilt á mál, og tískil varð avgerð tikin um at niðurleggja fundin. Nýggjur fund- ur verður annan leyg- ardagin, og tá verður bara eitt mál á skránni. Talan er um for- mansvalið, og sum so man hetta ikki koma sum nakar skelkur. Longu fyri tveimum árum síðani boðaði Niclas Joensen frá, at hann ikki ætlaði sær at halda fram í formans- sessinum, men eftir drúgva umhugsunartíð játtaði hann tó at taka tvey ár afturat. Hesaferð hevr hann tó gjørt greitt, at hann tekur ikki við aftur- vali, og tí skal nýggjur formaður finnast á framhaldandi aðal- fundinum. Kostnaðarmikið menn gott Tað var annars ein væl nøgdur formaður, sum legði sína frágreiðing fram leygardagin. Hóast roknskapurin fyri fyrstu ferð í fleiri ár sýndi eitt hall, og var hetta 333 tkr. Egin- ognin hjá FBF er tó framvegis positiv við 259 tkr. Hinvegin er einki at taka seg aftur í, at árið í fjør hevur verið eitt hitt rúgvusmiklasta nakrantíð, tá tosað verður um aktivitetir hjá Flogbóltssamband- inum. Og formaðurin fegn- aðist um úrslitini, sum hetta hevði givið. Ikki minst gull- og silvur- merkini á Oyggjaleik- unum, eins og menn- inir leiktu seg víðari úr sínum undankapping- arbólki, tá teir í heyst vóru í Skotlandi. Annars legði for- maðurin stóran dent á, at ein langtíðarælan eigur at verða gjørd fyri landsliðsarbeiðið. Bæði við menning av yngru leikarum og fíggjarstøðuni sum heild fyri eyga. -jm Landsmyndugleikar- nir ynskja at gagn- nýta dynamikkin í ítróttini, men minn- ast skal til, at tað er eingin sjálvfylgja, at ítróttarvenjingar og - kappingar verða fyri- skipaðar. M.a. hetta kom fram tá Ítrótta- samband Føroya hevði aðalfund fríggjakvøldið ÍSF-AÐALFUNDUR tíðindaskriv Tað er at fegnast um, at ítróttur og rørsla tykjast gerast ein alt størri partur av gerandisdegnum hjá hvørjum einstakum føroy- ingi. Bæði hjá teimum, ið sjálvi íðka ítrótt, ella eru við í tí stóra sjálvbodna ar- beiðinum, ið verður gjørt innan ítróttin kring landið. Ítróttarørslan er ein sonn fólkarørsla. At eitt so lítið samfelag sum tað føroyska skal hava so nógv ítróttar- ligt virksemi er ivaleyst eindømi, men virksemið er tó treytað av, at einstak- lingar kring landið taka uppgávurnar í einum ítróttafelagi uppá seg. Sjálvbodnu kreftirnar eiga heilt einfalt lívið í ítróttini, segði Heðin Mortensen í frágreiðing síni til aðal- fundin hjá Ítróttasambandi Føroya fríggjakvøldið. Víðari segði hann, at ÍSF hevði lagt til merkis, at landsmyndugleikarnir geva ítróttini størri ans. Hetta skilt á tann hátt, at teir í øktan mun ynskja at gagn- nýta dynamikkin í ítróttini, og ta betringina av fólka- heilsuni, ið ítróttin gevur ungum og gomlum kring landið. Ítróttarørslan fegn- ast sjálvsagt um, at alt fleiri fáa eyguni upp fyri ítróttini, men samstundis má gerast vart við, at umhvørvið í sjálvbodnu ítróttarørsluni er minst líka viðkvæmt sum umhvørvið í náttúruni. Tað er eingin sjálvfylgja, at ítróttarvenjingar og -kapp- ingar verða fyriskipaðar. Tað er eingin sjálvfylgja, at ítróttin hevur amboð og verkløg. Og tað er eingin sjálvfylgja, at feløg og landslið eru í fremstu røð í marknaðarføringini av Før- oyum uttanlands. Hetta viðkvæma sjálvbodna um- hvørvið innan ítróttin tolir ikki, at eitt nú landsmynd- ugleikar vilja eyðræna tað, fyri at fáa nógv burturúr fyri lítið. Tað er av alstórum týdn- ingi, at allir myndugleikar standa saman um at verja sjálvbodnu ítróttarørsluna. Tann týdningur, sum hon hevur fyri samfelagið sosialt og heilsuliga, kann ikki gerast upp í krónum og oyrum. Samstundis ber ikki til at keypa seg til ta orku og tann eldhug, ið verður lagt í tað sjálvbodna ar- beiðið. Onkur hevur tikið til, at sjálvboðið arbeiðið er tað, ið vit ikki høvdu gjørt, um vit fingu løn fyri tað. Og soleiðis er tað mangan. Gleðin í ítróttarligum ar- beiði kemst av at síggja fólk venja og kappast, segði ÍSF-forsetin. Ítróttaálit Seinasta summar setti tá- verandi landstýrismaður í mentamálum ein arbeiðs- bólk við tveimum umboð- um fyri ÍSF og einum um- boði fyri Mentamálaráðið, ið skuldi arbeiða við at orða eitt ítróttaálit. Arbeiðið er drúgt, eftirsum brótast skal upp úr nýggjum. ÍSF og sersambondini hava verið aktivur partur av arbeiðin- um við álitinum. Hetta er samstundis gott høvi til sjálvrannsakan hjá einstøku ítróttargreinunum. ÍSF vón- ar at nýggja landsstýrið framhaldandi fer at stuðla hesum týðandi arbeiði, sum er farið í gongd. ÍSF fegnast tó um, at Heilsumálaráðið er í ferð við at gera eina føroyska dopinglóggávu, so herferð- in móti ólógligum stimbr- andi evnum gerst uppaftur betri. Í strembanini eftir at betra um fólkaheilsuna hevur ÍSF fyrr heitt á lands- myndugleikarnar at gera eitt serligt »rørsluár", eins og roynt hevur verið í onkr- um av grannalondunum. ÍSF er til reiðar at fara til verka, men hóast nógv verður tosað um fólka- heilsu, so hava almennu myndugleikarnir ikki enn vilja tikið ábyrgd av hesum tiltaki. Í samband við útlend- ingamálið gjørdi forsetin vart við, at ÍSF var hart móti uppskotinum um at feløgini skuldu rinda út- lendsku ítróttafólkunum so stóra løn, at hesi verða starvssett av feløgunum burturav. Partvís megna feløgini ikki at gjalda slíkar upphæddir. Samstundis hevur tað altíð verið eitt eyðkenni fyri føroyska ítrótt, at fólk íðka og skipa fyri kappingum av áhuga. Hetta er júst styrkin við ítróttini. Um landsmyndugleikar- nir seta ynski fram um eina professionalisering av ítróttini, so leggja teir eftir sjálvum grundarlagnum undir teimum meiri enn 100 ítróttarfeløgunum kring landið. Um ítróttin skal professionaliserast, má tað vera eftir ynski frá ítróttini sjálvari. Hetta skal ikki gerast fyri at lætta um umsitingina hjá lands- myndugleikunum. Ítróttasamband Føroya hevur endurnýggjað um- sóknina um olympiskan limaskap. Umsóknin er í løtuni til viðgerðar hjá IOC. Bíðað verður í spenn- ingi eftir, um Føroyar verða upptiknar sum limur í felagsskapinum. Yvirhøvur skilja evropeisku londini sjálvstøðugu støðuna hjá Føroyum. Men IOC er ein stórur felagsskapur við nógvum ymsum áhugamál- um, og tí er ilt at meta um, hvørt tað fer at eydnast at fáa olympiskan limaskap á hesum sinni. Dopingroyndir Dopingeftirlitið hjá ÍSF er komið í eina fasta legu. Í 2003 vóru íalt 21 kanningar gjørdar. Higartil eru kann- ingar gjørdar av ítrótta- fólkum innan flest allar ítróttagreinar og øll úrslit- ini hava tíbetur verið nega- tiv. Føroyska dopingeftir- litið fylgir reglunum hjá altjóða antidopingfelags- skapinum WADA. Roynd- irnar, ið vórðu tiknar í 2003 vóru hesar: Borðtennis . . . . . . . . . 1 Fimleikur . . . . . . . . . . . 3 Flogbóltur . . . . . . . . . . . 5 Frælsur Ítróttur . . . . . . . 2 Hondbólt . . . . . . . . . . . 8 Kappróður . . . . . . . . . . 2 Á aðalfundinum var eisini val av nevnd á skránni. Fyri vali stóð forsetin Heðin Mortensen og varð hann einmælt afturvaldur uttan mótvalevni og fer nú sostatt í holt við 25. starvsár sítt sum ovasti leiðari hjá før- oysku ítróttarørsluni. Eisini stóð varalimurin í starvs- nevndini, John Kjær, fyri vali og varð hann eisini ein- mælt afturvaldur. Sjálvbodnu kreftirnar eiga heilt einfalt lívið í ítróttini Nógv fólk var á ÍSF-fundinum fríggjakvøldið C M Y K 26 HB-B68 7-1 (4-0): Einvegis ferðsla í Gundadali Tað var stórur munur á liðunum báðum, tá ið HB og B68 hittust í Gundadali leygardag- in. Havnarliðið hevði yvirvág allan dyst, og toftamenn vóru ógvu- liga sjáldsamir gestir í brotsteiginum hjá HB FÓTBÓLTUR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Undan dystinum leygar- dagin fekk liðskiparin hjá HB, Rùni Nolsøe, handað- ar blómur, tí at hann leikti sín dyst nummar 300 á besta liðnum hjá føroya- meistarunum. Harvið hevur Rúni dystarmet í havnar- felagnum, og tað er einki minni enn eitt bragd, tá ið havt verður í huga, at Rúni spældi fleiri ár á besta liðn- um hjá barndómsfelagnum VB, áðrenn hann skifti til HB. Skotvenjing Beint tá ið dysturin varð settur í gongd, bleiv ein langur bóltur sparkaður fram móti málteiginum hjá HB, men verjan hjá heima- liðnum fekk blokerað skot- royndini. Hetta vísti seg at vera einastu ferð, at tofta- menn vóru á vitjan framm- an fyri málinum hjá HB- málverjanum, Pól Næss Joensen, í fyrra hálvleiki, meðan starvsfelagi hansara í hinum endanum, Mortan Hansen, hevði úr at gera. Álopini skolaðu oman móti málinum hjá B68, og serliga var tað vinstra síða hjá HB við Heðini á Lakj- uni á odda, sum var ein støðug hóttan. Toftamenn hinvegin fingu einki at hanga saman hjá sær, og teir báðir miðverjarnir hjá B68 Jákup Eli Olsen og Herbert í Lon Jacobsen vóru alt ov ofta svíktir av miðvøllinum, tá ið HB fór í álop. Áskoðarafjøldin, sum ikki var serliga stór, sat bara og bíðaði eftir fyrsta málinum til heimaliðið, og tað kom, tá ið eitt gott kort- er var leikt. Ein langur bólt- ur verður sendur úr verjuni hjá HB niðan í álopið, og á brotsteigarmarkinum legg- ur Heine Fernandez bóltin við bringuni niður fyri føt- urnar á Rógva Jacobsen, sum langar bóltin í kassan til 1-0. Bert fáa minuttir seinni var býtt um upp á leiklutirnar, tí tá legði Rógvi ein bóltur inn fyri úr vinstru, sum Heine sendi í netið til 2-0. Sjey minuttir seinni gjørdist tað 3-0, tá ið besti maður á vøllinum, Kári Nielsen, sendi eitt brakandi langskot úr 30 metrum í mál. Smáar tíggju minuttir fyri hálvleik kom so hæddarpunktið hjá HB- leikarunum, tí tá skeyt Janus Joensen eitt langskot, sum snittaði ein toftamann, í mál, og hetta var fyrsta málið hjá Janusi í hansara 103 dystum á besta liðnum hjá HB. Hálvleiksstøðan var 4-0 til HB, og hetta var ikki eitt mál ov lítið, tí talan hevði allar 45 minuttirnar verið um spæl upp á eitt mál. B68 hevði als einki víst, og tað man verða langt síðani, at eitt so tamt lið av Toftum hevur verið á vitjan í Gundadali. Tamur seinni hálvleikur Eftir steðgin lækkaði leik- ferðin munandi. Tað sást týðuliga, at heimaliðið fyrst og fremst hugsaði um at sleppa undan skaðum og leikbannum til komandi landskappingardyst, sum verður ímóti arvafíggind- unum úr B36 komandi sunnudag. Av somu orsøk slapp B68 eisini at flyta seg eitt sindur longur fram á vøllin, og tá ið eitt lítið korter var leikt av seinna hálvleiki fingu teir pyntað um støðuna. Eitt mistak í verjuni hjá HB førdi við sær, at liðskiparin hjá B68, Øssur Hansen, slapp leysur, og tá ið Pól kom út ímóti honum, lobbaði Øssur bólt- in hegnisliga upp um Pól og í málið. Hetta gav tó ikki nakran spenning í dystin, og longu tveir minuttir seinni økti HB aftur. Eftir eitt horna- spark var dømt fyri brots- sparki til heimaliðið, hóast tað var eitt sindur trupult at fáa eyga á av áskoðara- plássunum, og tað sendi Vagnur Mortensen trygt í mál. Føroyameistararnir fingu tvinni mál afturat í dystinum, sum Rókur Jesp- ersen og Heine Fernandez skoraðu. Eftir dystin kann stað- festast, at B68 av álvara lík- ist einum niðurflytara, tí tað er sera trupult at fáa eyga á, hvussu teir kunnu bjarga sær tey neyðugu stigini í bestu deildini. Stóra út- skiftingin í hópinum í ár í mun til í fjør er ógvuliga sjónlig, og missurin av leik- arum sum Fróða Benjamin- sen, Hans Fróða Hansen, Jann Inga Petersen og John Hera Dam er helst ov stór- ur, serliga tá ið havt verður í huga, at tað ikki hevur eydnast at útvega eins sterkar avloysarar. Serliga er tað á miðvøllinum, at saknurin er stórur í Fróða og Jann Inga, og tað er kanska eitt sindur undrun- arvert, at veteranurin Øssur Hansen er fluttur av sínum vanliga plássi á miðvøll- inum niðan í álopið, tá ið nú manningin á miðjuni er so tunn. HB tykist hinvegin at verða komið fyri seg eftir trilvandi byrjanina upp á kappingarárið, og liðið sær út til at gerast sterkari fyri hvønn dyst, sum fer aftur um bak. Hvussu sterkir teir í veruleikanum eru, fæst óivað greiði á, tá ið teir komandi sunnudagin skulu spæla grannauppgerð ímóti B36. Nú gongur rætta vegin HB-liðskiparin, Rúni Nolsøe, leikti leygardagin dagin sín dyst nummar 300 í reyðu og svørtu strípunum og setti harvið met í havarfelagnum Rúni Nolsøe sigur, at dysturin leygardagin var eitt prógv um, at nú gong- ur rætta vegin hjá føroya- meistarunum, og hann fegnast um, at glið tykist verða komið á spælið hjá HB. Tó heldur Rúni, at liðið hjá B68, sum teir spældu ímóti leygardagin, er tað veikasta B68-liðið, ið hann nakrantíð hevur leikt ímóti, síðani hann fyrstu ferð spældi í bestu deildini. Spurdur um dysturin komandi sunnudag fer at vísa, hvussu sterkt HB- liðið í veruleikanum er, sigur Rúni Nolsøe, at tað er møguligt, men eftir hansara tykki eru øll lið- ini javnt góð í ár, og tað tykist sum um, at øll kunnu taka stig frá øllum. – Ongin dystur kann tippast frammanundan, og tað ger tað bara nógv stuttligari, sigur Rúni Nolsøe. Liðskiparin hjá HB, sum í ár leikar sítt 12. kapp- ingarár í havnarfelagnum, sigur tað verða stuttligt at eiga dystarmetið í havnar- felagnum, men annars hevur tað ikki so nógv at siga, heldur Rúni Nolsøe. Áðrenn Rúni fór at leika við HB, leikti hann fimm kappingarár á besta liðn- um hjá barndómsfelagn- um VB, so dystirnir hjá honum í fremstu deildini eru heilt nógvir. Rúni Nolsøe hevur eisini sátt- mála við HB komandi kappingarár, men í løtuni tekur hann tó eitt ár í senn, tí nú eru tey mongu fót- bóltsárini farin at merkjast á kroppinum. Tó sigur Rúni, at hann kennir seg sum HBara, og at hann fer at spæla í reyðu og svørtu strípunum, til hann gevst við fótbóltinum. -tn Heðin á Lakjuni var hesaferð í vinstra borðið, og kviki klaksvíkingurin tóktist stórtrívast í leiklutinum HB-B68 7-1 (4-0) 1-0 Rógvi Jacobsen 15. 2-0 Heine Fernandez 21. 3-0 Kári Nielsen 28. 4-0 Janus M. Joensen 36. 4-1 Øssur Hansen 59. 5-1 Vagnur M. Mortensen 61. brts. 6-1 Rókur av Fløtum Jespersen 7-1 Heine Fernandez HB: Pól Næss Joensen, Janus M. Joensen, Símun Eliasen, Vagnur M. Mortensen, Hallur Danielsen, Kári Nielsen, Rúni Nolsøe, Rókur Jespersen, Heðin á Lakjuni, Rógvi Jacobsen, Heine Fernandez B68: Mortan Hansen, Herbert í Lon Jacobsen, Jákup Eli Olsen, Oleif Joensen, Ovi Magnussen, Øssur Hansen, Stanislav Stankov, Jóhan Petur Poulsen (65. Óli Olsen), Kári Sigvardsen, Bogi Petersen, Kristian Anthon Andreassen (Eyðstein Skipanes) Gult kort: Janus M. Joensen, Ovi Magnussen Dómari: Eiler Rasmussen FAKTA UM DYSTIN