Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-01-13, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. januar 2014síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 13. januar 2014 · Nr. 5 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Leo Poulsen Tað var 5. desember í fjør, at allir húsavørðar í Tórs­ havnar kommunu vórðu kallaðir til kunnandi fund har greitt var frá, at húsa­ varð­a­rt­ænastan nú skuldi skipast undir ein­um nýggjum leisti. - Tað var hastiinnkalla, og sjálvur má eg siga, at eg var ovfarin av kunn­ingini, eins og fleiri av húsa­vørð­ unum vóru skelkaðir, sig­ur Magnus Petersen. Hann heldur, at tað er sera óheppi við nýggju skipan­ini. - Eg møti vanliga til arbeiðis klokkan 7 á morgni. Tað er eisini neyðugt, serliga um vet­ur­in, tá kavi og hálka er, tí tá ber til at salta rundan um skúl­an, so børnini kunnu slep­pa snikkaleys í skúla, sig­ur Magnus Petersen á. Hetta, at allur húsa­ vørð­ar­nir nú skulu møta á Hjalla at stempla inn, er púra burturvið. - Nú risikerar tú, at verða sendur onkra heilt aðra­ staðni til arbeiðis enn til tín vanliga skúla. Og tað merkir so aftur, at tann serfrøði, sum tú hevur upparbeitt tær, í mín­um føri gjøgnum sjey ár, meira ella minni verður sett til síðis, sigur Magnus Peter­sen. Hann heldur, at farið er alt ov tilvildarliga fram. - Eg skilji ikki, hví ikki røttu mannagongdirnar vórðu fylgdar, har vit fingu eitt hoyringsumfar, og fingu møguleikan at siga okkara hugsan, sigur Mag­ nus Petersen. Fakfeløg upp í Hann sigur, at teir fin­ gu bara minuttir at leypa upp á, tá inn­kall­að var til hendan kunn­ing­ar­fund­in. - Har var eingin møgu­ leiki at umhugsa nakað, og hví alt skuldi henda í ein­ um slíkum skundi, er ilt at skilja, sigur Magnus Peter­ sen. Hann heldur, at tað nytt­ar lítið hjá tí einstaka at gera nakað, tí tá gevur onga megi. - Tað einasta, ið tá hend­ir, er, at tann einstaki verð­ur goymdur burtur í skipan­ini, og verður settur á vána­lig­astu arbeiðini. Tí er einasta gongda leiðin, at fáa fakfeløgini upp í leikin, sigur Magnus Peter­sen. Fundur var so seint sum í fyrrakvøldið við tey bæði fakfeløgini, ið um­ boða húsavørðarnar, Havn­ ar Handverkarafelag og Starvs­manafelagið. - Á fundinum var so av­ gjørt, at fakfeløgini skul­du koma upp í málið, og tey fara so til arbeiðis beinan­ veg­in, sigur Magnus Peter­ sen. Hann heldur, eins og fleiri aðrir húsavørðar, at teir áttu at verið tiknir við upp á ráð, heldur enn at fáa harraboð. - Eg haldi, at rætta leið­ in átti at verið, at vit vórðu hoyrdir, áðrenn eitt so drastiskt stig verð­ur tikið. Og einasta rætta stigið hevði verið, at skipa fyri einari hoyring, áðr­enn farið var víðari, sigur Magn­us Petersen. Sum hann hevur skilt, skal ein nýggjur formaður setast, áðrenn nýggja skipanin verður sett i verk, og tað skal henda í seinasta lagi 1. apríl. Fakfeløgini upp í leikin Tað sigur Magnus Petersen, húsavørður í Nonnuskúlanum, nú skipanin skal broytast einaferð í vár Leo Poulsen Húsavørðarnir eru ógvuliga ivingarsamir, nú ein nýggj skipan skal setast í verk, og teir hava vent sær til síni fakfeløg við málinum. Kristian Eli Brimsvík váttar, at teir hava tosað við onkrar av húsavørðunum. - Tað er altíð soleiðis, at tá broytingar koma í, og okkurt nýtt tekur seg upp, so er tað altíð ivamál, sigur Kristian Eli Brimsvík. Hann vil ikki siga, at húsavørðarnir hava latið málið upp í hendurnar á fakfelagnum at taka sær av. - Eg haldi ikki, at eg fari at gera aðrar viðmerkingar, so leingi sum samband er millum partarnar, sigur Kristian Eli Brimsvík. Kúrrir so leingi samband er - Vit hava tosað um tingini, men eg veit ikki, um tað liggur so ógvuiga nógv í tí, sigur Kristian Eli Brimsvík, formaður í Havnar Handverkarafelag Kristian Eli Brimsvík, formaður í Havnar Handverkarafelag Leo Poulsen Tað eru ikki bara húsa­vørð­ar­ nir, ið eru eitt sindur ivingar­ samir um nýggju húsa­vørðu­ skipanina. Eisini skúlastjórar ivast. - Allir bygningar hava síni lítir, og tá bygningurin er yvir 7.000 fermetrar, so krevur tað sítt, sigur Eyðdis Eidesgaard. Hon heldur, at um tað verða nýggir húsavørðar hvønn dag, verður tað ógvu­ liga óheppi. - Tað er ótrúliga gott at hava fólk á staðnum, sum er kent við bygningin. Og ein skúli hevur jú nógvar sið­ venj­ur, sum til dømis til jóla, og tá er gott at hava fólk, sum er kent við hesar siðvenjur, sig­ur Eyðdis Eidesgaard. Hon stúrir tó fyri, hvussu tað fer at vera, tá hálka er. - Skulu húsavørðarnir ikki møta fyrr enn klokkan 8 uppi á Hjalla, so verður ikki saltað framm­an fyri skúlunum, áðrenn børnini møta, og tað er at stúra fyri, sigur Eyðdis Eidesgaard. Men tað krevur eisini, at leiðslan er skjótari úti, um okkurt skal takast hond um. - Tað krevur, at vit fylgja betri við og skriva upp, tá okkurt er. Og tað vil siga, at vit eru skjótari úti, sigur Eyðdis Eidesgaard. Hon vísir á, at hetta er nakað, sum kemur frá býráðnum, og tí mugu tey royna skipanina fyrst, áðrenn tað ber rættiliga til at siga nakað. - Tað kann jú vera, at tað er gott fyri húsavørðarnar at arbeiða saman í toymum, men vit mugu sum sagt royna tað, áðrenn nøkur niðurstøða verður gjørd, sigur Eyðdis Eidesgaard. Tað má roynast fyrst Tað sigur skúlastjórin í Eysturskúlanum, Eyðdis Eidesgaard um nýggju skipanina við húsavørðunum