Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-01-13, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. januar 2014síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 13. januar 2014 · Nr. 5 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Gransking eftir ameri­ kans­ka sálar­frøð­ing­in, Ellen Weber Libby, vís­ ir, at tað er púra nor­ malt at hava yndisbørn í barnaflokkinum. Í bók­ ini The Favorite Child hevur Libby, sum er sálarfrøðingur og mam­ma at tveimum børn­um, av­ dúkað gransk­ingar­úr­slit, sum flestu foreldur kenna, men fá vilja kennast við. Hon sigur, at fá vilja vera við, at tey hava yndisbarn ella yndisbørn, tí tað er tabu og kann geva sera ringa samvitsku. Tí svara flestu foreldur eisini, at tey halda eins nógv av øll­um børnunum. Men tað er ein grundleggjandi treyt, at foreldur knýta seg tættari at ávísum børn­um, enn at øðrum. Granskarin, mamman og sálarfrøðingurin vísir á, at børn eru ymisk, og at tey tískil vekja ymsar kenslur í okkum. Í trý ár hevur hon gjørt kann­ ingar um hetta áhuga­ verda evnið, sum eingin tos­ar hart um. Fyri Ellen Weber Libby eru tvær orsøkir til at fara inn á hetta minufylta økið. Fyri tað fyrsta er hetta ein partur av veru­ leika­num, sum vit mugu fyri­halda okkum til, og fyri tað næsta ger vitan okkum klókari. Hóast tað kann tykjast sum ein trupul­leiki, at foreldur hava yndisbørn – ella hó­ast tað kann tykjast bein­leið­is skeivt – so er tað menniskjansligt. Vit eiga tí ikki at hava ringa samvitsku um hes­ar tankarnar og hesar kensl­ ur­nar. Ellen Weber Libby vísir á, at eingin vaknar um morgun­in og ger av, hvat barn skal vera yndisbarn tann dagin. Hetta er ikki ein tilvitað avgerð. Tvørt­ur­ímóti hendir tað ótilvitað. Men tað er ein sann­roynd, at tað hendir. Skulu vit fyrihalda okkum til tað og gera nakað við tað, mugu vit fyrst viður­ kenna, at tað er so. Granskingin hjá Libby hev­ur staðfest, at 80% av øll­u­m foreldrum hava eitt yndis­barn. Og bókin The Sibling Effect staðfestir: Tað eru helst 95% av øllum foreldrum, sum hava yndis­børn í barna­flokki­ num. Hini fimm pro­sent­ ini lúgva. Normalt at hava yndisbørn Eydna Skaale – Tað snýr seg ikki um, hvørt vit elska eitt barn hægri enn eitt annað. Tað snýr seg als ikki um kærleika. Hetta snýr seg meiri um, at vit skilja betri tey børnini, sum líkjast okkum. Og at vit hava lættari við at vera saman við teimum fólkunum, sum líkjast okkum –  eisini tá tað snýr seg um okkara egnu børn, greiðir Ása Ellefsen frá. Ása Ellefsen er sálarfrøðingur. Hon er vaksin upp í einum systkinaflokki við átta børnum, hon eigur sjálv fýra børn og 12 ommubørn, og hon hevur mangan hugsað um spurningin við yndisbørnum bæði fakliga, men eisini í støðum í egnum lívi. Tabu evni Tað er tabu at tosa um, at foreldur hava yndisbørn. Tað ger man ikki. Men Ása Ellefsen heldur spurningin vera sera áhugaverdan og eisini týdningarmiklan at taka upp. Hon er vís í, at tað munnu vera mong foreldur, sum innast inni hava ampa av, at teimum dámar best at vera saman við ávísum av sínum børnum, heldur enn øðrum. Hon leggur tó dent á, at foreldur ikki eiga at hava ringa samvitsku av hesum, tí tað er púra nattúrligt. – Tað ljóðar sera negativt at siga, at foreldur hava »yndisbørn«. Tað ljóðar sum um, at foreldrini taka eitt barn framum hini børnini í øllum lívsins viðurskiftum, og at tey eru betri við eitt ávíst barn, enn við hini. Tað er tó ikki tað, eg sipi til. Ása leggur dent á, at hetta ikki snýr seg um kærleikan til børnini. Tí flestu vælfungerandi foreldur eru eins góð við øll børnini. – Men vit menniskju eru nú einaferð soleiðis, at vit koma lættast út av tí við teimum, sum líkjast okkum sjálvum. Og børnini eru biologiskir skapningar. Tey kunnu arva persónsleikan frá mammuni ella frá pápanum. Og tað er nattúrligt, at vit hava lættari við at skilja tey børnini, sum líkjast okkum sjálvum, heldur Ása. Men eisini aldurin á barninum spælir inn, tá vit tosa um yndisbørn. –  Umframt persónsmenskuna hjá barninum, snýr hetta seg eisini um, at vit í ávís tíðarskeið í lívinum hava lættari við at rúma onkrum av børnunum. Yndisbarnið nýtist tí ikki vera tað sama alt lívið, greiðir Ása frá. –  Børnini fara ígjøgnum nógv ymisk tíðarskeið, sum tey vaksa upp. Tey fara ígjøgnum trossaldurin, har tey støðugt royna mørkini hjá foreldrunum, og seinni gerast tey tannáringar og kunnu vera ring at hava við at gera. Tá halda foreldrini tað kanska vera lættari at vera saman við hinum børnunum, sum ikki støðugt bjóða foreldrunum av, sigur Ása og vísir samstundis á, at sum ymsu fasurnar hjá børnunum skifta, skiftir tað eisini, hvørjum foreldrini hava lættast at vera saman við í so máta. Børnini eru so ymisk Ása Ellefsen heldur, at tað man vera ymiskt, hvussu børnini uppliva hetta við yndisbørnunum. –  Summi børn eru sera tykkin. Tey taka sær alt nær, og kenna tey seg yvirsædd eina lítla løtu, kann tað ávirka teirra sjálvsálit. Onnur hava als ikki sama trupulleika, og taka sær tað als ikki nær, um foreldrini ikki hava stundir til tey eina løtu. Tað, at børnini eru ymisk og hava ymsan tørv, ger eisini, at tey verða viðfarin ymiskt. –  Tað er ikki at gera mismun á børnunum, at vit fara ymiskt við teimum. Tvørturímóti eru vit som foreldur noydd at taka støðið í barninum, og hvussu tað er. Tað nyttar ikki at klemma og kroysta eitt barn, sum ikki orkar fyri at verða klemmað og kroyst. Og øvugt ber heldur ikki til at lata vera við at klemma eitt barn, sum hevur tørv á tí, vísir Ása á. Tað, at børnini eru ymisk, ger sostatt, at vit mugu fara við teimum á ymsan hátt. –  Vit uppdraga børnini alt eftir, hvussu vit sjálvi eru, men eisini eftir hvussu barnið er, og tað er bæði neyðugt og nattúrligt. Av tí, at evnið »yndisbørn« er bannað at tosa um, er ilt at vita, hvussu foreldur sum heild hava tað við hesum evninum. Men Ása metir, at tað munnu vera mong foreldur, sum hava ringa samvitsku um hesar kenslurnar og tankarnar, sum eingin tosar um. –  Eg eri sannførd um, at hetta er nakað, sum gevur foreldrum ringa samvitsku. Men tað skulu tey als ikki hava. Tvørturímóti. Tað er Flestu foreldur hava yndisbørn – Menniskjum dámar best at vera saman við fólki, ið eru, eins og vit sjálvi eru. Tískil hava vit lættari við at fyrihalda okkum til tey børnini, ið hava eina persónsmensku, ið er lík okkara egnu. Í so máta ber til at tosa um yndisbørn, hóast orðið kanska ljóðar heldur negativt, sigur Ása Ellefsen, sálarfrøðingur Ása Ellefsen, sálarfrøðingur YNDISBØRN