mánadagur 13. januar 2014síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 13. januar 2014 · Nr. 5
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eydna Skaale
31 ára gamla Marita Eckhardt
Tróndheim av Argjum eigur
fýra børn millum 0 og 6 ár.
Hon, danski maðurin, Jakob,
og børnini, Andrias, Kris-
toffer, Helena og Johannes,
búgva í Danmark, har Marita
undirvísir á einum studenta
skúla.
Við fýra smáum børnum
kennir hon alt til bannaðu
tankarnar um yndisbarnið.
– Hetta er ikki nakað,
man tosar hart um. Heldur
ikki við vinkonurnar. Men
eg trúgvi, at hesir tankarnir
eru veruleiki hjá nógvum
foreldrum, sum eiga fleiri
børn.
Snýr seg ikki
um kærleika
Marita viðgongur erliga, at
hon sjálv merkir fyribrigdið
við yndisbørnum í gerandis
degnum.
– Tað snýr seg ikki um,
at eg elski eitt barn hægri
enn hini, slær Marita fast
beinanvegin.
– Men tað snýr seg meiri
um, at okkurt av børnunum
beint nú er lættari at vera
saman við, enn okkurt ann
að. Tann elsti er 6 ár, hann
er farin í skúla og klárar seg
stórt sæð sjálvur. Hansara
persónsmenska líkst sera
nógv mínari. Tann næstelsti
er í einum herviligum tross
aldri, og skapar nógvar
konfliktir ígjøgnum dagin.
Hansara persónsmenska lík
ist pápanum. Triðja barnið
er ein genta, sum hevur júst
sama sinnalag, sum eg sjálv,
og tann yngsti er 4 mánaðir,
so honum er ikki nógv hóva
sták av, greiðir Marita frá.
– Tá eg nú skal leggja
gerandisdagin
til
rættis,
noyðist eg at hugsa egin
leikarnar hjá børnunum inn
í dagin. Eg tími til dømis illa
at hava hann, sum beint nú
trossar illa, við til handils.
Tá taki eg heldur okkurt av
hinum børnunum við. Heilt
einfalt, tí tað er lættari og
meiri praktiskt. Men um
nøkur ár, tá hann er blivin
eldri og tey yngru eru komin
í trossaldurin, verður hann
helst tikin við til handils,
meðan hini vera eftir heima,
vísir Marita á.
Fyri hana snýr tað seg
sostatt um, hvat børnini eru
egnað at luttaka í tí, sum
skal gerast.
– Eg hoyri væl sjálv, at tað
ljóðar sera negativt at tosa
um »yndisbørn« og »hvat
børnini egna seg til«. Og tað
er helst høvuðsorsøkin til, at
hetta evnið er tabu at tosa
opið um. Men tað er ikki
meint so illa, sum tað ljóðar.
Tað snýr seg um at hugsa
eginleikarnar hjá barninum
inn í gerandisdagin, fyri at
fáa dagin at ganga so lætt,
sum møguligt, sigur Marita.
Persónsmenskan
Men Marita viðgongur eisi
ni, at aldurin ikki hevur alt
at siga.
– Eg síggi meg sjálva í
dóttrini og í elsta soninum.
Teirra sinnalag er av Argj
um. Eg kenni meg aftur í
teirra hugsanum og teirra
reaktiónsmynstrum. Kensl
ur teirra eru uttaná klæðun
um, tey siga tað, tey hugsa,
og eg kenni meg aftur í tí.
– Tann næstelsti son
urin hevur sinnalagið úr
Danmark. Hann reagerar
inneftir, vil ikki tosa um
kenslurnar og steingir seg
inni í sær sjálvum. Tá hann
verður keddur, illur ella
skuffaður, ja, sjálvt tá hann
fær ilt, vil hann bara hava
frið og vera fyri seg sjálvan.
Og tað dugi eg illa at skilja, tí
eg vil so fegin hjálpa honum
og troysta hann. Men eg má
ansa mær og lata hann fáa
frið, um tað er tað, hann
ynskir, hóast tað tykist
ónattúrligt fyri mær, vísir
Marita frá.
– Onkuntíð eri eg næstan
desperat eftir at sleppa at
hjálpa honum ella klemma
hann, men tað er ikki tað,
hann ynskir. Og eg viðgangi,
at tað er lættari at hjálpa
teimum børnunum, ið eg
skilji og kenni meg aftur í,
sigur Marita.
Hóast hon eigur fýra
børn, sum hava somu for
eldur og somu rammur fyri
uppvøkstrinum, so eru tey
sera ymisk.
– Okkurt av teimum
hevur stóran tørv á at
vera saman við okkum
foreldrum, meðan okkurt
hevur tað fínt, um tað
sleppur at passa seg sjálvt.
Tey hava sama umhvørvi,
men tey eru sera yms
ir einstaklingar, og tað er
nakað, vit sum foreldur ikki
kunnu forma ella broyta.
Tey eru ymisk, og vit mugu
bara royna at fyrihalda
okkum til teirra ymiskleika
sum frægast.
Marita sigur, at tá hon
tosar um yndisbørn, so eru
tað hesi bæði viðurskiftini,
ið gera seg galdandi. At
børnini
eru
í
ymsum
aldri, sum spælir inn, og
at børnini hava ymsar
persónsmenskur, og at tað
er lættast at fyrihalda seg
til tey børnini, ið líkjast
okkum sjálvum.
– Men tað merkir ikki, at
nakað barn er úti í kulda
num, ella at tað hevur nak
að við kærleika at gera.
Eg elski tey øll eins nógv,
undirstrikar
Marita
enn
einaferð.
Øll eru serlig
Marita sigur, at fyri hana
hevur tað verið ein fyrimun
ur at viðurkenna, at hon
hevur lættari við summum
av
børnunum
enn
við
summum. Tað ger nevniliga,
at hon er tilvitað um at gera
sær meiri ómak við teimum
børnunum, ið hon ikki hevur
eins lætt við at skilja.
– Nú eri eg ikki sálarfrøð
ingur ella nakað, men sum
mamma má eg siga, at tað, at
viðurkenna egnar kenslur,
hevur gjørt, at eg betri megni
at rúma ymiskleikanum,
tí eg eri tilvitað um hann
allatíðina. Eg eri vorðin
betri til at síggja børnini
sum einstaklingar og at
viðurkenna teirra tørv, sum
er sera ymiskur. Tað ber ikki
til at geva fýra so ymiskum
børnum somu uppaling, tí
teirra tørvur er so ymiskur,
sigur Marita og heldur sam
stundis, at um hon ikki hevði
viðurkent sínar tabufyltu
kenslur, hevði tað í seinasta
enda gingið út yvir børnini.
– Tað er so við fólkum, at
vit eru betri á bylgjulongd
við summum, enn við øðr
um. Tað sama er galdandi
við okkara børnum. Og tá vit
viðurkenna tað, fáa vit betri
gjørt okkum ómak, soleiðis,
at einki av børnunum kennir
seg vera fyri mismuni, held
ur Marita.
Heima hjá Maritu og
Jakob leggja tey stóran dent
á, at hóast tey fýra børnini
eru sera ymisk, so eru tey øll
nakað heilt serligt.
– Tann elsti var okkara
fyrsti, tí er hann serligur.
Tann næstelsti var tann
fyrsti lítlibeiggin, og tað ger
hann til nakað serligt. Síðani
kemur einsamalla gentan, og
tí er hon serlig. Og so eiga vit
bara ein lítlabeiggja, og tí er
hann serligur.
Men hóast vit eiga at
viðurkenna, at vit hava
yndisbørn, heldur Marita tó
ikki, at hetta er nakað, sum
børnini skulu hoyra.
– Hetta er nakað, sum
vit ikki skilja, fyrr enn vit
gerast eldri. Og tískil nýtast
børnini als ikki hoyra um
hesar tankarnar. Men fyri
okkum foreldur er tað ein
fyrimunur, um vit tora at
tosað opið okkara millum
um hesar tankarnar og
kenslurnar. Tí hvussu skulu
vit annars kunna gera nakað
við teir, og verða tilvitað um
at møta teimum børnunum,
sum onkursvegna eru størri
avbjóðingar fyri okkum, enn
hini? spyr Marita Eckhardt
Tróndheim at enda.
eydna@sosialurin.fo
Yndisbørn
– satt, men tabu
– Eg haldi, at vit eiga at viðurkenna, at flestu foreldur
hava yndisbørn. At tey betri skilja og hava lættari við
at vera saman við nøkrum av sínum børnum, enn við
øðrum. Og eg haldi, at vit áttu at tosað opið um hetta
fyribrigdið, so vit fáa gjørt nakað við tað, sigur Marita
Eckhardt Tróndheim, mamma at fýra smábørnum
– Tað er tabu at tosa um yndisbørn, men eg vænti, at flestu
foreldur kenna kensluna av, at tey onkuntíð ynskja at nýta
tíð saman við einum barni, heldur enn einum øðrum. Tað
snýr seg um aldurin á barninum og um persónsmensku
– tað snýr seg IKKI um kærleikan til børnini, sigur
Marita Eckhardt Tróndheim, mamma at fýra børnum
púra normalt, at foreldur
hava betri hug at vera saman
við einum barni til tíðir og
einum øðrum til tíðir. Og um
tey hava ringa samvitsku,
so merkir tað jú, at tey eru
tilvitað um tað. Og eru tey
tilvitað um tað, ja, so hava tey
lættari við at handla soleiðis,
at tey ikki gera mismun á
børnunum, óansæð hvørjar
tankar tey hava um børnini.
Lítil gransking
um evnið
Ása vísir á, at sambandið
millum foreldur og børn
er nakað heilt, heilt serligt.
Í øllum førum tá talan er
um vanlig, vælfungerandi
og
ábyrgdarfull
vaksin
foreldur.
– Vit finna okkum í nógv
meiri frá børnunum, enn
vit gera frá nøkrum øðrum.
Tey kunnu bæði særa og
irritera okkum, men okkara
íbygda tol við teimum er
víðfevndari enn tolið, vit
hava við nøkrum øðrum
fólkum. Sjálvt makanum. Vit
hava lættari við at fyrigeva
og gloyma, tá tað eru børnini,
sum gera okkum ilt, vísir Ása
á.
– Eg havi mangan roynt
at leitað eftir tilfari og
gransking um hetta evnið,
men tað finst ikki so nógv. Tó
so – okkurt er, sigur Ása og
greiðir frá, at onkrar teoriir
eru evulutionerar við tað, at
tær siga, at foreldur eru best
við tað sterkasta barnið; tað,
sum klárar seg best.
– Men eg haldi mangan,
at tað er øvugt. At foreldur
hugsa mest um tað veikasta
barnið. Og tá eitt barn til
dømis er sjúkt, so fær tað
eyka nógva umsorgan frá
foreldrunum,
vísir
Ása
Ellefsen á.
Onkur
ástøði
snúgva
seg
eisini
um,
hvar
í
systkinarøðini børnini eru.
Men Ása heldur ikki, at hetta
er ein nøktandi frágreiðing.
Hon heldur hinvegin, at tað
í stóran mun snýr seg um,
hvussu vit eru.
Tískil er tað áhugavert
at hyggja nærri at arvi og
umhvørvi.
Summi
ástøði
leggja dent á, at tað er arvur,
sum í stóran mun myndar
okkum, meðan onnur leggja
størri dent á ávirkanina, vit
fáa frá umhvørvinum.
Sjálv heldur Ása, at tað
snýr seg eins nógv um arv,
sum um umhvørvið.
– Vit hava umleið 40.000
ymisk gen, og tað eru óteljandi
kombinatiónsmøguleikar. Vit
ána ikki, hvørjar eginleikar
børnini arva, og hvussu tey
gerast. Men hóast børnini
als ikki enda við at líkjast
okkum sum foreldrum, og
hóast vit kanska ikki altíð
skilja tey heilt, so elska vit
tey
treytaleyst
allíkavæl,
slær Ása fast.
Marita Eckhardt
Tróndheim
31 ár
Av Argjum
Búsitandi í
Poulstrup,
uttanfyri Hjørring
Cand. Mag í
enskum og
føroyskum
Undirvísir
á Hjørring
Gymnasium
Børnini Andrias
6 ár, Kristoffer
4 ár, Helena 2
ár og Johannes
4 mánaðir
Fakta
YNDISBØRN