mánadagur 13. januar 2014síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 13. januar 2014 · Nr. 5
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Eirikur Lindenskov
Hósdagin fyri vórðu navna
skelti sett á fleiri av hús
unum hjá landsstýrinum
í Tinganesi. Tað er Jørleif
Kúrberg, lærari á Tekniska
skúla, sum hevur tikið stig
til tiltakið.
– Eg havi havt hetta í
huganum í nógv ár, sigur Jør
leif Kúrberg, sum er vanur at
ganga í Tinganesi við ferð
fólki og greiða teimum frá
um húsini og umhvørvið
annars.
– Eg spurdi so løgmann um
hetta, og hann helt hugskotið
vera frálíkt. Síðani tosaði eg
Marjuna Hanusardóttir, løg
mansstjóra, um tað praktiska
og fígging, sigur Jørleif Kúr
berg, sum síðani for í holt við
fornminnissavnið, sum varð
ar av friðaðu bygningunum í
Tinganesi.
Tað er Sørin Clementsen
úr Hósvík, sum hevur gjørt
skeltini.
– Tað hendi tað serliga
á Tekniska skúla í Havn, at
seinasta 13-talið í føroyska
skúlaverkinum varð givið har
á skúlanum, greiðir Jørleif
Kúrberg frá.
Sørin Clementsen hevði
gjørt eina cnc-maskinu, sum
sker út úr træ, og tað er við
hesi maskinum, at skeltini
eru gjørd.
Jørleif Kúrberg hevði sam
band við Eyðun Luid, sum er
húsavørður í Tinganesi.
– Hann var ótrúliga hjálp
samur og líka áhugaður sum
eg í verkætlanini, sigur Jør
leif Kúrberg.
Tá gomul húsanøvn skulu
finnast, eru fólk mangan
ójøvn á máli, hvat nú er tað
»rætta« navnið, tí hús hava
mangan skift nøvn gjøgnum
tíðirnar. Slíkir trupulleikar
hava eisini verið í samband
við hesi húsanøvnini.
– Eg havi spurt fleiri eldri
fólk, og havi eisini brúkt
kortið frá blikkinsláarnum
frá 1863. Onkustaðni hava vit
havt tvey nøvn, og so hava
vit valt tað eldra, til dømis
gamla bakaríið, har Restorff
byrjaði sítt bakaravirksemi,
sigur Jørleif Kúrberg.
Ætlanin er at fara víð
ari við verkætlanini, og
fáa nøvn á øll húsini. Tórs
havnar Kommuna hevur í
tveimum umførum í átti- og
nítiárunum sett navnaskelti
á nøkur hús í gomlu Havnini.
Sambært Jørleif Kúrberg, so
arbeiðir onkur eisini við at
gera eina app til snildtele
fonir, sum kann greiða frá
um húsini í gomlu Havnini.
Úrslitið av tí, at kommun
an fyri fjórðingsøld síðani
setti navnaskelti á fleiri av
húsunum í gomlu Havnini
er, at nøvn – sum annars av
teimum felstu vórðu gloymd,
aftur hava vunnið hevd í dag
ligari talu.
Settu nøvn á húsini í Tinganesi
Nú eru navnaskeltið sett á húsini hjá Føroya Landsstýri
í Tinganesi. Endamálið er at varðveita gomlu nøvnini
Høvuðssætið hjá løgmanni ytst á
Tinganesi kallast »Skansapakkhúsið«