Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-01-13, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. januar 2014síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 13. januar 2014 · Nr. 5 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Í bestu senditíð í sjónvarpinum í fyrstu tíðindasendingini eftir nýggjár var havrøðarin, Livar Nysted, komin alla ta longu leið úr Hvannasundi til Havnar at banka upp á stongdar dyr í Ítróttarsambandinum og aðrastaðni, tí hann kendi seg forsmáddan, tá atkvøðast skuldi um ársins ítróttarnavn. Mong mundu sita gapandi og undrandi, tá tey hoyrdu havrøðaran gremja seg um, at hvørki hansara heimsmet ella nakað annað hevði megnað at fingið hann upp í part, tá innstillast skuldu nøkur av okkara frægu ítróttarfólkum til heiðurin sum ársins ítróttarfólk, ið varð latin í júst mest útskeldaðu sjónvarpssendingini av øllum í farna árinum. Um nakar, so mátti Livar vitað, nær rætta løtan er, tí í mun til flestonnur ítróttarfólk, so kann hann sjálvur velja, nær hann byrjar sítt avrik. Er hann illa fyri, kann hann velja at bíða, og um veðrið ikki er til vildar, kann hann eisini velja at bíða. Og hvørja ferð, hann fer um heimsins høv, er talan um ein nýggjan og øðrvísi bát, so heldur ikki har sær út til, at reglurnar eru serliga trongar. Slíkt luxus kenna mong onnur ítróttarfólk slett ikki til! Pál Joensen vann heiðurin sum ársins ítróttarnavn, og tað sigur eisini seg sjálvt, tí einki føroyskt ítróttarfólk er hvørki yvir ella við síðuna av Páli, sum vit øll kunnu vera øgiliga stolt av! Tað gevur eitt øgiligt fokus á bæði Føroyar og føroyska svimjing, men Pál velur altso ikki sjálvur, nær hann fer í hylin at svimja hasar 1500 metrar. Um hann ikki er væl fyri, so er tað bara »shit happens« – sum tað eitt nú var til OL í London – tí bíðað verður ikki eftir honum fyri tað. Her eru sera greiðar reglur og eingin slingur í valsinum! Vit hava eisini verið errin av Livari, men eftir hetta »stuntið« í nýggja árinum hevur hann givið sær sjálvum nakrar skøvur í lakkið. Gamaní, er hann ein stórur ítróttarmaður, men í hesum førinum minti hann mest um ein vánaligan tapara, og í øllum førum vísti hann lítlan ítróttaranda, nú hann var so bráður at skula »gera vart við havróður«, at tað bleiv til tað bera grenj. Hatta við at finna røttu løtuna og rætta høvið, eigur hann at venja nógv meira, og forrestin, so eru tað viðhvørt ting, sum tað er frægari at lata onnur siga, heldur enn at siga tey sjálvur… Stórur ítróttar­maður – vánaligur tapari… Ítróttar klumman Hilmar Jan Hansen Tróndur Arge Føroyski U21 landsliðs­spæl­ arin er í hesum døgum í Jyllandi og venur við Skive. Hann skal eisini venja við Roskilde, umframt at tað er stórur áhugi fyri at fáa René til Føroyar at spæla. René Shaki Joensen hevur í seinastuni havt ringt við at fáa fótafestið í hópinum hjá Brøndby. Felagið, sum í longri tíð bæði hevur verið í fíggjarligari og ítróttarligari kreppu, er av álvara komið fyri seg hetta kappingarár. Hetta hevur millum annað gjørt, at René er dottin niður í millum. Manglandi royndir og skaðar hava eisini gjørt sítt til, at U21 landsliðsspælarin ikki er sloppin framat. Fyri kortum bleiv kunn­ gjørt, at René skal útleigast seinasta hálva árið av sátt­ málanum. Hetta er komið fleiri føroyskum feløgum fyri oyra. Fyribils verður tó leitað í Danmark eftir einum felagið. Skive og Roskilde – Føroyar ein møguleiki René venur í løtuni við Skive, sum er oddalið í 2. deild Øst. Seinni í vikuni skal hann venja við Roskilde, sum er oddalið í 2.deild Vest. – Hesa vikuna skal eg venja við Skive í dag, og so Roskilde mikudagin og hós­ dagin, sigur René Shaki Joensen. Fleiri føroysk hava víst áhuga fyri René, sum kann leigast til fyrru hálvu. Víkingur hevur leitað eftir ein­um høgra bakki, so Bárður Hansen kann flytast fram á vongin. HB, sum barn­dóms­ felagið hjá René, er nakað tunt í verjuni og kann helst eisini brúka unga bakkin. AB hevur meldað seg inn í stríðið saman við B36, meðan tað somuleiðis ljóðar, at EB/ Streymur eisini hevur áhuga í U21 landsliðsspælaranum. Føroyski áhugin er heldur ikki nøkur loyna. – Nei, tað er ongin loyna, at fleiri føroysk feløg hava vent sær til mín. Tað er stuttligt at vita, at er so stórur áhugi frá føroyskum feløgum, sigur René og leggur afturat. – Nú fáa vit at síggja. Eg havi allar hurðar opnar. Før­ oyar er ein møguleiki, men eg kanni fyrst og fremst møgu­leikarnar at vinna eitt áhugavert felag í Danmark, sigur René Shaki Joensen. Støðan hjá René hevur verið ógreið í eina tíð. Nú gleðir René seg bara til at fáa avgreiðu á viðurskiftini um framtíðina. – Eg gleði meg bara at koma til eina niðurstøðu, og finna eitt felag har eg trívist og koma upp á pláss, sigur René Shaki Joensen at enda. Ein út – ein á veg inn Meðan framtíðin hjá René Shaki Joensen sum Brøndby spælara sær út til at verða komin at enda, so er møgu­ ligt, at ein annar føroyskur spæl­ari verður Brøndby spæl­ari í næstum. Kristian Joensen, sum seinnu árini hevur vart málið hjá NSÍ, er í løtuni á venjingar­legu við Brøndby í Dubai. Brøndby hevur brúk fyri nýggjum eykamálverja og tí hava boð verið eftir Kristiani, sum eftir farna kapp­ingar­enda royndarvandi við danska 1.deildarliðnum, AB. Brøndby tykist vera rað­ fest hægst, men Hans Jacob Á Líknargøtu, umboðsmaður hjá Kristiani, hevur sagt at endar málverjin ikki í Brøndby, so verður hann helst málverjin hjá AB. trondur@sosialurin.fo Føroyar er ein møguleiki Skive, Roskilde og Føroyar. Tað eru í løtuni møguleikarnir hjá René Shaki Joensen, hvørs tíð spælri í Brøndby tykist verða komin at enda ítróttur ítróttartoymi Tróndur Arge Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Pætur Albinus Álvur Haraldsen Pætur Eyð. Jensen Heimsins besti veljast Í kvøld verður kunngjørt hvør vinnur FIFA Ballon d’Or 2013, sum er heitið fyri heimsins besta spælara. Teir tríggir, ið hava fingið flest atkvøður eru Cristiano Ronaldo, Franck Ribery og Lionel Messi. Cristiano Ronaldo er favorittur at vinna heitið hesa ferð, eftir at Lionel Messi hevur vunnið tað seinastu fýra ferðirnar. René Shaki Joensen í dysti fyri Brøndby Savnsmyndir U21-landsliðsmálverjin, Kristian Joensen