Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-01-13, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. januar 2014síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 13. januar 2014 · Nr. 5 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Tryggur VÍF-sigur Hondbóltur Elektron deildin støðan nr. Lið Dystir vunni javnt tapt + mál - mál Munur Stig 1 Kyndil 12 8 3 1 273 214 59 19 2 VÍF 12 8 2 2 319 255 64 18 3 Neistin 11 5 3 3 266 248 18 13 4 VB 12 5 2 5 308 301 7 12 5 StÍF 11 2 1 8 230 304 -74 5 6 Stjørnan 12 1 1 10 248 322 -74 3 Atlantic Airways deildin støðan nr. Lið Dystir vunni javnt tapt + mál - mál Munur Stig 1 KÍF 14 11 0 3 413 337 76 22 2 VÍF 14 9 0 5 434 383 51 18 3 H71 14 6 2 6 371 362 9 14 4 StÍF 13 7 0 6 351 355 -4 14 5 Kyndil 13 5 2 6 337 348 -11 1 6 Neistin 13 4 2 7 337 370 -33 10 7 Team Klaksvík 13 2 0 11 334 422 -88 4 Jákup Mørk Tær eru líka sum í hvør sínum leikluti. Kvinnurnar hjá VÍF og Stjørnuni. VÍF hevur í fleiri ár roynt at menna ungu spælararnar í felagnum, og hetta tykist nú bera ávøkst. Við tilgongd av Duritu Christophersen – sum hevur verið nøkur ár í Klaksvík – og Duritu Ljósstein hevur liðið í ár styrkina til at bjóða oddinum av, og í løtuni bendir einki á, at tær ikki skulu verða annað liðið í finaluni. Í Klaksvík er endurbygging hinvegin á skránni, eftir at Stjørnan í nógv ár var eitt tað stinnasta kvinnuliðið í landinum. Tí var heimaliðið stór­ favo­rittur í gjár, og tær sviku heldur ikki álitið í so máta. Úrslitið varð ein trygg­ur sigur, sum ongan tíð var í vanda, og so kundu tey í Vest­manna ásanna, at í kvinnu­høpi hækkaði hond­ bólts­fepurin enn tvey stig um vikuskiftið. jakup@sosialurin.fo VÍF - Stjørnan 30-17 (18-7) 10 min: 8-2 20 min: 16-4 40 min: 22-10 50 min: 26-12 VÍF: Tóra Seloy 9, Eilin Hansen 6, Liljan Djurhuus 4(2), Durita Christophersen 4, Agnas Olsen 3, Daniella Joensen 2, Durita Ljósstein 1, Randa Virgarsdóttir 1 Stjørnan: Mina Sirdal 4(2), Ana-Maria Atexinescu 3, Louisa Lassen 3, Jansy Jacobsen 2, Gudny Johannesen 1, Ella Petersen 1, Hervør Olsen 1, Kristina Poulsen 1, Edith Hansen 1 Brotskøst: VÍF 3/2, Stjørnan 2/2 Útvísingar: VÍF 4, Stjørnan 3 Dómarar: Heri Petersen & Dánjal Samuelsen Tað var eingin slingur í valsinum, tá kvinnurnar hjá VÍF góvu fingu klaksvíkskvinnur at síggja stjørnur Regnaði inni í Klaksvík Takið á Badmintonhøllini í Klaksvík lekur, og tí bar ikki til at avgreiða dystin millum Team Klaksvík og StÍF Jákup Mørk Dómararnir valdu at av­ lýsa dystin fríggja­kvøldið, tí lekarnir bóru við sær, at tað ikki var forsvarligt at spæla hondbólt á hallar­ gólvinum. Ein neyðloysn kundi verið at spælt dystin í KÍ- høllini, men har eru lekar eisini, og tí varð dyst­urin als ikki spældur fríggja­ kvøldið. Lekar hava áður verið ein trupulleiki í Bad­min­ ton-høllini, og eftir ill­ veðrið í desember mánaði gjørdust hesir enn verri. Borgarstjórin í Klaks­ vík, Jógvan Skorheim, sendi fríggjakvøldið út tíð­inda­skriv, har hann segði, at peningur nú er játt­aður til at umvæla takið á Bad­min­tonhøllini, og at hetta arbeiði byrjar í næstum. Enn royna hoyvíkingar at halda lív í finaluvónini, sum tó er kámað nógv seinasta mánaðin ella so H71 hongur í Jákup Mørk H71 greiddi sína skyldu, tá Neistin vitjaði sunnu­dagin. Hoyvíkingar løgdu seg frá byrjan nøkur mál framum gestirnar, og teir sleptu ongan tíð aftur takið á dystinum. Sigurin ber við sær, at H71 enn heldur fast í vón­ini, sum er, at annað av odda­lið­ unum missir stevið, tá enda­ spurturin í kapp­ingini fer ígongd. Enn er munurin upp til VÍF fýra stig, men megna hoy­víkingar at greiða sín setning, hvørja ferð teir fara á vøllin, so kann tað skjótt henda, at munurin upp til finalu­plássið tódn­ar. jakup@sosialurin.fo H71 - Neistin 31-23 (16-12) 10 min: 5-3 20 min: 12-8 40 min: 21-14 50: min: 25-20 H71: Bogdan Florea 8(1), Boga G. Davidsen 6, Esbern Patursson 6, Rúni Højgaard 4, Jónas Djurhuus 4, Høgni Olafsson 1, Sigmundur Dahl 1, Sigmundur Nolsøe 1 Neistin: Sjúrður Thomassen 5, Jugoslav Djumic 5(2), Blogoje Buha 5(3), Teitur Magnusson 2, Torstein Balle 2, John í Innistovu 1, Rói Hansen 1, Herbjørn Lava 1, Aleks Buha 1 Brotskøst: H71 1/1, Neistin 7/5 Útvísingar: H71 1, Neistin 2 Dómarar: Arnar Dam & Gert Hansen Mynd: Álvur Haraldsen