Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-01-13, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. januar 2014síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 13. januar 2014 · Nr. 5 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur VÍF og KÍF prógvaðu sunnudagin, at tey hava alt tað, sum skal til fyri at geva føroyskum hondbólti nakrar knallgóðar FM-finalur Annar fóturin er gott og væl í FM-finaluni, eftir at Kyndil í gjár basti grannunum úr Neistanum. Hjá verjandi meistarunum verður hinvegin trupult at sleppa somikið langt Kyndil næstan í finaluni Jákup Mørk Tú fært neyvan nakran í KÍF- ella VÍF-leguni at viðganga tað. Men sum gongdin hevur verið í heyst er meira enn bara væl hugsandi, atjúst hesi bæði liðini verða tey, sum skulu dystast, tá FM-finalurn­ar verða á skránni. Í so máta var perspektivið spenn­andi, tá liðini hittust í gjár, og skal útgangsstøði takast í hesum dystinum, so er lítil ivi um, at FM-finalur­ nar verða ein sonn hond­ bólts­veitsla. Ferðin var stór, og eini grannauppgerð so líkt, so var intensiteturin øgiligur í dystinum. KÍF streyk avstað, og stutt fyri hálvleik høvdu teir trivaliga leiðslu. Fýra mál á rað togaðu tó vertirnar upp á javnt fyri steðgin, og eftir steðgin hildu teir fram í somu øði. KÍF royndi at svara aftur, men har bar mest sum einki til, og eyðkendu rópini hjá heimafjøldini gjørdust alt Knallhart oddabrak Alt bendi á tryggan sigur, men VB fór mest sum í svart seinastu løtuna VB misti takið Jákup Mørk StÍF tók eitt fet úr botn­ inum, tá tær í gjár vunnu stig suðuri í Vági. Tað var annars lítið og einki, sum bendi á, at so skuldi verða, tá dysturin í VB-høll­ini var hálvrunnin. Tá var heima­liðið nevnliga greitt omaná, og mest av øllum var spurn­ingurin, hvussu stórur sigurin skuldi verða. Eftir steðgin vendist tó fullkomuliga. StÍF byrj­aði at ota seg nærri og nærri, og ikki minst sýndi Rebekka Justinussen, hvussu góður skjútti hon er. VB tóktist tó at halda tør, men seinasta góða min­uttin av dystinum skor­aði StÍF tríggjar ferðir, og so var fagnaðurin sjálv­ andi ovurstórur, tá tær vunnu sær eitt stig fyri ómakin. VB - StÍF 27-27 (18-11) 10 min: 8-5 20 min: 16-7 40 min: 20-16 50 min: 25-21 VB: Guintare Butkevicuite 10(3), Ingrida Kuodyte 6, Rannvá Johannesen 4, Helga Kjærbo 4, Bjarta Hergeirsdóttir 2, Rúna Jacobsen 1 StÍF: Rebekka Justinussen 10(4), Fríðrun Danielsen 5, Birna Tummasardóttir 4, Paula B. Høgnesen 4(2), Heidi Sevdal 1, Bára B. Danielsen 1, Birita Poulsen 1, Rannvá R. Jacobsen 1 Brotskøst: VB 3/3, StÍF 7/6 Útvísingar: VB 4, StÍF 2 Dómarar: Ragnar Simonsen & Daniel Rápa Jákup Mørk Tað var fult uppiborið, at Kyndil tók stigini, tá tær í gjár spældu grannauppgerð móti Neistanum. Hetta var triða grannauppgerðin teirra millum í vetur, og hetta var fyrsta ferðin, at annað liðið fór við báðum stigunum. Tað var sjáldan nakar ser­ liga stórur munur á liðunum, men hóast nervin soleiðis alla tíðina var til staðar, so er veruleikin eisini, at Neistin ongan tíð var á odda í dyst­ inum. Og tað var bara tríggjar ferðir, at tað stóð á jøvnum. Tvær av hesum ferðunum vóru enntá fyrst í dystinum við støðurnar 1-1 og 2-2. Og tí var talan kanska um ein ruddi­ligan sigur. Eina lítla løtu kring steðgin tóktist Neistin hava yvir­takið, men hetta var stokk­ut. Kyndil streyk aftur av­stað, og niðurstøðan eftir dystin kann helst býtast í tríggjar lutir. Eitt: Breiddin Ein av heilt stóru orsøkunum til, at Kyndil helt leiðsluni allan vegin, var, at tær grønu í vetur hava størri breidd enn bláu grannarnir. Tað gevur venjarunum møguleika at geva stuðulsspælarum neyð­ ugu hvíldina, soleiðis at hesar ikki mugu koyra seg sjálvar fullkomuliga í senk. Sjálvandi eru Simona Petersen og Kristian Griksaite avgjørdir lykla­ spæl­ar­ar, men har eru nú fleiri aðrir spælarar, sum kunnu taka ábyrgd. Jórun Ludvig, Anja Heinadóttir og Randi S. Wardum hava neyðugu royndirnar, men ikki minni stuttligt var at síggja, hvussu spælarar sum Bára K. Hansen, Anna Brimnes og Guðrið Eystberg tóku av sínum møguleika. Hjá Neistanum tykist alt ov nógv hanga á herðunum hjá einstøkum spælarum. Jacklin Durhuus hevur ofta tikið tung tøk í vetur, men hesa ferð tóktist hon ikki hava orkuna til at halda Neist­anum í dystinum. Tað bøtti um, tá hon eftir steðgin slapp at hvíla í verjustøðum, men onkursvegna fekk hon ikki átikið sær ta byrðu, sum hon vanliga ger. Einasti Neista-spælarin, sum veruliga tók ábyrgd, tá liðið annars var mest sum Myndir: Álvur Haraldsen Hondbóltur