mánadagur 13. januar 2014síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 13. januar 2014 · Nr. 5
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
fastlæst fyri steðgin, var
Bára Hansen. Hon skeyt
seks mál fyri steðgin, og tað
er í sjálvum sær flott. Men
tað munar ikki nóg nógv,
tá liðfelagarnir bert høvdu
skotið tvey mál, tá 27 min
uttir vóru farnir.
Tvey: Verjan
Kyndil vísti – serstakliga
fyrstu løtuna av dystinum –
at tær hava eina tí sterkastu
verjuna í landinum. Sæð
burtur frá Báru, ið mest sum
einsamøll megnaði at halda
Neistanum í dystinum, so
fekk grøna verjan fatur á
mest sum øllum. Kanska
gjørdist uppgávan heldur
lættari, tá Neistin í lítlan
mun kundi hótta útifrá, men
flata verjan, sum lat lítið
koma ígjøgnum, dugdi eisini
at skjóta seg út, tá bakkarnir
høvdu hug at hótta.
Saman við Kristinu, ið
er ein av stinnastu málverj
unum í landinum, legði verju
spælið soleiðis ein sterkan
botn undir sigrinum.
Trygdin í verjupartinum
merkti eisini, at Kyndil kundi
spæla trygt og disciplinerað
í álopspartinum. Í øllum før
um so leingi, sum tær ikki fór
at hugsa um, hvat stóð upp
á spæl í dystinum. Gjørdu
tær fyrst hetta, so byrjaði
at ganga galið, men so leingi
fokus var rætt, vórðu fáir
býttir bóltar mistir.
Trý: Dirvi
Tá tú í trý ár hevur verið við
undirlutan í grannalagnum,
soleiðis sum Kyndil hevur
verið tað móti Neistanum, so
kunnu spælararnir hava tað
eitt sindur trupult í einum
leikluti, har tær brádliga
skulu vinna.
Júst hendan respektin var
eisini høvuðsorsøkin til, at
sigurin ikki varð meira sann
førandi enn tað sama. Hvørja
ferð Kyndil vann seg nøkur
mál framum, komu óprovo
keraðir feilir í álopsspælinum,
meðan verjan eisini gjørdist
minni avgjørt. Tað var eins,
og mistu spælararnir fokus,
nú tær brádliga sótu við
stýrisvølin, og tað er kanska
ikki annað enn náttúrligt, tá
tú soleiðis hevur verið við
undirlutan í fleiri ár.
Tað er kanska partur av
eini búningarprosess, har
Kyndil tó er komið langan
veg seinastu trý árini ella so.
Teirri prosessini er Neistin
eisini í, nú tær ikki longur
hava Brauer at taka ábyrgd.
Og eins og hjá Kyndli var ein
ávísur ótti at síggja, tá tær í
løtum høvdu takið.
Var Kyndil tvey, trý og fýra
mál frammanfyri, so settu
tær bláu ferð á, og í nógvum
førum varð spælt bæði skjótt
og væl ígjøgnum, áðrenn
grøna verjan var komin
upp á pláss. Hetta hendi
tó bert í hesum støðum,
har liðið ikki longur hevði
nakað at missa, og hetta er
langt ífrá fyrsta ferðin, at
so er hjá Neistanum í vetur.
Í eini endurbyggingarfasu,
sum liðið er í, er tað eingin
vanlukka, um finaluplássið
ikki gerst veruleiki. Men vilja
spælararnir røkka hesum
plássi, so er eisini neyðugt, at
tær tora at spæla hondbólt.
Eisini
tá
støðurnar
eru
spentar, og mistøk tí kunnu
kosta.
jakup@sosialurin.fo
hvøllari, sum dysturin leið. Í
Kollafirði áttu tey tó seinasta
trumfin. Seinastu árini hevur
orkan at díkja á í samfullar 60
minuttir verið eitt eyðkenni
hjá liðnum, og hetta gjørdi
seg aftur galdandi í gjár.
Seinastu sjey minuttirnar
vann KÍF nevnliga 5-1, og
hóast teir høvdu tveir mans
í undirtal seinastu løtuna
av dystinum, so megnaði
VÍF ikki at gera sær dælt av
hesum, og so endaði háspenn
ingurin við, at stigini fóru til
Kollafjarðar.
Hetta ger, at KÍF nú er
púrasta einsamalt í oddinum,
og tað skal sera nógv til,
áðrenn teir missa nakað
finalupláss.
Vestmenningar
kunnu
hinvegin kenna seg eitt lítið
sindur trýstar, tí StÍF kann
við sigri í sínum útsetta
dysti minka munin í tvey
stig. Men við spælinum, sum
liðini sýndu í gjár, so er tó
lítið at ivast í, at VÍF fer at
vísa avbjóðarunum dura
fjórðingin, tá seinasta kapp
renningin fer ígongd um ein
mánað ella so.
jakup@sosialurin.fo
VÍF - KÍF 29-30 (14-14)
10 min: 5-6
20 min: 8-12
40 min: 19-18
50 min: 26-23
VÍF: Filip Jojic 11(2), Andrias Eriksen 6, Sámal J. Djurhuus 4, Sámal Joensen 3,
Agnar Joensen 2, Julian Olsen 1, Mads Eriksen 1, Sjúrður Nielsen 1
KÍF: Niklas Selvig 7(3), Hans Eli Sigurbjørnsson 6, Magnus Müller 5, Tony
Weyhe 5, Rógvi Weyhe 3, Andriasen Nielsen 2(2), Teitur Joensen 2, Rúni
Joensen 1
Brotskøst: VÍF 2, KÍF 6
Útvísingar: VÍF 7, KÍF 4
Dómarar: Heri Petsersen & Dánjal Samuelsen
Myndir: Álvur Haraldsen
Neistin - Kyndil 21-24 (10-11)
10 min: 2-5
20 min: 4-8
40 min: 14-17
50 min: 18-20
Neistin: Bára Hansen 8(2), Nicoleta R. Hansen 3, Jacklin Durhuus 3(1), Rakul
Augustinussen 2, Eir Berg 2, Unnur Danielsen 1
Kyndil: Simona Petersen 8(3), Anna Brimnes 4, Bára K. Hansen 3, Guðrið G.
Eystberg 2, Jórun Ludvig 2, Ásleyg Súnadóttir 2, Bjarta O. Johansen 1, Anna
Sofía H. Mohr 1
Brotskøst: Neistin 3/3, Kyndil 4/3
Útvísingar: Neistin 1, Kyndil 2
Dómarar: Gert Hansen & Arnar Dam
Hóast Neistakvinnur
við tapinum sóu VÍF
leggja fimm stig millum
annað- og triðaplássið
á stigatalvuni, so vildi
Rakul Augustinussen
ikki geva skarvin yvir,
tá vit tosaðu við hana
eftir dystin.
– Nei, finaluplássið
er
ikki
farið.
Enn
kann alt henda, og
vit mugu bara syrgja
fyri at vinna okkara
dystir. Tað er okkara
problem.
Rakul viðgekk, at
ein stórur trupulleiki á
degnum var, at Neista
kvinnurnar ikki tóktist
heilt til reiðar, tá dyst
urin byrjaði. Men hon
dugdi ikki at siga, hví
so er.
– Í seinastuni hava
vit verið eitt sindur
sløvar,
tá
dysturin
byrjar. Eg veit ikki hví.
Motivatiónin skuldi í
øllum førum verið til
staðar, og tað er hon
eisini næstu ferð, stað
festi Rakul Agustinus
sen.
jakup@sosialurin.fo
Finalan er
enn møgulig
Hondbóltur