Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-01-13, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. januar 2014síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 13. januar 2014 · Nr. 5 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Hilmar Jan Hansen Neyðugt verður hálvfinalu í steypakappingini hjá kvinn­ um í flogbólti, áðrenn greitt er, um tað verður Dráttur ella Fleyr, sum kemur í steypa­ finaluna ímóti Mjølni, sum verður spæld leygar­dagin 15. februar í høllini á Hálsi í Havn. Tað er greitt, eftir at Dráttur vann 3-0 í sera spenn­andi og javnari finalu á Fleyr í Mjølnir-kappingini í Klaksvík um vikuskiftið. Mun­urin á liðunum var tann minst møguleiki, tá tað nú skuldi enda 3-0, tí settúrslitini vóru 25-23, 26-24 og 25-23. Fleyr hevði annars møgu­ leikan við sigri at sleppa bein­ leiðis í steypafinaluna hjá kvinn­um, tí Fleyr vann sína egnu kapping í november. Men nú Dráttur gjørdi bart í Klaks­vík, skulu hesi bæði liðini spæla hálvfinalu annað­hvørt sunnudagin 26. ella mána­dagin 27. januar. Finalan verður ímóti Mjølni, sum 1. desember vann finaluplássið við at vera oddalið eftir fyrsta triðingin av landskappingini. Tað var eis­ini í harðari kapping við Fleyr, tí tá fyrsti triðingurin var farin, lógu Mjølnir og Fleyr bæði á 19 stigum, men Mjølnir var samanlagt eitt sett betri. Annars verður hetta fjórða steypafinalan á rað hjá Mjølnir, sum síðstu trý árini hevur vunnið á SÍ, sum fyri fyrstu ferð í sjey ár ikki verður í steypafinaluni hjá kvinn­um. Fyri sættu ferð Heilt uttan sørvingar verður steypafinaludagurin um ein góðan mánað tó ikki, tí í gjár tryggjaði mansliðið hjá SÍ sær finalusess, tá tað í Mjølnir-kappingini eydnaðist at vinna ein sannførandi 3-0 sigur á Fleyr. Settini endaðu 25-15, 25-20 og 25-14. Longu undan Mjølnir- kappingini var greitt, at vinn­arin fór at koma í final­ una, tí ÍF, ið sum oddalið í landskappingini longu hevur vunnið seg í steypafinaluna, vann Fleyr-kappingina fyrst í november. Nevnast kann, at tá ÍF fyrst í desember stóð ovast í landskappingini, eftir at fyrsti triðingurin av henni var spældur, var tað í harðari kapping við SÍ, umframt at Fleyr eisini var inni í myndini sum triði møguleikin. Annars er tað ikki óvanligt, at júst ÍF og SÍ møtast í steypa­finaluni hjá monnum, tí hetta verður sætta finalan teirra millum, síðani farið var undir steypafinalurnar í 2000. hilmarjan@sosialurin.fo Greitt er nú, at tað verða menninir hjá SÍ, sum skulu spæla steypafinalu ímóti ÍF. Men hjá kvinnunum skal ein hálvfinala til millum Drátt og Fleyr, áðrenn greitt er, hvat av liðunum skal møta Mjølni í steypafinaluni Hóast øll fimm, sum møttu, kláraðu kravtíðirnar til HM, er formaðurin í Róðrar­ sambandinum eitt sindur vónbrotin av, at ikki fleiri røðarar hildu seg framat Mansfinalan millum ÍF og SÍ Fimm røðarar til HM Hilmar Jan Hansen Leygardagin var Róðrar­ neystið á Argjum karmur um úttøkukappingina, har tey kundu royna seg, sum høvdu hug at sleppa við til heims­meistarakappingina í inni­róðri, sum verður í Boston í USA um ein góðan mánað, tann 16. februar. Tilmeldingin var ikki stór, tí bara fimm røðarar møttu upp til kappingina, har tey skuldu klára eina ávísa kravtíð, sum í hesum føri var eitt pláss millum 25 tey bestu, mett eftir úrslitunum frá heims­ meistarakappingini í fjør. Tá avtornaði, høvdu allir fimm røðararnir staðið roynd­ina, so teir sleppa við til Boston í næsta mánað. Tey fimm vóru Toni Dam, Jens Kristian Dam, Búgvi Poulsen, Dánjal Martin Hofgaard og Annetta Cecilia Ejdesgaard. – Tað er hugaligt, at hesi fimm kláraðu kravtíðirnar, og eisini er tað hugaligt, at onkur av teimum hevði sera góð tíð eisini, sigur Jan Herman Hansen, formaður í Róðrar­sambandinum, sum tó er vónbrotin av, at ikki fleiri røðarar hildu seg framat. – At bara fimm møta, er alt ov lítið, so vit hava longu um­hugsað, um vit ikki í fram­ tíðini skulu gera hetta upp á onkran annan máta. Lut­ tøkan í fjør var ikki stór, og í ár var hon uppaftur minni, so spurningurin er, um út­ tøku­kappingin skal skipast øðrvísi og kanska heldur ikki vera fyrst í januar. Tey fimm, ið hava klárað kravtiðirnar til HM, skulu bara møta upp, tá farið verður avstað til Boston, tí Róðrar­sambandið rindar fyri ferð, kost og gisting. hilmarjan@sosialurin.fo Sum ikki einaferð, verður steypafinalan hjá monnum aftur í ár millum ÍF og SÍ Mynd: Álvur Haraldsen