Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-01-13, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. januar 2014síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 13. januar 2014 · Nr. 5 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Hilmar Jan Hansen Skipanin í estetiskum fimleiki, har liðini undanfarin ár hava havt møguleika at melda til B-kapping ella FM, er nú broytt, so í staðin fyri B-kappingina verður ein FM-undankapping, sum øll kunnu tekna seg til. Fýra tey bestu í hvørjum aldursbólki sleppa so víðari úr hesi kappingini til ta endaligu FM-kappingina. – Hetta er ein broyting, ið skal syrgja fyri, at FM veruliga verður millum bestu liðini, tí tað er meira enn so komið fyri, at B-lið hava verið betri enn A-lið, sum hava kappast um føroya­ meistara­heitið, og tað gevur líkasum onga meining, sigur Elin H. Joensen, forkvinna í Fimleika­sam­bandinum. – Nú kunnu feløgini meldað so nógv lið til inn­ leið­andi kappingina, sum tey hava, og so koma tey bestu víðari til sjálva FM- kappingina. Hetta er eisini sami kappingarleistur, ið verður brúktur aðrastaðni, eitt nú í sambandi við HM- kapp­ingarnar, so vit fylgja bara tí, ið gjørt verður alla aðrastaðni. Í tráð við, at A- og B-lið ikki verða longur, samstundis sum feløgini kunnu melda fleiri lið til, verður tað nú soleiðis, at feløgini í staðin fyri A- og B-heiti, skulu geva sínum liðum nøvn. – At nú bara fýra lið verða til FM-kappingina í hvørjum aldursbólki, fer eisini at gera estetiska fimleikin meira áskoðaravinarligan, tí upp á tann mátan tryggja vit, at tey bestu eru við, umframt at talan ikki verður um ov stórt tal á liðum, sigur forkvinnan í Fimleikasambandinum. – Onkuntíð hava kapp­ ingar­nar verið øgiliga drúgvar, tí liðini hava verið so nógv í tali, men nú er alt greið­ari, tí tað verða bara fýra lið í hvørjum aldursbólki, sum sleppa við til FM. Karakterin við Ein onnur broyting er, at før­oyameistaraheitið í veru­ leikanum verður enn meira, enn tað hevur verið, tí tá FM- kappingin verður, fáa liðini eisini við sær teir karakterir, tey hava fingið í steypa­kapp­ ingunum. – Upp á tann mátan fæst enn størri vissa fyri, at tey bestu veruliga eru tey bestu. Skuldi eitt lið, sum hevur staðið seg væl í fleiri steypakappingum, staðið seg illa í hesi einu FM-kappingini, kunnu karakterirnir frá steypa­kappingunum lyfta samlaða avrikið, sigur Elin H. Joensen. – Øll kunnu hava ein ringan dag, so tí er hetta heilt greitt við til at gera føroya­meistaraheitið til eitt heildarúrslit, ið avspeglar bestu úrslitini í øllum kapp­ ingar­árinum og ikki bara tann dagin, tá FM-kappingin er. hilmarjan@sosialurin.fo Fimleikasambandið hevur broytt kappingarleistin í estetiskum fimleiki, so nú verður eingin B-kapping meira, men fyrst ein innleiðandi og síðani ein endalig FM-kapping við fýra teimum bestu liðunum í hvørjum aldursbólki Broyta estetiska fimleikin Sigrid Vang klár til HM Hilmar Jan Hansen Tá heimsmeistarakapping­ in í bogaskjóting verður í Fraklandi um mánað­ar­ skiftið februar/mars, verður í øllum førum ein føroysk kvinna við – og kanska enntá tvær. Longu fyri jól kláraði Sigrid Vang HM-kravið, sum var at skjóta minst 560 stig í ikki bara einari kapping, men tveimum ymsum kapp­ingum. So her er ikki nóg mikið við einum »lucky punch«, men kravið skal røkkast tvær ferðir. Spurningurin er so, um Sigrid skal avstað til Frak­ lands sum einasti føroyski bogaskjúttin, ella um Anja Johansen eisini sleppur við, tí hon megnaði um viku­ skiftið at skjóta júst 560 stig, tá kappast varð á 18 metrum í Havn. – Í mun til Sigrid, sum hevur klárað HM-stigini tvær ferðir, var hetta fyrstu ferð, at eg kláraði tey 560 stigini. Men skal tað eydnast mær at sleppa við til HM, skal eg aftur um vikuskiftið skjóta minst 560 stig, tí tá verður síðsta kappingin, har eg havi møguleikan, sigur Anja Johansen. – Eg havi bara henda eina kjansin aftrat, so hesa vikuna má eg bara spenna meg ordiliga út við venjing, venjing og aftur venjing. Men megni eg at halda høvdið kalt, kann tað gott bera til, so eg fari í øllum førum at royna. Einki av mannfólkunum í føroyskari bogaskjóting hev­ur megnað HM-kravið, sum hjá teimum er 581 stig, so tað verður altso kvinnulig um­boðan – og møguliga tvífald – ið skal seta Føroyar á heimskortið millum boga­ skjúttarar hesaferð. Í kappingini um viku­ skiftið vann Albert Dam úr Ørvi í compound, tá hann í finaluni vann 6-0 á Jógvani Niclasen úr Tambum. Í bronsu­finaluni, sum var millum Kaj Johannesen og Schandorff Vang úr Ørvi, vann Kaj 6-4. Í recurve van Oddmar Nielsen úr Ørvi í finaluni 6-4 á Jastrid M. Jensen úr Tambum, og í bronsfinaluni vann Hans Petur Højgaard úr Ørvi 7-3 á Teiti Dalsgarð úr VágaSkoti. Sigrid Vang hevur longu skotið seg til HM í bogaskjóting, men spurningurin er, um tað eisini fer at eydnast at fáa eina kvinnu við aftrat Mynd: Álvur Haraldsen Sigrid Vang hevur longu skotið seg til HM í bogaskjóting, men spurningurin er, um tað eisini fer at eydnast at fáa eina kvinnu við aftrat Kappingarleisturin í estetiskum fimleiki er broyttur, so bara tey bestu eru við í FM-kappingunum, sum heldur ikki verða so drúgvar longur, sum tær onkuntíð hava verið tað Mynd: Álvur Haraldsen