Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-01-13, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. januar 2014síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 13. januar 2014 · Nr. 5 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Gylt høvi fyri tjóð­ skapar­ligari markering Jóannes Hansen Í gjár vóru fyrstu dystirnir í EM endaspælinum í hond­ bólti í Danmark spældir. Hetta er stórt ítróttartiltak í Dan­mark – kanska tað størsta síð­ani HM í hondbólti fyri 36 árum síðani. At sammeta hesi bæði stóru tiltøkini er markering av, hvussu nógv Europa er broytt, og hvussu nógv er øðrvísi nú, enn tað var fyri meiri enn einari trið­ ings øld síðani. Tey trý londini, sum end­ aðu ovast í HM kappingini í Danmark í 1978, eru ikki til longur: Vesturtýskland vann finaludystin ímóti Sovjet­ samveldinum, og Eystur­ týskland vann uppgerðina um triðja plássið og bronsu­ krónurnar. Danir vóru vónbrotnir av at tapa ímóti Eysturtýsklandi og harvið á stokkinum at missa heiðurskrónurnar. Men kortini vóru teir alt í alt nøgdir við avrikið. Bara silvur­krónurnar í HM kapp­ ing­ini í 1967 vóru betri avrik, og tá var tað so at siga óhugs­ andi, at tað skuldi eydnast at vinna á Sovjet­sam­veld­ inum, teimum báðum Týsk­ londunum og øðrum eystur­ euro­peiskum tjóðum. Nú er longu tað mesta av einari fjórðingsøld farið, síðani múrurin og janrtjaldið hvurvu, og seinnu árini er tað vorðið alt meiri greitt, at ítróttar­fólkini, sum vunnu so nógv – eisini í 1978 – ótu ann­ að enn vitaminir og búffar í fyrireikingunum at røkka góðu úrslitunum. Í staðin fyri jarntjaldið er tað nú ES, sum Europa snarar um. Í 1978 var Danmark eitt av níggju limalondum í EEC, sum framvegis grulvaði. Nú eru mest sum allir luttakarar­nir – burtursæð frá Íslandi og Noregi – partar av ES sam­veldinum. Eitt annað av undan­tøkunum er Russland, sum er í bólki við Fraklandi, Serbia og Póllandi. Merkisvert er tað, at saman­ renningin av Eysturtýsklandi og Vestur­týsklandi ikki er við í kappingini. Týskland megnaði ikki at kvalifisera seg í EM endaspælið. Markeringin Tá ið Danmark í gjárkvøldið legði fyri í EM endaspælinum við at vinna 29-21 á Makedonia, var tað ikki so óvænt­að, at sigurin fór at verða so sannførandi. Luturin hjá Danmark er at verja EM heitið, sum danir vunnu fyri tveimum árum síðani, og teir hava fólkið og ikki minst í Ulrik Wilbek venjaran til tað. Tað mest óvæntaða og merkis­verda var heldur, hvussu nógv tað varð gjørt burtur­úr, at Danmark var á heimavølli í Jyske Bank Boxen í Herning – somu høll har Pál Joensen stutt undan jólum vann EM silvur . Høllin var proppað við 15 túsund áskoðarum, sum allir fingu lítið Dannabrog stungið í hondiina, tá ið tey komu til høllina. Millum áskoðararnar vóru so mong av teimum, ið um­boða Dan­ mark. Á odda vóru krún­ prinsurin og for­sætis­mála­ ráð­harrin, og millum mongu fólka­tings­limir­nar, sum vóru at síggja, var Kristian Thulesen Dahl, for­maðurin í Dansk Folkeparti, sum hevur havt nógvan undan­ vind, síðani hann tók við for­mans­sessinum eftir Piu Kjærgaard. Flokkurin livir millum annað av at vera í andstøðu til ES og at gera nógv burturúr tí, sum er eyð­ kent av at vera danskt. Síðani HM kappingin var í Danmark í januar-februar 1978 hevur ES yvirtikið av­ gerðarrættin í einum stórum parti av politikkinum og búskap­inum í Europa. Kapp­ ingar­møguleikin millum tjóðirnar er minni ella burtur á mongum økjum. Tí er tað ikki minst í ítróttar­kapp­ ingum, at møguleikin at mark­era tjóðskapin verður roknaður at vera kærkomið høvi at sleppa úr tí, ið ofta kennist sum spennitroyggja, og tí vóru tey 15 túsund í høll­ ini í gjárkvøldið so at siga øll á liðnum hjá Kristian Thulesen Dahl – íroknað krúnprinsurin og forsætismálaráðharrin. Úrslitini Hondbóltsspælið varð upp­ funnið í Danmark, og danir og sviar hava altíð staðið seg lut­falsliga væl. Hesa ferð verður Danmark roknað at vera stóri favoritturin at endur­vinna EM. Svøríki er við at endurreisa seg, eftir gylt tíðar­skeið og síðani aldu­dal. Í dag verður ferðslan stór um Oyrasundsbrúnna, tí dystir­nir hjá Svøríki verða spældir í Brøndby høllini, ið verður rættiligur heimavøllur hjá teimum gulu og bláu. Ísland hevur seinnu árini staðið seg framúr væl í hond­ bólti. Tindurin var silvur­ krónurnar í OL kapp­ingini í Kina í 2008. Hóast stór­ stjørnan Ólafur Stéfansson er givin, so megnar Ísland fram­vegis at gera um seg. Í gjár var eingin ivi, tá ið íslendingar í fyrsta dyst­inum í hesi kappingini spældu ímóti Noregi í Gigant­ium høllini í Aalborg. Ísland legði fyri sum eitt ódnar­veður og vann 31-26. Tað er neyvan nakar ivi um, at Ísland saman við sponsku heims­meistar­ unum, sum í gjárkvøldið vunnu 34-27 ímóti Ungarn, eru millum favorittarnar at sleppa víðari í kappingini. Trý tey bestu í bólkinum, sum Danmark er í, og trý tey bestu í bólkinum, sum Ísland er í, fara at telvast um tvey pláss í hálvfinalunum, sum vera fríggjadagin í næstu viku. At breiddin á liðnum ikki er so stór, vísir seg ofta at kosta hjá íslendingum, tá ið teir hava verið í eldinum nakrar ferðir. At Danmark hevur stóra breidd á liðnum sást í gjár­ kvøldið. Í málinum mest sum setti Nicklas Landin propp í, og frammanfyri hann fingu allir útispælararnir roynt seg. Heimsstjørnurnar- eitt nú Mikkel Hansen og Rene Toft Hansen – sótu fittar løtur á beink­inum og hvíldu seg. Teir vera ikki so moyrir sum nógvir aðrir, tá ið avgerandi dystirnir vera á skránni. Tá ið HM kappingin var í Danmark í 1978, vóru føroy­ ingar væl nøgdir við, at tað bar til at síggja dystirnar í video í fyrsta lagi dagin eftir, at teir vórðu spældir. Nú er møgu­leiki at síggja allar dystir­nar beinleiðis, og tey eru mong, sum fylgja við. Hond­bóltsdystir á hesum støð­inum eru framúr undir­ hald í sjón­varpinum. joannes@sosialurin.fo EM í hondbólti er størsta endaspælið í Danmark síðani HM endaspælið í 1978, tá ið heimurin sá so nógv øðrvísi út, enn hann nú ger og møguleikarnir hjá føroyingum at fylgja við vóru heilt øðrvísi enn nú Millum áskoðararnar vóru so mong av teimum, ið um­boða Dan­mark. Á odda vóru krún­prinsurin og for­sætis­mála­ráð­harrin Nicklas Landin setti mest sum propp í danska málið Myndir: Polfoto Hondbóltur