mánadagur 13. januar 2014síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 13. januar 2014 · Nr. 5
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ein heilsan til Kára hjá Stranda Jenny
Frá Sonju hjá Annelisu
Sonja A. Gaardlykke
Saltangará
Góði Kári, sum so mangir
aðrir javnaldrar arbeiddi eg
á Føroya besta arbeiðsplássi,
har Jølli (sum eg einferð helt
vera ein hundur, tí pápin var
bóndi og hann Tummas bað
meg koma at vitja Jølla) var
leiðari. Sum tað var gott at
koma á posthúsið í Saltang
ará tá, og man merkti har
moniin. Kanst tú ikki hjálpa
mær nú, tú situr í løgtingi
num?
Góði Kári!
Problemið er leið 440.
Bussurin, sum koyrir av Toft
um og inn í Skálabotn og aft
ur, nokk eisini sama problem
ið hinumegin fjørðin.
Eg búgvi jú í Saltangará
eins og tú og Mona. Eigi fýra
ommubørn í Havn. Tá eg havi
verið dadda, havi eg fyri tað
mesta tikið leið 400 klokkan
10:50 úr Havn, og hevur hesin
bussurin havt samband við
Toftir. Soleiðis er ikki meira.
Ein taxa av Skipaneskrossi
num og heim til mín kostar
100 krónur. So túrurin verð
ur so dýrur. Niklái, sum jú
eisini var postboð á Føroya
besta arbeiðsplássi, hevur
koyrt síðani uppsøgnina og
sigur, at hendan túrin, sum
hevði samband við leið 400
til Klaksvíkar av Farstøðini
klokkan 10:50 vóru sera, sera
sera sjáldan ongi ferðafólk.
Hví hevur bussurin ikki
samband við Toftir hvørja
ferð, so høvdu foreldur ikki
verið noydd at koyra inn
eftir teimum ungu, sum tey
gera nú. Ella skúlanæming
arnir kundu spart pengar til
bilin at hava á krossinum.
Leingið barnsburðarfarloyvið til eitt ár!
Sunneva Mohr
mamma og
námsfrøðingur
Sum mamma og námsfrøð
ingur meini eg, at barns
burðarfarloyvið
eigur
at
verða longt til eitt ár, og for
eldrini eiga sjálvi at gera av,
hvussu tey býta farloyvis
tíðina.
– ”Tú mást upp góði, tú
skalt í vøggustovu.” Eg rykki
og skrykki í 8 mánaðar gamla
sonin. Hann skilir sjálvsagt
einki, gevur mær eitt bros
og vendir reyv. Eg taki hann
upp, skifti á honum og royni
at kroysta eitt sindur av
greyti niður í hann. Hann
dugir ikki serliga væl at eta
og enn minni at drekka. Eg
pakki hann væl inn, fari út
í oysandi regnið við honum,
fyri síðani at fara inn í kalda
bilin.
Hóast tey eru fitt og pro
fessionel
í
vøggustovuni,
kann eg ikki lata vera við at
hugsa: ”-hann er alt ov lítil til
hetta lívið. Tey kenna hann
ikki. Duga tey at lesa hann
av, tá hann er tystur, svangur,
móður ella tá honum leingist?
Hann liggur á gólvinum enn.
Fara hini børnini at traðka
á hann? Hann kannar enn
”heimin”
við
munninum
og bítur alt og øll, ið fara
framvið. Fer hann at bíta hini
børnini? Eri sannførd um, at
børn hava best av at vera
heima fyrsta árið. Høvdu vit
bara havt møguleika at havt
hann heima”
Orsøkirnar til at eg meini,
at foreldrini eiga at vera
heima hjá barninum fyrsta
árið eru fleiri. Barnið mennist
nógv fyrsta árið. Frá so gott
sum einki at kunna og duga
til árs gomul at samskifta
við ljóði, andlitsbrøgdum og
kropsmáli. Rulla sær, grulva,
sita, spæla, eta og drekka. Tey
flestu hava slept bróstinum
ella fløskuni, og eru tí ikki
eins bundin av at vera nær
mammuni alt døgnið. Um
eitt árs aldur reagera børn
uppá sítt navn, siga einstøk
orð, nøkur ganga framvið, og
summi hava eisni slept sær.
Tey eru farin at eta ”vanligan”
mat, ið eisini hevur við sær,
at tey sova betur um náttina.
Samanumtikið eru tey betur
fyri motoriskt at fara út í
stóru verð ársgomul heldur
enn 6-7 mánaðar gomul, ið
føroyska skipanin leggur
upp til.
Seinastu árini eru tað
eisini fleiri og fleiri serfrøð
ingar, ið meina, at børn undir
tvey ára aldur ikki eiga at
ansast av øðrum enn sín
um foreldrum. Ein, ið ikki
leggur fingrarnar ímillum í
kjakinum, er psykologurin
Ole Schouenborg. Við bók-
ini
”Velferdsslyngel”
hev
ur hann aftur sett hol á
kjakið í Danmark, nær eitt
barn eigur at byrja á stovni.
Hann meinar, at tað bert
eru foreldrini, ið kunnu geva
sínum børnum tann trygg
leika, ið hevur við sær, at
tey fáa eitt gott sjálvsvirði,
ið er avgerðandi fyri menn
ingina hjá barninum. Aðrir
serfrøðingar vilja vera við,
at barnið verður traumati
serað av skilnaðinum frá
foreldrunum, og at stress
niveauið á stovni kann hava
varandi mein á barnið.
Um børn ikki vera trau
matiserað og fáa lívlangan
skaða av at ganga í vøggu
stovu, so má eg ásanna, at tað
stríður ímóti míni sannføring
bæði sum mamma og náms
frøðingur at fara frá átta
mánaðar gamla soninum
hendan kalda vetrarmorgum
í januar.
Orsøkin er, at eg veit,
at lítli sonur okkara hevur
tørv á tryggum og róligum
umhvørvi, umsorgan, nær
leika og kærleika. At hava
tey um seg, ið kenna hann
og hansara tørv best. Hann
hevur tørv á at kunna balla
seg aftur, um hann ikki
hevur sovið væl um náttina.
At fáa bróst frá mammuni, til
hann ordiliga hevur lært at
eta og drekka og onkran at
styðja seg, til hann er komin
at sita.
Til tykkum, ið sita við
landsins
leiðslu.
Leingið
barnsburðarfarloyvið
og
gerið tað møguligt hjá for
eldrum at velja at vera heima
hjá sínum børnum fyrsta
árið. Hetta hevði uttan iva
sæst aftur í burðartølunum,
fólkatilflyting og ikki minst
í nøgdsemiskontuni hjá før
oysku familjuni.
Trý prosent lønarhækkan takk!
Teitur Vágadal
sjúkrarøktarfrøðis
lesandi
Uppsparingin er vorðin veru
leiki og árligi prísvøksturin er
enn til staðar. Ongar greiðar
ábendingar eru um at prís
vøksturin í samfelagnum fer
at steðga. Framgongdin er
spakulig og støðug í samfel
aganum og er tað sjálvandi at
fegnast um.
Avbjóðingin
Fakfeløg í Føroyum eru tó
komin í eina nýggja avbjóð
ing: Hvussu skal framyvir
samráðast komandi 15 árini
nú tá tvungna uppsparing
skal útinnast? Hvørji krøv
skulu setast og hvussu skal
tað samráðast? Og týðningar
miklast við hvønn? Tí at ein
óvani hevur stungi seg upp í
føroyska arbeiðsmarknaði
num. Politikkara blanda seg
og blanda seg alt ov nógv.
Játtarnarkarmar
verða
settir við, sum avmarka
samráðingarmøguleikan
á
arbeiðsmarknaðinum.
Seinastu tvey árini hava
vit sæð semjur, sum ikki hava
givið vøkstur samsvarandi
inflationini í samfelaganum.
So har hava hesi fakfeløg
fingið ein lønarniðurskurð.
Og tað er ikki haldbart í
longdini. Antin viknar støð
an hjá arbeiðsfólkunum ella
koma bara størri krøv eina
ferð seinni, og tá møguliga
eisini fleiri verkføll. Og verk
fall er síðsta amboðið fak
feløg hava og vilja brúka.
Pensjón
15 % yvir 15 ár skal takast av
lønini hjá arbeiðstakarum.
Hetta verður so sjálvsagt gott
tá ein einaferð fer á pensjón,
men tað skal eisini livast í nú
inum. Tað, ið politiska skip
anin, óvitandi, hevur framt
við pensjónini er at seta eyka
trýst á løntakarar og harvið
á
fakfeløgini.
Peningurin
til dagligu nýtsluna minkar
árliga, meira fer til pensjón
ina. Og so stendur vali mill
um at stramma reimina ella
at fáa meira í løn. Flestu løn
takara í Føroyum hava nøk
ulunda sømdir, men eru tað
ikki nøkur eyka hol á reimini
eftir.
Danmark er enn einaferð
dømt til at hava hægsta
kostnaðarstøði í Europa, og
prísirnir í Føroyum eru um
14 % hægri enn í Danmark.
Og inflation er framvegis um
eini 2 % árliga.
Áheitan til fakfeløg!
So mín áheitan til fakfeløg
í Føroyum er at tit mugu
krevja 3% í lønarhækkan
árliga.
Tað er ikki øll fakfeløg, ið
vera rakt av hesum, men fyri
tað liggur tað til fakfeløgini
til at varðveita keypiorkuna
og lívsgóðskuna hjá sínum
limum. Landsins vald hevur
so prógva seg ikki til at hava
skil fyri tí.
3% lønarhækkan árliga má
til fyri at dekka pensjónina
og inflationina.
Um
tað
ikki
verður,
fáa arbeiðsfólk í Føroyum
minni pening at liva við.
Og livikostnaðurin er ikki
lækkandi.
Henda áheitan er mest til
fakfeløg við láglønarbólkum,
tí at tey hava fingið ein
skattahækking á 12 % á pen
sjónina í einum høggi.
Ónda ringrásin
Og hava fólk minni pening
at liva fyri, ja, so brúka tey
ikki líka nógvan pening.
Og so veksur BTÚ ikki líka
nógv. Ei heldur hjálpir tað,
at almenna alla tíðina skal
spara sambært samgonguni,
tí at tað almenna hevur eina
sera stóra ávirkan á BTÚ.
Men hey, vit kunnu so
fegnast um at samgongan
vil geva politisku flokkunum
meira pening til politiska
upplýsing. Ella?