mánadagur 13. januar 2014síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 13. januar 2014 · Nr. 5
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Seksuellur ágangur – tabu?
– hjálparleys offur
Poul Jóhan Djurhuus
Týskvøldið 7. januar var
stórur
almennur
fundur
hildin í GRÚGVUNI í Lamba.
Tað var Hilda Viderø, sum
hevði tikið stig til fundin, og
tað var fullsett.
Hon bjóðaði til fundar
vegna
felagsskapin
ÁSÁ,
sum stendur fyri “Árin av
Seksuellum Ágangi.” Felags
skapurin er stovnaður í 2009
við tí endamáli at kunna um
hvat tað ger við børn, tá tey
verða útsett fyri seksuellum
ágangi.
Hilda er ein eldsál inn
an fyri hetta málsøkið, sum
má sigast at vera eitt ógvu
liga heitt evni í dagsins Før
oyum. Tað varð upplýst á
fundinum, at hóast eingi al
menn hagtøl eru tøk, so kann
man við rímiligari vissu siga,
at onkustaðni millum 10-
20 % eru offur fyri seksu
ellum ágangi – eitt tal, sum
rópar um hjálp! og hjálp er
nevniliga tað, sum Hilda og
onnur við henni vildu við
fundinum týskvøldið.
Hilda hevði áhugaverdan
fyrilestur um evni, og legði
upp til spurningar og tjak, og
tað varð væl tikið undir við
øllum, sum varð ført fram.
Spurningar og viðmerkingar
ruku um høvdini á fundar
luttakarunum, sum eisini
fingu høvið til ein drekka
steðg, har evni varð víðari
viðgjørt mann til mann.
Tjakið var bæði livandi og
sakligt, og varpaði enn meiri
ljós á málið, enn sjálvur fyri
lesturin.
Tungir fundar
luttakarar
Á
fundinum
vóru
fleiri
prestar,
samkomuleiðarar,
bíbliulærarar, prædikumenn,
summarleguleiðarar, stovns
leiðarar og onnur, so tað er
skilligt, at tað var eitt tungt
klientel, sum Hilda helt
fyilestur fyri. Tað fekk hon
eisini at royna, tá fleiri av
hesum settu spurningar og
komu við viðmerkingum og
ískoytum. Men Hilda, sum
hevur virkað á feltinum síð
ani 1993, dugdi væl at svara
og leggja fram.
Hagtøl
Onkur stovnsleiðari kom inn
á, at tað eru eingi almenn
hagtøl í Føroyum viðvíkjandi
seksuellum ágangi á børn, og
at hetta er sera óheppi: “Tað
er sera kostnaðarmikið at
útvega kvalifiseraði hagtøl
um hesi viðurskifti, men
tað er tað almenna, sum má
játta pening til slíkt kann
ingararbeiði.”
Fyribyrging
Eisini varð upplýst á fund
inum, at støð sum Zarepta,
Nesvík og samkoman Lívdin
hava
gjørt
vegleiðingar
viðvíkjandi fyribyrging av
seksuellum ágangi á teirra
øki; “men hesar vegleiðingar
hjálpa lítið, um tær verða
lagdar niður í eina skuffiu,”
segði onkur.
Viðgerð
Eisini varð upplýst til sam
anberingar, at alkoholikarar
fáa ókeypis viðgerð, meðan
tann seksuelt skaddi ikki
kann fáa ókeypis viðgerð,
“men verður viðkomandi
alkoholikari, sum úrslit av
seksuella áganginum, so fær
hann/hon ókeypis viðgerð,
og tað vísir seg í mongum
førum, at slík ofta gerast
alkoholikarar.”
Í fyrilestrinum fingu lut
takarnir eisini at hoyra, at
ein út av tíggju krenkarum
eru kvinnur, og at krenkarin
dugir ikki at síggja, at tað er
skeivt, sum hann ger.
Seint uppdaga
Hilda tók sum dømi eina
ferðsluvanlukku, har per
sónur er fyri stórum per
sónligum løstum. Eina slíka
vanlukku síggja og vita øll
um við tað sama, og man fær
tikið hond um tann seka og
tann skadda beinanvegin.
Men soleiðis er tað ikki, tá
krenkarin fremur ágang á
barnið. Vanlukkan hendir í
einum lukkaðum rúmi, har
einans krenkarin og barnið
eru til staðar. Eingin sær,
eingin hoyrir og eingin boðar
frá, og vanlukkan verður ikki
steðgað, men endurtekur seg
aftur og aftur.
Betri kunning
Ímóti endanum av fund
inum varð skotið upp, at
tað varð gjørt munandi
meiri við at geva fólkinum
í samkomunum eina kvali
fiseraða kunning um tær
víttfevandi
fylgjurnar,
bæði fyri ofrið, krenkaran
og familjurnar hjá báðum,
sum standast av seksuellum
ágangi á børn.
Fólkið fór av fundinum
við tí í skjáttini, at vit mugu
gerast betur til at síggja,
hoyra og boða frá!
gjaranes@olivant.fo
200 ár síðan Kielarfriðin
Zakarias Wang
Mikunátt verða 200 ár síðani
núverandi Noreg varð skilt
frá okkum sambært friðar
sáttmálan í Kiel, sum er dag
settur 14. januar 1814.
Hetta var ásett í einum
sáttmála, sum kongur okkara
gjørdi við Svøríkis kong.
Kongur okkara var Noregis
kongur, sum samstundis var
kongur í Danmørk og eisini
stýrdi
hertogadømunum
Slesvík og Holstein á mark
inum við Týskland.
Hetta ríkjasamband skuldi
vera saman um kríggj og frið,
og nú hevði okkara kongur
verið uppi í einum kríggi,
sum hevði fingið ein ringan
enda. Hann hevði tapt, og
fremmandir hermenn vóru
komnir inn um ríkismark.
Kongur noyddist at rinda
fyri friðin við lata jørð.
Svøríkis kongur kravdi
at ríkjasambandið millum
Noreg og Danmark varð
upployst, soleiðis at Noreg
kom saman við Svøríki. 7.
januar 1814 gekk Danmarkar
kongur við til hetta, og hetta
var grundarlagið fyri sam
ráðingunum millum part
arnar í Kiel vikuna eftir.
Men
so
hendi
nakað
óvæntað.
Stórabretland,
sum eisini var í kríggi við
Noregis og Danmarkar kong,
kravdi at fáa ein part burtur
av Danmarkar ríki, nevnliga
oynna Helgoland, sum er
í
landsynningshorninum
í Norðsjónum. Hon er lítið
størri enn Lítla Dímun, men
hevur góða havn, og hesa
oyggj høvdu bretar hersett í
1807 og hundraðtals bretskir
úthandlar vóru har. Bretar
vildu ikki sleppa hesum
kravi, og vandi var fyri at
hetta kundi forkoma allari
friðartilgongdini.
Tá var tað, at svenski
oddamaðurin,
krúnprins
urin Karl Johan, skar ígjøg
num og gjøgnum sín sam
ráðingarmann skeyt upp,
at Grønland, Føroyar og
Ísland
framvegis
skuldu
vera í ríkjasambandinum
við Danmørk. Hetta gekk
danski samráðingarmaðurin
við til, og hesum fyri at
takka eydnaðist at fáa friðar
sáttmálan undirritaðan kl.
trý náttini til 15. januar 1815,
men dagsetingin var tó dagin
fyri, tann 14. januar.