Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-01-13, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. januar 2014síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 13. januar 2014 · Nr. 5 Gunvør Balle á trettanda 2014 Í 1927 helt Jørgen-Frantz Jacobsen røðu á fólkafundi undir heitinum “Vit skulu sjálvir”. Har sigur hann m.a., at stevnuskráin frá 1889 hjá Føringafelagnum um at gera Føroyar sjálvbjargnar í øllum lutum má fram aft­ ur í hásetrið. Hann greið­ir fundarfólkinum frá vita­ mála­stjóranum í Íslandi, ið hevði sagt, at fyri hvørja ferð íslendingar hava fingið meira sjálvræði, hevur tað skapað størri framburð í landinum. Jørgen-Frantz endar røðu sína við at siga, “soleiðis verð- ur tað eisini hjá okkum. Vit skulu sjálvir.” Hetta varð borið fram í 1927. Øll hesi ár seinni kunnu vit sanna, at eisini hjá okkum hava vit støðugt sæð størri framburð so hvørt vit hava tikið meir sjálvræði. Men enn er nakað eftir á mál, og nú 125 ár eru liðin síðan Jólafundin, er stevnuskráin hjá Føringafelagnum, tíverri, enn tíðarbær. Tað er íborið í okkum menniskjum, at vilja klára okkum sjálv. Fyri vaksin fólk er tað ein sjálvsøgd drívmegi, at vilja standa á egnum bein­ um, bæði fíggjarliga og á ann­an hátt. Fyritøkur seta æru í at skapa vøkstur og virk­semi, og endamálið er at hava yvirskot og ikki vera bundin at stuðli og hjálp. Hesin hugburður er grund­ leggjandi fyri sjálvsálitið hjá tí einstaka og fyri sam­ felagsligan framburð og hann hevur verið avgerandi fyri, at tað gongst landi og fólki so frægt sum tað ger. Tá hesin hugburður er so púra nátúrligur fyri okkum øll persónliga og vinnuliga, hví so ikki eisini tá tað snýr seg um okkum sum land og tjóð? Eyðsæð eru hesi stavnhald ikki minni neyðug tá umræður Føroyar sum land og okkara framtíðar møgu­leikar í heiminum. Í kanningini “Førleiki í útlegd” sum Rógvi Absa­ lon­sen gjørdi í 2009 um før­ oyskar útisetar í Stóra Bret­ landi sæst, at íalt 65% av teim­um 120, ið hava svarað, at tey eru samd ella sera samd í útsøgnini “Føroyar skulu hava fullveldi”. Og ongin ivi er um, at ein stórur meiriluti av føroyingum - eisini mong javnaðar- og sambandsfólk - halda, at føroyingar skulu klára seg sjálvar og gerast leys av fremmandum stuðli. Tí er tað ein so ótrúlig and­ søgn, at vit nú hava eina polit­iska leiðslu, ið hevur hækk­að blokkstuðulin aft­ ur og harvið sent ein upp­ gevandi boðskap út til allar føroyingar; vit megna ikki at reka landið sjálvi, vit mugu biðja um meir pening utt­ anifrá. Fyri tað um landsins leiðsla ikki hevur dirvið, áræði og sjálvsálit til at taka fulla ábyrgd, so hevur fólkið alt tað dugnasemi og framfýsni sum skal til, og tað megina skal ongin taka frá fólkinum. Og neyðarrópið um meir pening hendir samstundis sum vit hesi ár hava metstórar inntøkur, - av alivinnu, uppi­ sjóvarvinnu, ferðavinnu og í 2014 eisini av oljuvinnu. Tað er ikki bara ein ússalig og óvirðilig biddaragongd, hon er eisini fullkomiliga óneyð­ ug. Politisku flokkarnir hava skyldu til at fremja meiri­ lutan av fólksins vilja og leggja alla orku í at gerast leys av donskum pengum. Tjóðveldi hevur fleiri ferð­ir lagt uppskot fram fyri Løgtingi um at tengja inn­tøkuvøkstur landsins og út­slúsing av ríkisveitingini saman. Tað snýr seg einfalt um, at so hvørt inntøkurnar í landinum vaksa, so fara 50% av hesum vøkstrinum til at minka ríkisveitingina á fíggjar­lógini, meðan 50% av inn­tøkuvøkstrinum fer inn á fíggjarlógina. Við hesi skiftis­ skipanini verður leyst­liga mett, at fíggjarlógin verð­ ur óheft av donsku ríkis­ veitingini eftir 8-12 árum. Í fyrrnevndu útiseta- kann­ing sigur ein føroyskur les­andi í London, at “tað er ofta eitt sindur frustrerandi at vera føroyingur, hevði man blivið samdur um onkrum viðvíkjandi sjálvstýrisleiðini, so trúgvi er samleikin hevði blivið nógv sterkari. Eg minn­ ist aftur tá eg gekk í Hoy­ dølum í 1998, tá helt man, at nú fór man at blíva samdur, nú fór okkurt at henda. Tá var ein ótrúliga góð kensla í landinum.” Hesi útsøgn munnu flest­ allir føroyingar vera samdir í og tær prógva, at okkara fólk hevur uppiborið eina polit­iska leiðslu, sum gevur fólkinum eitt størri mál at savnast um og vera errin av. Eina leiðslu við greiðum hugsjónum um at skapa eitt sjálvstøðugt land fyri tey mongu heldur enn fyri tey fáu. Tá vit seta verkætlanina “Sjálvbjargnar Føroyar” á skrá, tendrast ein neisti av eldhuga og bjartsýni millum fólk og hesar kenslur eru fremsta drívmegin til størri vøkstur og framburð. Tí eru mál sum stjórnarskipan og fólkaatkvøða um ríkisveiting og framtíðar viðurskiftini við Danmark so neyðug at fáa aftur á breddan. Tá vit sam­an hava víst í verki at vit saktans megna at skapa eitt gott samfelag uttan stuð­ul, fer tað at broyta alla myndina av hvat ber til og hvat, ið ikki ber til. Tí tað eru bara vit, ið kunnu byggja og bjarga hesum landinum. Í heyst sleppa íbúgvarnir í Katalonia og Skotlandi til fólkaatkvøðu um sjálvstýrið. Frá okkara politisku leiðslu er púrt onki í væntu, tí er mítt størsta nýggjársynski, at øll tey, íð veruliga ynskja at síggja eina aðra leið fyri hetta landið, tala at og á allan hátt royna at gera sína ávirkan galdandi. Tá polit­ iska hugsjónarloysið er so fullkomið sum tað hevur verið í drúgva tíð, er skilligt at fólk fellur í fátt og líka­ sælan fær fastatøkur. Men ábyrgdin er okkara allra at broyta umstøðurnar vit liva í. “Be the change that you wish to see in the world” segði Gandhi. Nýggjársynski 2014 er fáa sjálvbjargni og framtíðar støðu Føroya aftur á skrá Eldraøkið gimsteinurin í vælferðarsamfelagnum Eyðgunn Samuelsen tingkvinna Ein kend sjónvarpsrøð eitur ”Gimsteinurin í krúnuni”. Heiti vísir til, hvussu stóran týdn­ing eingilsmennn mettu India hava í tí enska hjá­ landa­veldinum. Tað er ongin ivi um, at eldra­øki er hjarta í vælferðarsamfelagnum. Heit­ar hendur syrgja fyri at hjarta, kann hava tað gott, hóast tað kanska ikki slær so skjótt, sum í ungum árum. Tey sum vóru á arbeiðs­ marknaðinum undan okkum hava, við sínum høvdum og hondum, skapt henda gim­ steinin. Ein gimsteinur, ið tryggjar okkum, at tá ið vit hava gjørt okkara fyri væl­ ferðarsamfelagið, so hava vit rætt til fíggjarligan stuðul á ellisárum og rætt til hjálp frá heitum hondum. Hava ikki valt privatu loysnina Vit hava ikki valt eitt sam­ felag, har hvør skal sæta sær, bæði meðan vit eru ung og røsk og tá ið mátturin svíkur. Tí vit ynskja ikki eitt sam­ felag, har tað er trupul­leikin hjá tí einstaka, um og hvussu vit klára okkum, tá ið vit ikki orka longur. Hetta samfelagi hava vit føroyingar higartil sagt nei til, og eg eri vís í, at tey allarflestu av okkum, framvegis siga nei til hetta samfelagið. Vit ynskja felagsskapin, tí tað er so nógv lættari at lyfta, tá ið vit eru fleiri um tað. Tað er so nógv tryggari at vitað, at tá ið vit eldast so eru vit fleiri, enn bara tú og eg, hvør sær, ið standa aftanfyri og tryggja okkum tær tænastur, ið vit kanska koma at hava brúk fyri. Stórar avbjóðingar fyri framman Ein gimsteinur skal pussast javnan, um hann skal halda á at skína. Eldraøki hevur ikki altíð verið handfari líka væl, seinnu árini hevur tað nærmast verið misrøkt. Stórar sparingar hava verið framdar. Tíðirnar broytast, krøvini og hugsanin um hvussu bjart gimsteinurin skal skína eru broyttar. Stóra avbjóðingin er, at fáa gim­steinin at lýsa og skína, í fram­tíðini undir broyttum um­støðum. Samgongan velur ikki og ynskir ikki at taka hesa av­bjóðingin á seg. Heldur tvørtur­ímóti, hon velur at flyta gimsteinin til nøkur onnur at taka sær av. Hesi, ið skulu taka sær av gim­stein­ in­um, fáa hann í føvningin, júst í tí líki sum hann er í. Gevi kommununum ein kjans at menna eldraøki Tey ið nú tveita gimsteinin frá sær, siga onki um, at tey, ið nú skulu ansa honum skulu halda hann vakran og skín­andi. Tað er heilt upp til nýggju eigarnar at gera av, um teir velja at viðlíkahalda og menna gimsteinin, ella tey lata hann vera óbroyttan. Tað verður enntá sagt, at tað er gott, um nøkur velja at handfara hann betur, enn hann er í dag, og í lagi, at onnur lata hann vera í sama standi sum hann var, tá ið tey fingu hann. Eg eri vís í, at tey sum nú fáa gimsteinin í varðveitslu ynskja at fara væl við honum. Trupuleikin er, at samgongan ikki leggur upp til, at komm­ unurnar fáa tað ið skal til, fyri at gimsteinurin skal skína langt inn í framtíðina. Tí eiga vit at syrgja fyri, at gimsteinurin verður hand­ að­ur kommunum, á ein hátt sum gevur møguleika fyri at menna hann. Minstukrøv til útlegging Tað besta er at landið legði upp fyri fíggjarliga, so møgu­leiki er at halda eitt javnt tæn­astu­støði kring alt landið. Tað eigur at greinast nærri hvat tænastustøðið ætlanin er at veita og trygd fáast fyri at fakliga dygdin er í lagi. Spurningurin um ognar­uppgerð millum komm­ unur má loysast. Tað eigur at verða ásett í lógini at røkt og umsorgan ikki kann privati­ ser­ast. Peningurin, ið fylgir við, eigur at verða í samsvari við hvat eldraøki veruliga kost­ar og oyramerktur til eldra­røktina. Verða hesi krøv uppfylt, so kenna vit okkum tryggari við, at landið ikki bert kastar uppgávuna frá sær, men hevur skipað so fyri, at fortreytirnar fyri at loysa uppgávuna væl, veruliga eru til staðar.