mánadagur 13. januar 2014síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 13. januar 2014 · Nr. 5
Almenn rættleiðing til Anniku
Olsen um rehabilitering
Heðin Mortensen
borgarstjóri
Herfyri setti Sirið Stenberg,
løgtingskvinna,
skrivligan
fyrispurning
til
Anniku
Olsen,
landsstýriskvinnu,
um samdøgursrehabilitering
á Boðanesheiminum og re
habilitering (endurmenning)
til heimabúgvandi borgarar.
Svarið hjá Anniku Olsen
er í besta føri illa frágingið
og gevur ikki løgtinginum
hvørki eina sanna ella greiða
mynd av málinum. Tí hesar
almennu rættleiðingar.
Sirið Stenberg spyr lands
stýriskvinnuna,
um
hon
fer at virka fyri, at samdøg
ursrehabiliteringin á Boða
nesheiminum kann halda
fram í 2014, og hvussu hon
annars ætlar at tryggja
heimabúgvandi
borgarum
gerandisrehabilitering
og
ambulanta rehabilitering.
Orsøkin til fyrispurningin
er ivaleyst skriving í fjøl
miðlunum í november í fjør
um, at Almannamálaráðið
ikki fer at játta fígging til
samdøgursrehabiliteringina
á Boðanesheiminum, og at
hetta tilboð til heimabúgv
andi borgarar, sum hevur
avbera góð úrslit at vísa á, tí
dettur niðurfyri.
Royndarverkætlanin
Annika Olsen svarar løg
tingskvinnuni,
at
sam
døgursrehabiliteringin
á
Boðanesheiminum er ein
royndarverkætlan,
sum
Tórshavnar kommuna sjálv
støðugt hevur sett í verk
innanfyri játtanina í 2013, og
at Almannamálaráðið varð
ikki kunnað um hesa verk
ætlan, fyrr enn eftir at hon
varð sett í verk.
Tað er rætt, at talan er
um royndarverkætlan, sum
byrjaði 1. august 2013. Tað
er eisini rætt, at Tórshavnar
kommuna hevur sett verkætl
anina í gongd. Tað er tó ikki
rætt, at Almannamálaráðið
ikki varð kunnað.
Arbeiðið at skipa sam
døgursrehabiliteringina
byrjaði
beinanvegin,
at
stovnurin byrjaði á heysti
2012. Longu 29. januar 2013
varð ætlanin løgd fram fyri
Almannaverkinum. Ætlanin
sæst eisini aftur í reglugerðini
fyri Boðanesheimið, sum
landsstýriskvinnan góðkendi
tann 22. mars 2013.
Reglugerðin ásetir í enda
málsgreinini, at heimið hev
ur til endamál at bjóða um
lætting til heimabúgvandi
pensjónistar, ið hava tørv á
røkt ella venjing, og við um
sorgan at stuðla undir virkis
førleika hjá tí einstaka. Har
umframt at bjóða tænastur til
heimabúgvandi pensjónistar,
ið vilja viðvirka til ella at
styrkja um virkisførleikan
og vælveruna, og harvið
stuðla undir møguleikanum
hjá hesum at búgva longst
møguligt í egnum heimi.
Við støði í hesum varð
virksemisætlan fyri sam
døgursrehabilitering og dag
tilhald til heimabúgvandi
á Boðanesheiminum gjørd.
Men hildið varð ikki ráðiligt
at seta hetta í gongd, tá Al
mannamálaráðið onga fígg
ing hevði játtað.
Sum alternativ varð tí
gjørd ein royndarverkætl
anarlýsing, sum Almanna
verkið fekk í apríl 2013. Sum
framhald av hesum kom eitt
lið av 10 fólkum frá Almanna
verkinum á Boðanesheimið
til framløgu og kunning um
verkætlanina – hetta var
tann 22. mai 2013.
Men heldur ikki nú fekst
játtan. Enn ein roynd varð
gjørd á fundi í Almanna
málaráðnum hin 26. juni
2013, tá landsstýriskvinnan
persónliga fekk handað verk
ætlanarlýsingina
íroknað
kostnaðarmeting og kunning
um verkseting.
Tað endaði við, at Boðanes
heimið við at brúka spardar
feriulønir,
kundi
fíggjað
verkætlanina til jóla, men
bæði landsstýriskvinnan og
embætisverk hennara hava
verið beinleiðis kunnaði og
tikin uppá ráð í allari til
gongdini.
At
landsstýriskvinnan
rekur framundir einki at
vita um verkætlanina, og at
Tórshavnar kommuna fyri
landskassans pengar virkar
í sjálvdrátti, er lítið sømiligt,
tá veruleikin sum omanfyri
víst er ein heilt annar.
Játtanin til
Boðanesheimið
Í svarinum til Sirið Stenberg
upplýsir landsstýriskvinnan,
at Boðanesheimið verður í
fíggjarhøpi javnsett við hini
røktarheimini í landinum.
Hetta er ikki so.
Longu í 2012, tá stovnurin
byrjaði, og alt 2013 hevur
drúgt samskifti verið við
bæði Almannaverk og Al
mannamálaráð um játtanina
til Boðanesheimið, júst tí, at
heiminum verður ikki játtað
somu fígging sum onnur
røktarheim fáa.
Landsstýriskvinnan
vísir í svarinum til, at Boða
nesheimið fær eina játtan,
sum svarar til dagsprísin
x tal av búfólki. Hetta er
bert hálvi sannleikin. Boða
nesheimið fær ikki tann
hægra demensdagsprísin til
demensdeildina, so sum aðrir
stovnar við demensplássum
fáa. Boðanesheimið fær held
ur ikki játtan til dagtilhald,
sum aðrir fáa.
At so er, fæst sjón fyri søgn
í fylgiskjali 5 til lógarpakkan,
sum løgtingið hevur fingið í
sambandi við útleggingina
av eldraøkinum til kommun
urnar. Skjalið lýsir, hvussu
ymisk
normeringin
(árs
verk pr. búfólk) er á ymsu
eldrabústovnunum.
Har
sambæriligir stovnar sum
Eysturoyar røktar- og ellis
heim og Lágargarður hava
normering millum 1,01 og 1,09,
so er normeringin hjá Boða
nesheiminum niðri á 0,85.
Sagt á annan hátt, so
skuldi Boðanesheimið havt
millum 10 og 15 fleiri full
tíðarstørv fyri at koma upp
á somu normering sum hinir
báðir nevndu stovnar.
Og orsøkin til hetta er, at
stovnarnir verða ikki fíggjar
liga javnsettir, so sum lands
stýriskvinnan vil vera við.
Játtan bert til
“vanligt virksemi”
Landsstýriskvinnan
sigur
víðari í svarinum til løgtings
kvinnuna, at tá røktarheimið
varð bygt, var tað í játtanini
til heimið ikki lagt upp fyri,
at virksemið á heiminum
skuldi fevna um annað enn
tað vanliga virksemi, t.e.
játtan til føst búpláss. Tískil
varð heldur ikki í rakstrinum
fyri heimið lagt upp fyri eini
meirjáttan til annað virksemi
– sum í hesum sambandi
má merkja eitt nú rehabili
tering.
Av svarinum kann lesast,
at tað má verða komið bæði
landsstýriskvinnuni og øllum
hennara embætisverki sera
dátt við, at Boðanesheimið
er bygt eisini til “annað virk
semi” enn tað “vanliga virk
semið”.
Veruleikin er, at Almanna
málaráðið hevur verið bein
leiðis partur í tilgongdini at
byggja Boðanesheimið frá
fyrsta degi. Tað varð nevniliga
sett sum krav fyri stuðuls
láninum frá landskassanum,
at Almannamálaráðið skuldi
hava umboð í bygginevnd
ini.
Og hetta umboðið hjá Al
mannamálaráðnum – henni
til rós – varð serstakliga
aktivt serliga í mun til funk
tionellu krøvini, har stórur
dentur skuldi leggjast á
góðar
umstøður
júst
til
rehabilitering. Hesum tók
Tórshavnar kommuna eisini
fult undir við, hetta er alt í
greiðum samsvari við allar
fakligar tilráðingar.
Landsstýriskvinnan sjálv
veit í øllum førum fullvæl,
at Boðanesheimið er bygt
til meira enn “vanligt virk
semi”. Tá bygningurin stóð
liðugur at taka í nýtslu í
november 2012 hálovar hon
júst møguleikarnar við “øðr
um virksemi”. Í røðu síni
til hátíðarhaldið segði hon
m.a.:
Tað kann kanska ljóða
løgið, men Boðanesheimið
kann soleiðis gerast ein
óbeinleiðis orsøk til at færri
borgarar koma at fáa ein tørv
á einum røktarheimsplássi.
Og tað er júst hetta sum eg
haldi eigur at vera politikk
urin á eldraøkinum komandi
árini.
At
leggja
størri
áherðslu á heilsufremjan
og fyribyrging og at menna
tey tilboð, sum geva borgar
anum fyritreytirnar at fáa
fleiri góð og virkin ár í heim
liga umhvørvinum. Boðanes
heimið kann eisini vera ein
beinleiðis stuðul til at fremja
hendan politikkin í verki.
Við teimum umlættingar
plássunum og tilboðunum
um ergo- og fysioterapi, sum
røktarheimið kemur at bjóða,
verður til dømis møguligt at
skipa endurmennandi tilboð
til búfólk eins og heimabúgv
andi.
At leggja størri áherðslu
á heilsufremjan og fyri
byrging og at menna tey til
boð, sum geva borgaranum
fyritreytirnar at fáa fleiri góð
og virkin ár í heimliga um
hvørvinum. Boðanesheimið
kann eisini vera ein beinleiðis
stuðul til at fremja hendan
politikkin í verki. Við teimum
umlættingarplássunum og
tilboðunum um ergo- og
fysioterapi, sum røktarheim
ið kemur at bjóða, verður til
dømis møguligt at skipa end
urmennandi tilboð til búfólk
eins og heimabúgvandi.
Hvar leyp so ketan av?
Jú, hóast øll eru glað, ikki
minst
landsstýriskvinnan,
um teir góðu rehabiliterings
møguleikarnar á Boðanes
heiminum, so rakk hetta ikki
til at játta neyðugu fígging
ina.
Og einki talar fyri, at
nøkur fígging kemur, tó at tað
bert er einar 2,0 mió árliga,
sum talan er um fyri eina
samdøgursrehabilitering fyri
umleið 30 borgarar árliga og
eitt dagtilhald fyri umleið
50 borgarum til reglugliga
rehabilitering – umframt tær
venjingar, sum tey fastbúgv
andi fáa.
Fíggingin er ikki har!
Tí
landsstýriskvinnan
letur í svarinum til Sirið Sten
berg ongan iva verða um, at
játtaðir verða ikki pengar til
endamálið.
Landsstýriskvinnan
svarar nevniliga, at Boða
nesheimið fær fulla játtan
(vanligan dagsprís) fyri tey
plássini, sum verða brúkt av
borgarum, sum eru fevndir av
endurmenningartilboðnum.
Hon staðfestir, at tað er út
gangsstøði og meting Al
mannamálaráðsins, at tað
ber til at veita eina góða
endurmenningartænastu
fyri hesa játtan.
Tað,
sum
landsstýris
kvinnan her í veruleikanum
sigur, er, at rehabilitering og
“annað virksemi” á Boðanes
heiminum skal fíggjast av
teim pengum, sum játtaðir
eru til “vanligt virksemi”. Tað
merkir, at neyðugt verður
at skerja í vanligu røktini
á tí stovninum í Føroyum,
sum frammanundan hevur
vánaligastu
normeringina,
so sum víst omanfyri.
Hetta er í fyrsta umfari
røktarfakliga
óforsvarligt.
Fyri tað næsta, so er hetta
als ikki í samsvari við tað,
sum
landsstýriskvinnan
sjálv legði so alstóran dent
á, tá sparikrøvini heglaðu
niður yvir røktarheimini í
fjør. Tá skuldi sparast, men
bara ikki í røktini. Men nú
er so tann broyting, at tá um
rehabilitering ræður, tá er í
lagi at spara í røktini.
Verri er, at landsstýris
kvinnan harumframt upp
lýsir, at borgarin skal rinda
132 krónur um samdøgrið fyri
tilboðið. Í mun til tilboðið
á Boðanesheiminum hevði
hetta givið umleið kr. 240.000
árliga. Tað er rætt, at borgarin
skal rinda hetta gjaldið,
tað er ásett í kunngerð um
røktarheim § 18, stk. 4, undir
skrivað av Anniku Olsen,
landsstýriskvinnu.
Men landsstýriskvinnan
tigur tó um tað týdningar
mesta, nevniliga, at røktar
heimið, í hesum føri Boðanes
heimið, fær ikki hesar pengar
til raksturin. Tvørturímóti, tí
§ 18, stk. 4 ásetir, at gjaldið
fellir til – landið!
Jú, sanniliga. Nei, fíggingin
er ikki har, Annika Olsen.
Sorgarsøgan
Landsstýriskvinnan
má
skilja, at rehabilitering er
ikki nakað, ið kemur í staðin
fyri røkt – hvørki í mun til
starvsfólk ella fígging. Fysio-
og ergoterapeutarnir, sum
knýttir eru til rehabiliter
ingina, koma aftrat og skulu
sjálvandi fíggjast. Hetta er tó
pengar, sum uppá sikt vinna
seg inn aftur í ríkiligt mát,
tað vita øll.
Í svarinum til Sirið Sten
berg ásannar landsstýris
kvinnan fyri so vítt hetta.
Hon ætlar at seta nógv í
gongd á økinum, tó at hon
samstundis vísir á, at hon ikki
longur skal hava ábyrgdina,
men kommunurnar, og dyrgir
eftir, at hetta fer Tórshavnar
kommuna sjálv at orna eftir
2015.
Hon vísir eisini til eitt
yvirlit yvir verandi rehabili
teringsvirksemi. Har sæst, at
meðan Almannaverkið veitir
fleiri
rehabiliteringstilboð
úti um alt landið, hevur Al
mannaverkið at kalla einki
virksemi í høvuðsstaðnum.
Yvirlitið má tí pyntast við
tí, sum Tórshavnar komm
una sjálv hevur sett í verk.
Tað mátti givið landsstýris
kvinnuni okkurt at hugsa
um.
Royndarverkætlanin við
samdøgursrehabilitering
endaði 20. desember 2013 og
nú er einki rehabiliterings
tilboð á Boðanesheiminum.
Verkætlanin royndist sera
væl, so sum fjølmiðlar eisini
greiddu frá fyri jól. Ein
sonn sólskinssøga fyri øll,
men sum nú er endað sum
sorgarsøgan
hjá
Anniku
Olsen, landsstýriskvinnu.
At hon fer so jánkasliga
um sannleikan í svarinum
til løgtingið, bøtir ikki uppá
støðuna.