Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-01-13, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. januar 2014síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mánadagur 13. januar 2014 · Nr. 5 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Aftursvar til Heðin Mortensen Annika Olsen Landsstýriskvinna í almannamálum Heðin Mortensen, borgar­ stjóri í Tórshavn hevur eina al­menna rættleiðing til mín viðvíkjandi svari upp á skrivligan fyrispurning frá Sirið Stenberg løg­tings­ kvinnu, har Heðin Mortensen førir fram, at Annika Olsen “gevur ikki løgtinginum hvørki eina sanna ella greiða mynd av málinum”. Tað er harmiligt, um svarið kann hava elvt til misskiljing, men eg má staðiliga vísa aft­ ur, at eg ikki havi givið ting­ inum eina sanna og greiða mynd av málinum. Fyrispurningurin hjá Sir­ ið Stenberg, løgtings­kvinnu snúði seg um endur­menn­ ing, herundir um sam­døg­ urs­rehabiliteringina á Boða­ nes­heiminum, ið hevur verið nógv frammi í fjølmiðlunum nú fram til jóla. Í almennu rættleiðingini førir Heðin Mortensen m.a. fram at: “Tað er tó ikki rætt, at Almannamálaráðið ikki varð kunnað”. 26. juni 2013 var, sum borg­arstjórin vísir á, fundur í Almannamálaráðnum mill­ um Tórshavnar kommunu og Almannamálaráðið. Á fund­inum greiddi Tórs­havn­ ar kommuna m.a. eis­ini frá roynd­arverk­ætl­a­n­ini við­ víkj­andi sam­døg­urs­rehabili­ ter­ing á Boðanesheiminum. Tórshavnar kommuna segði tá, at royndarverkætlanin kundi ikki fara í gongd vegna vantandi játtan til tess, og harmast varð um hetta. Eg skrivi í svarinum til Sirið Stenberg at “ Sam­ døg­urs­rehabiliteringin á Boðanesheiminum er ein roynd­arverkætlan, sum Tórs­havnar kommuna sjálv­ støðugt hevur sett í verk innanfyri játtanina í 2013. Sostatt er tað ikki Al­manna­ málaráðið, sum hevur sett verkætlanina í gongd, og var ráðið ikki kunnað um hesa verkætlan, fyrr enn eftir at hon varð sett í verk”. Hetta skal skiljast soleiðis, at eg varð ikki kunnað um, at Tórshavnar kommuna kortini setti verkætlanina í verk, hóast kommunan bæði á fundi 26. juni og í skrivi til mín 31. juli, boðaði frá, at royndarverkætlanin ikki varð skipað “vegna vantandi fígging”. Tí er tað rætt, tá eg í skriv­liga fyrispurninginum í mun til verksetanina av royndarverkætlanini svari, at tað er ikki Almanna­ mála­ráðið, sum hevur sett verkætlanina gongd, og at ráðið ikki varð kunnað um at royndarverkætlanin kortini varð sett í verk. Í baksýni, kundi eg fyri greidleikan skyld, í mínum svari til Sirið Stenberg, undirstrikað betur at talan var um manglandi kunning frá Tórshavnar kommunu um, at royndarverkætlanin kortini var sett í gongd. Tað er greitt fyri øll­um, at eg kenni hesi ynski hjá komm­ununi, tí bæði eg og borgar­stjórin hava skri­v­ að um hesi viður­skifti í les­ arabrøvum, har borg­arstjórin fýlist á mangl­andi játtan til endamálið. Hetta merkir tó ikki, at eg var kunna um at verk­ ætlanin var sett í gongd av Tórshavnar kommunu. Tað er hvør sítt mál. Játtan Heðin Mortensen viðger eisini játtanina til Boðanes­ heimið og at hendan ikki er javntstillað við onnur røktar­heim í landinum. Til hetta er at siga, at tað hevur verið rættiliga vanligt, at røktarheimini eru byrjaði við vanliga virkseminum og hava so víðkað virksemið so hvørt, sum fíggjarliga orkan hevur verið til tess. Eg eri glað fyri og fegnist um, at Boðanesheimið er væl útbygt og hevur nýmótans fasilitetir, til at veita eina viftu av góðum tilboðum. Tað er eisini rætt, at játtanin tað fyrsta árið var til vanligt virksemi. Í ár er positivt sett av á fíggjarlógini ein upphædd afturat til eindina fyri frontaldement og eg havi tilskilað í svarinum til Sirið Stenberg at: “Áðrenn Almannaverkið sendir øllum stovnum undir eldrarøktini játtanarskriv, fer landsstýriskvinnan at kanna nærri, um tørvur er á eini eyka játtan til Boða­ nes­heimið, soleiðis at sam­ døgursrehabiliteringin kann halda áfram.” Endaligt játtanarskriv til Boðanesheimið fyri 2014 er ikki givið enn. Tí kann Heðin Mortensen ikki longu nú gera endaliga niðurstøðu um, at ætlanin er slept við­ víkjandi tilboðnum um sam­ døgursrehabiliteringin á Boðanesheiminum. Bummgjaldið skal burtur tá lánið er afturgoldið Marjus Dam Tað var avtalan. Sum løgtingsmaður var eg við til at arbeiða fyri at gera Vágatunnilin á sinni. Nógv kjak var um bummpeningin tá. Hetta var fyrsti tunnil, íð var gjørdur, har ein skuldi gjalda fyri at koyra ígjøg­ num.  Tað var púra greitt í løgtinginum, at tá lánið var niðurgoldið, skuldi parta­fe­ lagið avtakast eins og bumm­ peningurin. M.a. tað gjørdi, at fleiri fólk settu búgv í Vágum. Men nú ætlar Uni Dan­ iel­sen og møguliga onkur ann­ar at seta ein stoppara fyri einari positivari gongd her vesturi eins og teir ætla at spenna bein fyri økinum norðanvert Leirvíksfjørð. Teirra skaðiliga ætlan má ikki eydnast. Vit mugu hava visiónir og byggja land, eisini vestanfyri og norðanfyri.  Nú verður løgmaður Kaj Leo Johannesen í Sosialinum sagdur at taka undir við at vit skulu halda fram at gjalda. Eg tosaði fyri kortum við løgmann, har hann segði, at hann í einum svari til Poul Michelsen hevði ú­t­trykt seg óheppið og at bumm­peningurin sjálvandi skuldi avtakast tá lánið var niðurgoldið. Hann segði eis­ini, at politiskt var als ikki meiriluti fyri at krevja bumpeningagjald eftir at lánið var afturgoldið. Eg velji at trúgva tí í Kaj Leo Johannesen, løgmaður, segði við meg.  Annfinn Kalsberg, var løg­ maður tá bæði Vága og Norð­ oya tunnilin vórðu gjørdir. Hann sigur sum rætt er, at polit­iska avtalan var, at bumm­peningurin fall burtur, tá lánið var afturgoldið. Bæði fyri Vága og Norðoyatunnil. Tí roknaðu fólk við at koma at gjalda í uml 15 ár. Og tað er har vit eru nú. Og so skal gjaldið burtur. Nógv fólk hava sett bústað í Vágum, júst tí at m.a. bummpeningurin fall burtur um stutta tí.  Tí eru úttalilsini hjá Una Danielsen beinleiðis landsskaðilig við tað at tey eru skaðilig fyri Vágar og Norðoyggjar.   Bergur í Garði, sáli, ið eg tosaði við fleiri ferðir tey árini hann var nevndarformaður, var heilt greiður í síni útsøgn. At hølva lánið niður skjótast gjørligt, so ein slapp av við bummgjaldið. Uni Danielsen tosar um hvat liggur í teim  politisku kortunum. Tað er ikki hans­ ara uppgáva at tosa um polit­ isk kort. Men at gjalda lánið aftur og síðan avtaka part­ afelagið. Eitt partafelag, í kostar nógv at reka. Í mun til at viðlíkahald uppá 13 kr/ mánaða fyri hvønn bil. Tað kann krevjast inn í t.d. vegskatti. Tað gev­ ur 5 milliónir krónur til við­ líkahald av tunli og krevur onga umsiting.