týsdagur 14. januar 2014síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 15. januar 2014 · Nr. 6
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Jón Brian Hvidtfeldt
Ambitiøsa málið hjá Bústað
um um at metta føroyska
leigumarknaðin hevur latið
bíðað eftir sær. Ásannandi
at tað tekur tíð at byggja, er
Andras Róin farin í penga
kassan hjá gamla Húsaláns
grunninum fyri síðani at
keypa sær eitt úrslit.
- Ja, vit halda okkum
hava gjørt ein góðan handil.
Tørvurin á íbúðum er sera
stórur í Suðurstreymoy, og
á henda hátt koma vit skjótt
ígongd, sigur Andras Róin.
Stjórin á Bústøðum hevur
tveir av teimum átta íbúð
arblokkunum á Heimasta
Horni. Til samans 24 íbúðir í
trimum ymiskum støddum,
sniðum og prísklassum.
- Húsaleigan verður úr
umleið 5500 krónum upp í
7000 krónur um mánaðin,
umframt el og hita, sigur
Andras Róin, sum hevur
hugt eftir listaprísunum hjá
Skyn, nú hann skal seta prís
á húsaleiguna.
Íbúðirnar
á
ovastu
hæddunum verða eitt sind-
ur dýrari, umframt at størru
íbúðirnar kosta eitt sindur
meira at leiga enn tær
smærru.
Íroknað húsaleiguna er
limaskapur í Bústaðum, um
siting, húsavørður og annars
alt viðlíkahald. Men nýtslan
hjá hvørjum einstøkum leig
ara kemur sum nevnt aftur
at.
Kontant
Samlaði kostnaðurin fyri
íbúðarblokk nummar 36 og
nummar 38 er 38,4 milliónir
krónur.
Bústaðir
eigur
pengarnar.
- Ja, her er einans talan
um eginfígging. Vit eiga
pengarnar og hava goldið
kontant, sigur Andras Róin
og vísir á tær umleið 300
millónir krónurnar, sum Bú
staðir hevur at arbeiða við.
Íløgan skal tó forrentast, og
verður húsaleigan tí ásett eftir
grundprincippinum, at talan
er um at læna pengar til 2,75
prosent rentu yvir 30 ár.
Men fyri at fáa húsaleigu
na so langt niður sum tilber
hevur Bústaðir gjørt av at
30 prosent av íløguni verður
sett inn sum eitt slag av
stovnsfæ.
- Tað merkir í veruleika
num, at bara 70 prosent av
íløguni skal forrentast, í
hvussu er í fyrstu atløgu.
Bústaðir er eitt nýtt felag á
nýggjum marknað, og tí velja
vit at arbeiða á henda hátt.
Men við árunum koma vit at
eiga alsamt fleiri íbúðir, sum
eru útgoldnar og koma at
kasta pengar av sær. So sæð
í tí ljósinum halda vit okkum
kunna forsvara eitt stovnsfæ
á 30 prosent, argumenterar
Andras Róin.
Eftirspurningur
Av
teimum
umleið
1700
limunum í Bústaðum ynskja
umleið 1200 ein bústað í
Suðurstreymoy.
Eftir keypið er næsta stig
ið at fara eftir bíðilistanum
at finna leigarar til tær 24
íbúðirnar.
- Eg havi góðar vónir um
at leiga alt út beinanvegin,
sigur Andras Róin, sum ikki
roknar við at leiguprísirnir
fara at styggja fólk burtur.
Tað er tó ikki soleiðis, at
fólk verða koyrd av bíðilista
num, um tey ikki hava hug at
taka av eini íbúð á Heimasta
Horni.
- Nei, vit ringja út til tey
ovastu á bíðilistanum. Eru
tey áhugað, so fáa tey skrivlig
tilboð um eina íbúð. Er ikki
áhugi, so fara vit víðari á
listanum. Vit koyra ikki fólk
av listanum, hóast tey ikki
taka av hesum tilboðnum,
sigur Andras Róin og vísur á,
at tilboðið á Heimasta Horni
var ikki til, tá fólk teknaðu
seg sum lim í Bústaðum.
Klárt verður at flyta inn í
tær 24 íbúðirnar á Heimasta
Horni fyrst í mai.
Sosialt
Nú
stjórin
á
Bústøðum
stendur við 24 leiguíbúðum á
hondini, hevur hann gjørt av
at bjóða Almannaverkinum
og Tórshavnar Kommunu
atgongd til nakrar teirra.
- Vit ynskja tætt samstarv
við Almannaverkið og kom
munurnar, har vit koma at
hava
okkara
leiguíbúðir.
Vit ynskja, at nakrar íbúðir
skulu vera til taks til fólk við
serligum tørvi, sigur Andras
Róin.
Stjórin á Bústaðum vísir
á, at tað sjálvandi er ein
samráðingarspurningur
og spurningur um aktuella
tørvin, júst hvussu nógvar av
íbúðunum á Heimasta Horni
verða tøkar hjá Almanna
verkinum
og
Tórshavnar
Kommunu.
- Men eg vildi mett, at eini
tríggjar ella fýra av teimum
24 íbúðunum vóru tøkar
til myndugleikarnar, sigur
Andras Róin.
Broytingin í mvg-lógini,
sum frítekur nýbygging av
leiguíbúðum fyri meirvirðis
gjald, sigur at 10 prosent av
íbúðunum skulu vera tøkar
til fólk við serligum tørvi.
38 milliónir á borðið
Bústaðir metir seg hava gjørt kvetti við at keypa 24 íbúðir á Heimasta Horni í Havn.
– Eg rokni við at leiga allar út beinanvegin, sigur Andras Róin, stjóri
LES MEIRA Á SÍÐ U 6