týsdagur 14. januar 2014síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 15. januar 2014 · Nr. 6
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Jón Brian Hvidtfeldt
Sølulistin á Heimasta Horni
tódnaði niður í eina helvt,
nú Bústaðir hevur gjørt eitt
stórt hál í at røkka sínum
máli um at víðka føroyska
leigumarknaðin.
Tað
er
BankNordik, sum umvegis
eitt dóttirfelag eigur allar
átta íbúðarblokkarnar við til
samans 96 íbúðum í trimum
sniðum og støddum.
- Ja, vit halda okkum
hava gjørt ein góðan handil,
nú vit hava selt 24 íbúðir í
einum, og fyri ein nøktandi
prís, sigur John Rajani, stjóri
í BankNordik.
Fyri BankNordik hevur
stóra byggiætlanin á Heim
asta Horni verið ein sonn
marra. Verkætlanin fór av
bakkastokki í 2006, tá und
ir navninum ”Blokkar Und
ir Gráasteini”. Ein ambitiøs
ætlan um at byggja 96 eigara
íbúðir, og eitt aftursvar til
líknandi byggiætlan hjá Eik
Banka Undir Kongavarða.
Men
byggisjusk
við
eykarokningum á upp til
250.000 krónur fyri eina íbúð
settu djúpar kílar í verkætlan
ina, og endin gjørdist eitt
fallitbúgv, sum bankin mátti
lofta við stórum tapi. Stór
ur partur av arbeiðinum er
gjørt av nýggjum, og síðani
hevur BankNordik, umvegis
dóttirfelagið Skyn, roynt at
selja íbúðirnar. Enntá við
lagaligari fígging. Komið var
í helvt, og nakrar og fjøruti
íbúðir stóðu eftir til sølu, tá
Bústaðir kom inn í myndina.
Samráðingarnar byrjaðu
einaferð í heyst, og nú er
keypssáttmáli
undirskriv
aður um íbúðarblokk 36 og
38 fyri ein samlaðan prís á
38,4 milliónir krónur.
- Jú, vit hava givið ein ávís
an avsláttur í mun til, hvat
íbúðirnar annars hava stað
ið til sølu fyri. Men afturfyri
hava vit selt nógvar íbúðir
í senn. Tí halda vit okkum
hava gjørt ein góðan handil,
sigur John Rajani.
Avslátturin, í mun til sølu
prísirnar hjá Skyn, liggur um
15 til 16 prosent.
Sambært
John
Rajani
hevur tað gingið rímiliga væl
at sleppa av við íbúðirnar.
- Men tað hevur verið
ein drúgv prosess, ásannar
bankastjórin, sum tí fegnast
um at hava selt tveir íbúðar
blokkar í einum høggi.
Sambært
sølulistanum
hjá felagnum á Heimasta
Horni, eru í dag 24 íbúðir
eftir á sølulistanum. Hesar
eru spjaddar yvir hinar seks
íbúðarblokkarnar.
John Rajani ynskir í løtuni
ikki at gera viðmerkingar til,
hvussu sølan til Bústaðir
ávirkar
roknskapin
hjá
BankNordik.
Jón Brian Hvidtfeldt
Hóast bæði bæði keypari
og seljari siga seg hava
gjørt ein góðan handil, so
er framvegis meira eftir av
somu vøru, tá talan er um
íbúðirnar á Heimasta Horni
í Havn.
24 íbúðir eru á sølulista
num hjá BankNordik, sum
júst hevur selt aðrar 24 til
Bústaðir.
- Nú byrja vit við hesum,
og so mugu vit síggja,
hvussu eftirspurningurin
fer at vera, sigur Andras
Róin.
Sum tað sæst í aðrari
grein um sama mál, so er
stjórin í Bústaðum annars
bjartskygdur um at tað fer
at eydnast honum at leiga
út allar 24 íbúðirnar beinan-
vegin. Andras Róin vísir á
bíðilistan, har umleið 1200
fólk ynskja sær ein bústað í
Suðurstreymoy.
- Jú, møguliga taka vit
upp aftur samráðingar við
seljaran um at keypa meira,
játtar Andras Róin.
Men fyrst skulu hesar
íbúðirnar sum nevnt leigast
út.
Eisini hevur Bústaðir
fleiri verkætlanir á veg í
Suðurstreymoy, har eftir
spurningurin eftir íbúðum
er størstur.
22 íbúðir verða bygdar á
Óðinshædd. 12 íbúðir verða
bygdar við Skansan í Havn,
34 íbúðir verða bygdar í
Mattalág, og harumframt
verða 30-34 íbúðir bygdar
við Dalavegin.
- Her er talan um rætti
liga ymiskar íbúðir. Ymisk
snið, ymiskar støddir á íbúð
um í ymiskum prísklassum.
Tær fyrstu av hesum verk
ætlanum fara í gongd til
várs, sigur Andras Róin.
- Ein góður handil
Bústaðir umhugsar longu at keypa fleiri íbúðir
á Heimasta Horni. – Men fyrst vilja vit síggja
eftirspurningin, sigur Andras Róin, sum hevur
fleiri aðrar verkætlanir á tekniborðinum
Eitt stig í senn
Fyri BankNordik vigar tað meira at
sleppa av við nógvar íbúðir í senn,
heldur enn at fáa hægsta prísin.
– Tí eru vit nøgd, hóast íbúðirnar eru
seldar við avsláttri, sigur John Rajani
John Rajani hevur selt
íbúðarblokk 36 og 38 til
Bústaðir fyri 38,4 mió