týsdagur 14. januar 2014síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 15. januar 2014 · Nr. 6
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
meldurin
Rannvá G. Fossaberg
- Tá eg hoyri um ógvuslig
ferðsluóhapp, fara tankarnir
alt fyri eitt aftur til ta nátt
ina, tá eg sjálvur var við í eini
ferðsluvanlukku. Tað er ein
so ræðulig uppliving, og eg
veit akkurát, hvussu ringt
øll tey, sum eru partur av
vanlukkuni, hava tað, sigur
Fríði Nolsøe á Sandi.
Fyri 20 árum síðani var
hann saman við trimum
vinmonnum í eini ferðslu
vanlukku á Sandoynni. Tann
eini vinmaðurin, Herolvur
Jensen, doyði í vanlukkuni.
- Tey ungu mugu vita, at
ein ógvuslig ferðsluvanlukka
kann raka øll. Tað skal bara
ein lítil feilur til, áðrenn tað
gongur galið, sigur Fríði.
Vit hugsaðu einki
Tað var tíðliga týsmorgunin
15. juni í 1993, at Fríði og
tríggir vinmenn vóru fyri
ferðsluvanlukkuni, sum Fríði
ongantíð gloymir.
Kvøldið fyri var tann tá 16
ára gamli Fríði farin til Søltu
víkar saman við tveimum
vinmonnum, har teir skuldu
tjalda.
- Vit skuldu bara hugna
okkum, grilla og drekka eina
øl ella tvær. Og vit høvdu tað
eisini ógvuliga hugnaligt,
minnist Fríði.
Nakað út á kvøldið kom
ein annar vinmaður til Søltu
víkar við bili. Sum tímarnir
gingu, blivu teir allir ávirkað
ir og fóru at tosa um, at tað
kundi verið stuttligt at farið
ein biltúr til Skopunar.
- Vit hugsaðu ikki um, at
vit høvdu drukkið, tá fýra
okkara settu okkum í bilin.
Tann fimti legði seg at sova.
Fyri at siga sum er, so var tað
ikki fyrstu ferð, at vit koyrdu,
tá vit høvdu drukkið, og tað
hevði hvørjaferð spælt væl
av, greiðir Fríði frá.
Á túrinum til Skopunar
hevði bilurin alt ov nógva
ferð, og beint norðan fyri
Hálsavøtnini við Sjúrðar
mýru fór bilurin út av
vegnum.
Bilførarin
breyt
hálsin, Fríði breyt ryggin,
meðan tann einasti, sum
sat í trygdarbelti bert skar
seg í andlitið. Tann fjóðri í
bilinum, sum var Herolvur
Jensen, doyði á staðnum av
løstinum.
Vanlukkulig avgerð
Tá Fríði minnist aftur á
vikurnar eftir vanlukkuna,
hugsar hann um eina ógvu
liga tunga tíð.
- Eg var 16 ár, og í tí aldri
num hugsar tú kanska ikki
altíð so nógv. Tað gekk ikki
upp fyri mær beinanvegin,
hvat tað var, sum var hent.
Men eg minnist, at í byrjan
ini var tað ótrúliga pínligt
at vera úti og hyggja upp á
fólk, tí eg var flóvur av hend
ingini, fortelur Fríði, og vísir
á, hvussu ein skeiv avgerð,
sum teir allir fýra vóru
saman um at taka, fekk so
ógvusligar avleiðingar.
- Vit hildu allir, at tað
var eitt gott hugskot at fara
henda biltúrin, og eingin
segði nei ella hevði hug at
finnast at hugskotinum. Eitt,
sum eg enn tann dag í dag
havi hildið verið órættvíst, er,
at hóast vit allir vóru samd
ir um at fara biltúr, bleiv tað
tann, sum koyrdi, ið skuldi
inn at sita fyri óviljað mann
dráp. Tað havi eg allatíð hild
ið verið órættvíst, tí tað var
líka so nógv mín feilur. Allir
fýra vóru um at taka hesa av
gerðina, sigur Fríði og leggur
afturat:
- Vit hugsaðu als ikki um,
at vit gjørdu nakað vanda
mikið við ikki einans at
koyra skjótt, men eisini
at vit samstundis vóru
ávirkaðir. Tankarnir,
um hvørjar fylgjur
nar kundu blíva av
hesum
biltúrinum,
vóru als ikki til staðar,
sigur Fríði.
Hann dylir ikki fyri,
at tað var ein ávísur
spenningur knýttur at
tí at koyra skjótt.
-
Tú
koyrir
ikki
skjótt bara fyri at koyra
skjótt, men tað er bara
spennandi. Tað er spenn
andi at gera okkurt ólóg
ligt, serliga tá tú ert í has
um aldrinum, sigur Fríði og
heldur fram:
- Tað var einki við, at vit
avtalaðu, at nú skuldu vit
fara at koyra skjótt, men
tað var bara nakað, sum vit
gjørdu uttan at tosa so nógv
um tað.
Ávirkar alt lívið
Hóast tað eru 20 ár síðani,
at syrgiliga vanlukkan fór
fram, hevur Fríði á ongan
hátt gloymt hendingina.
- Tað gongur næstan
ikki ein dagur, har eg ikki
á ein ella annan hátt hugsi
um tað, sum hendi hasa
náttina. Upplivingin er
nakað, sum altíð fer at
fylgja mær. Í dag havi
eg einki kropsligt mein
av
ferðsluóhappinum,
men tað er meira tann
sálarligi parturin, sum
eg ongantíð sleppi av
við, tann ringa sam
vitskan, greiðir Fríði
frá. Tá hann tosar um
ringu
samvitskuna
sipar hann til, at hann
dagliga hugsar um
alt tað, sum vinmaður
hansara ikki kann uppliva, tí
hann er deyður.
- Føroyar eru eitt lítið
samfelag, og dagliga møti
eg familjuni hjá Herolvi, og
enn tann dag í dag, merki
eg ringu samvitskuna, tá
eg síggi tey. Eg taki á ongan
hátt synd í mær sjálvum, tí
eg havi eitt fínt lív nú aftaná
vanlukkuna. Eg havi eina
konu, børn, familju og so
framvegis, men orsakað av
eini býttari avgerð, sleppur
vinmaður mín ongantíð at
uppliva alt tað, sum eg geri,
og tað hugsi eg nógv um, sig
ur Fríði.
Upplýsing má til
Sjálvur
dugir
hann
ikki
at siga, hvat hevði kunn
að forðað honum og vin
monnunum
í
at
koyra
ávirkaðir og at koyra ov
skjótt sum heild.
- Eg veit ikki, um nakað
hevði kunnað fingið okkum
at hugsað annarleiðis. Tá vit
vóru ungir vóru ikki fyri
lestrar ella upplýsandi átøk,
sum skuldu fyribyrgja ung
um at koyra við ov høgari
ferð og at koyra ávirkað, men
eg ivist í, um tað hevði havt
ta stóru ávirkanina, tí hug
burðurin var, at ”tað hendir
ikki fyri meg”, sigur Fríði.
Hann heldur tó, at vit
framvegis eiga at upplýsa
børn og ung um ferðslu
vandar við ymsum upplýs
andi átøkum, men vísir eisini
á týdningin av at foreldur
eisini gera sítt.
- Sjálvur eigi eg børn, sum
fara at koma í handan ald
urin, og eg royni at fortelja
teimum, hvat eg upplivdi,
og hvussu tað hevur ávirkað
meg líka síðani. Eg vísi
teimum eisini á, hvussu ein
ferðsluvanlukka ikki bara
rakar tey, ið eru við í sjálvari
vanlukkuni, men eisini fleiri
familjur ella enntá eina heila
oyggj, sum tað jú var í mín
um føri, sigur Fríði og leggur
afturat:
- Eg gevi mær sjálvum
skyldina fyri tað, sum hendi
í 1993, og tað er ein prísur, eg
má betala restina av lívinum.
Tað er nakað, sum tey ungu
eiga at hugsa um, sigur Fríði.
Vanlukkan fylgir
mær alt lívið
- Tú heldur, at tað hendir ikki fyri teg, men tað kann henda fyri øll. Restina av lívinum skal
eg liva við, at ein skeiv avgerð fekk katastrofalar avleiðingar, og tað pínir. Soleiðis sigur 37
ára gamli Fríði Nolsøe, sum fyri 20 árum síðani var við í ógvusligari ferðsluvanlukku, sum
kostaði vinmanni hansara lívið. – Vanlukkan fer altíð at fylgja mær, sigur Fríði Nolsøe
Ferðsluvanlukkan í Sandoynni var á
forsíðuni á Sosialinum 16. juni 1993