Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-01-14, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. januar 2014síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mikudagur 15. januar 2014 · Nr. 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi taka undir við øllum, sum kann betra ferðslutrygdina. Sí eisini svar upp á seinasta spurn­ingin. Men hvar standa vit so í spurninginum um eina skaða­nevnd, sum kann greina ferðsluvanlukkur út í æsir. - Jú – eitt sera týðandi mál! Í Álitinum um null­hug­sjón­ ina verður mælt til at Skaða-/ eftir­litsnevnd verður sett. Hennara høvuðsuppgávur eiga at vera at kanna øll ferðslu­óhapp, har fólk hava fing­ið álvarsligt mein ella eru deyð og at skriva eina frá­greið­ing til viðkomandi myndug­leik­ar um hvørja ein­staka van­lukku. Nevndin eig­ur eisini at hava eftirlit við ferðslu­trygd­ar­tiltøk, sum verða mælt verð­ur til, verða framd og at meta um, hvussu tað gongst við at fremja tey í verki, sigur Brynhild Høgna­ dóttir. Við 1 millión á fíggjar­ lógini hevur Ráðið av­mark­ aðar møguleikar. - Tað, sum vit gera øðr­ vísi í 2013 og 2014 er at vit hava økt starvsfólkatalið úr einum upp í tvey fólk, stjór­ in íroknað. Hetta hevur eitt nú borið til í samstarvi við øðrum av stuðlum okkara, Tryggingarfelagið Før­oyar. Hetta eyka starvs­fólka­til­ feingið verður brúkt til at framleiða nýtt ferðslu­undir­ vís­ing­ar­tilfar til fólkaskúlan, sum verður klárt til kom­ andi skúlaársbyrjan. Her er talan um nýtt talgilt undir­ vísingar­tilfar til 1.-9. flokk. Her eru børn og ung sostatt í mið­depli­num, sigur Brynhild Høgna­dóttir. Átøk Eitt annað nýtt, sum vit arbeiða við, er at vit fara at bjóða okkum fram at samstarva við fyritøkur. Hetta gevur meining, tí kann­ingar uttanlands vísa, at 40% av ferðsluvanlukkum eru relaterað til arbeiði ella á veg til og frá arbeiði. Vit fara at bjóða okkum at sam­starva við fyritøkur um ferðslutrygga atferð í arbeiðstíð. Hetta fer vænt­ andi at gagna samlaðu før­ oysku ferðsluni – eisini uttan­fyri arbeiðstíð, sigur Bryn­hild Høgnadóttir. Tað sum vit annars gera í 2014 er at halda fast í átøk, har innihaldið er teir vanlukkufaktorar, sum ganga oftast aftur í deyðs­ van­lukk­um, tí tað er her, at fleiri lív kunnu bjargast. Tað vil siga átøk, har boðskapurin er at fáa føroyingar: • at seta ferðina niður, • at lata vera at koyra, um tey hava smakkað sær á • at vera gáin, tá tey koyra bil • og at fáa fólk at minnast til trygdarbeltið. Eisini halda vit áfram við undirvísing fyri landsins 8. flokkum, har teir verða bodnir til Ferðsludag, sigur Brynhild Høgnadóttir, stjóri á Ráðnum fyri Ferðsulstrygd. Allir húsa­ vørðar ónøgdir Kári Vil­helm­ sen, ið er ein av teimum 38 húsa­ vørðunum hjá Tórs­havnar kommunu, ger vart við, at allir eru ónøgdir við nýggju skipanina Leo Poulsen Tá vit í blaðnum mána­ dagi nevndu, at flestu húsavørðarnir vóru ivasamir um nýgg­ju skipan­ina, sum Tórs­ havn­ar kommuna fer at seta í verk, so vóru tað heldur veik orð. - Vit vóru á fundi við Havnar Hand­verkara­ felag, og har vóru tað allir húsavørðarnir, ið vóru ónøgdir við nýgg­ ju skipanina, sigur Kári Vil­helmsen. Hann sigur eisini, at tá varð varð ført fram í blaðnum mána­dag­in, at hann var tals­mað­ur fyri allar 38 húsa­vørð­ ar­nar, so er tað heldur ikki rætt. - Eg umboði bara teir húsavørðarnar, ið hava við dagrøktina at gera, og vit eru 12 í tali, sig­ur Kári Vilhelmsen. Hann sigur, at fak­ felag­ið fyribils ikki vil traðka inn í málið so leingi samband er mill­ um partarnar. skal fram til. Vit mugu undir øllum umstøðum rokna við, at tað ganga nakrar vikur, áðrenn eitt endaligt úrslit fyriliggur, sigur Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur. Reyða strikan vísir hvønn veg bilurin fór ímillum húsini og endaði í túninum hinumegin Støðlagøtu Tilgjørd mynd Bilurin koyrdi eftir garðinum út á Støðlagøtu og inn í túnið hinumegin vegin Mynd: Álvur Haraldsen Deyð í ferðsluni í Føroyum 2013............................6 2012............................3 2011............................1 2010............................1 2009............................2 2008............................2 2007............................7 2006............................4 2005............................5 2004............................1 2003............................3 2002............................2 2001............................4 2000............................3 1999............................7 1998............................1 1997............................7 1996............................4 1995............................2 1994............................6 1993............................6 1992............................1 1991............................5 1990............................7 1989............................7 1988............................9 1987..........................11 1986..........................14 1985............................6 1984............................9 1983............................7 1982............................4 1981............................7 1980............................9 1979............................7 Tilsamans........180