Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-01-14, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. januar 2014síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 15. januar 2014 · Nr. 6 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Leo Pousen Politiið gjørdi kanningar mánadagin úti á Argjum í sambandi við syndarligu f e r ð s l u v a n l u k k u n a sunnunáttina, sum kravdi lívið á einari 17 ára gamlari gentu. - Slíkar kannigar taka sína tíð, og tær mugu fyrihaldast teimum avhoyringum, sum vit gera, sigur Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur. Hann sigur, at inn­ leiðandi avhoyringar eru gjørdar at teimum trimum dreingjunum, ið vóru við í bilinum. - Men vit skulu gera fleiri avhoyringar av dreingjunum, eins og fleiri kanningar eisini skulu gerast, sigur Jón Klein Olsen. Hann dugir heldur ikki at siga nakað um, antin førarin ella hinir báðir dreingirnir í bilinum vóru ávirkaðir av rúsdrekka. - Royndir eru tiknar, sum eru sendar niður til Teknologisk Institutt, men roknast má við, at tað fara at ganga tvær til tríggjar vikur, áðrenn tað úrslitið fyriliggur, sigur Jón Klein Olsen. Hann sigur, at tær nýtist ikki at vera politistur ella annr serfrøðingur fyri at siga, at ov nógv ferð hevur verið orsøkin til vanlukkuna. - Tað gongur jú sjón fyri søgn, at hámarksferðin ikki hevur verið yvirhildin. Men um bilurin hevur koyrt 55 km/t, ella 155 km/t er so tað, ið finnast Leo Poulsen Ráðið fyri Ferðslutrygd hevur sínar metingar um, hví so nógv fólk eru deyð í ferðslu­ni seinasta árið, og hvat er at gera. - Tað er ilt at siga, hví tað henda so nógvar deyðs­van­ lukk­ur upp á so stutta tíð. Vænt­andi er tað tilvildarligt, tí vit hava ikki ábendingar um, at atferðin hjá fólki er versnað seinasta árið, sig­ur Brynhild Høgnadóttir, stjóri fyri Ráðnum fyri Ferðslu­ trygd. Tvørturímótið hevur tal­ ið á ferðsluvanlukkum við fólka­skaða verið minkandi seinnu árini. Eisini hevur løg­regl­an greitt frá, at fólk í minni mun verða tikin fyri at koyra ávirkað og eru raskari at siga frá, um onnur gera tað. - Men tá fólkatalið er so lágt sum hjá okkum, sæst hvør einstøk vanlukka væl aft­ur í hagtølum. Um ferð vísa gallup­ kann­ing­ar, at tað eru nógvir føroy­ing­ar, ið koyra ov skjótt. Í okkara Gallupkanning frá apríl 2013 svaraðu 39%, at tey vanliga koyra 80 km/t ella minni á vegum við há­marks­ ferð á 80 km/t. Restin sigur seg vanliga koyra skjótari. Hetta er ábending um, at tað er góðtikið millum manna at bróta hámarksferðina. Tó er at fegnast um, tað vóru fleiri, ið søgdu seg hal­ da hámarksferðina í 2013 enn í 2012, tá 32 % av før­ oy­ing­um siga seg vanliga halda hámarksferðina, sigur Brynhild Høgnadóttir. Hvat kann gerast Hagtølini fyri 2013 og 12 vísa greitt, at vit koma ikki sovandi til trygga ferðslu. Skulu fleiri lív bjargast í ferðsluni, krevur tað áhald­ andi stóran innsats frá fleiri síð­um. Tað vil millum annað siga økt undirvísing, átøk, politi­eftirlit, tryggari vegir og tryggari bilar. - Men vit skulu vera greið um, at tað at betra at­ ferð tekur tíð. Tú kanst ikki broyta atferð hjá fólki við ein­um átaki. Kann­ingar uttan­lands vísa, at átøk, sum sam­eina kunn­ing við hert løg­reglu­eftir­lit hava størst­an slag­mátt, og Ráð­ið sam­starv­ar við løg­reglu­na um átøk. Hetta er eitt áhald­ andi ar­beiði, ið alla tíðina má hald­ast í gongd. Nýggj ættar­ lið koma til, sigur Brynhild Høgna­dótt­ir. Í 2010 og 2011 doyði ein í føroysku ferðsluni. Men í 2007 doyðu 7. Og í 2005 5. - 6 deyð í 2013 er eitt høgt tal, og nógv hægri enn í øðrum norðurlondum (DK, NO og SV), har tey liggja á umleið 3 deyðum pr. 100.000. So tá 6 doyggja í føroysku ferðsluni, svarar tað til um­ leið 12 pr. 100.000. Og 2014 fekk eisini eina vanlukkuliga byrjan í Føroyum, sigur Bryn­hild Høgnadóttir. 26 fólk eru deyð í ferðsluni síðan 2006. Sí eisini hjáløgdu hagtøl. Skaðanevnd Koyrilærarar undirvísa eisini í váðafúsari atferð í ferðsluni. Vit eiga altíð at royna at gera meiri og gera tað betri. Vit Áttu at fingið eina skaðanevnd Í Álitinum um nullhugsjónina verður mælt til at Skaða-/eftirlitsnevnd verður sett. Hennara høvuðsuppgávur eiga at vera at kanna øll ferðsluóhapp, har fólk hava fingið álvarsligt mein ella eru deyð og at skriva eina frágreiðing til viðkomandi myndugleikar um hvørja einstaka vanlukku Ganga vikur áðrenn úrslit fyriliggur Slíkar kanningar taka einar 2-3 vikur, og hóast tað gongur sjón fyri søgn, at ferðaavmarkingarnar neyvan eru hildnar, fáa vit ikki sagt nógv meira beint nú, sigur Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur Eftir viðferðini sá bilurin ikki so ógvuliga illa farin út Mynd: Álvur Haraldsen