týsdagur 14. januar 2014síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 15. januar 2014 · Nr. 6
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Áki Bertholdsen
- Eg dugi ikki at síggja hesa
ræðumyndina fyri mær.
Niels Petersen, formaður í
Óðalsfelag Føroya, tekur fult
undir við ætlanini hjá Jacob
Vestergaard,
landsstýris
manni í búnaðarmálum, um
at einskilja alla almenna jørð.
- Dreymurin hjá Óðals
felagnum er, at øll jørð skal
verða privat ogn, bæði traðir
og størri og minni festi, segði
hann á búnaðarráðstevnu í
Klaksvík um vikuskiftið..
Sjálvur heldur hann, at
tað skal gerast soleiðis, at
festibrævið
hjá
hvørjum
einstøkum festara, skal rætt
og slætt býtast um við eitt
ognarbræv, so at bóndin, ella
traðarmaðurin sleppur at
eiga tað, hann situr við.
Nakrar millióningar
afturat
Niels Petersen ásannar eisini,
at fleiri stúra fyri spekula
tión, verður almenna jørðin
einskild.
Í hesum sambandi hevur
verið nevnt, at tað kann ikki
vera rætt, at festarar skulu
fáa almenna jørð frá landi
num fyri lítið og lætt, fyri
síðani at kunna selja hana
aftur í dýrum dómum.
Sjálvur stúrir formaðurin
í Óðalsfelagnum ikki fyri
nakrari spekulatión.
Hann dugir heldur ikki
at síggja, at tað ger nakað,
skuldi tað hent, at tað kemur
spekulatión í.
- So fáa vit kanska fleiri
millióningar, tí tann, sum
keypur jørðina, skal eisini
rinda fyri hana, og tað kemur
tí til góðar, sum selur.
- Tað ger kanska tað, at
ein, sum hevur verið træla
bundin av almennari jørð í
ævir, verður fríur av træla
okinum og kann fara undir
tað, hann ella hon, hava
ynskt sær alt lívið, sum hann
málber seg.
- Vit skulu klippa nalva
strongin til almennu jørðina
og vera frí sum fuglurin,
leggur hann afturat
Hann sigur, at í Óðals
felagnum duga tey ikki at
síggja hesa ræðumyndina
um spekulatión.
Hann heldur, at er jørð
nakað
at
spekulera
við,
høvdu øll óðalsfólk langt
síðani havt selt sína jørð fyri
at fáa vinning burtur úr.
Hann vísir tvørtur ímóti
á, at tað er ikki lætt at keypa
jørð, hóast ein eigur nógvar
pengar.
- Eg vænti ikki, at tað
vera ríkmenn, sum koma
at oyðileggja og spreingja
jarðarmarknaðin í Føroyum,
sigur Niels Petersen.
Hann staðfestir, at eitt
annað,
sum
forðar
fyri
ótamdum handli við jørð, er
matrikkullógin.
- Tað er ringt hjá teimum,
sum bara eiga grundstykkið,
sethúsini standa á, at keypa
jørð, tí tann, sum keypir, skal
hava eitt matrikullnummar
frammanundan at leggja
keyptu jørðin afturat.
Hann mælir heldur til at
vísa stórsinnið og at gloyma
tað herviligu sjúkuna, sum
eitur øvundssjúka.
Smáu festi fyrst
Niels Petersen sigur, at hóast
Óðalsfelagið vil einskilja alla
almenna jørð, leggur felagið
í fyrstu atløgu leggur dent á,
at fáa tey smáu festini, sum
liggja ognarhøgum, einskilt.
- Tað skapar nógv órógv at
festi eru í ognarhøgum, tí tað
stendst nógv pappírsarbeiði
av tí við roknskapum, um
sóknum o.s.fr., tá ið okkurt
skal gerast í ognarhaganum,
kanska bara fyri at fáa eini
tvey lomb.
- Hetta er arbeiðskrevj
andi og fjasut, sigur Niels
Petersen.
Fáa kanska nakrar
millióningar afturat
Áki Bertholdsen
Tað er eingin fyrimunir við
at einskilja almennu jørð
ina.
Tað halda bæði Høgni
Hoydal úr Tjóðveldi, og
Hendrik Old úr Javnaðar
flokkinum.
Alt tos um at einskilja
jørðina er bara fyri at
flyta tankarnar burtur frá
kjakinum um, hvussu vit
skipa ein framtíðar land
búnaðarpolitikk,
heldur
Høgni Hoydal.
Hann sigur, at hetta
kann samanberast við fiski
vinnuna.
- Verður jørðin einskild,
fer tað at krevja ein øgiligan
fíggingartørv hjá teimum,
sum vilja upp í vinnuna.
- Eg dugi ikki at síggja
nakað dømi um, at tað er
gagnligt, leggur hann aftur
at.
Høgni
Hoydal
kundi
heldur hugsa sær eina skip
an, at tá ið ein bóndi fer úr
vinnuni, fær hann virðið á
tí, hann virðisøkt á garði
num, við sær.
Tað merkir, at tann, sum
kemur upp í vinnuna skal
ikki yvirtaka eina stóra
skuld fyri at ogna sær eina
jørð ella mjólkarkvotu, ella
til aðrar íløgur.
Annars er Høgni Hoydal
samdur við formannin í
Bóndafelagnum í trupul
leikin í landbúnaðinum er
tann, at tað ber ikki til at
reka frælsa vinnu, tí tað er
ikki samanhangur ímillum
avgerðarættin og ábyrgdina.
- Men tað kann loysast,
uttan at einskilja jørðina.
Alivinnan eigur heldur ikki
firðirnar, hon alir á, sigur
Høgni Hoydal.
Heldur
ikki
Hendrik
Old úr Javnaðarflokkinum
tekur undir við at einskilja
jørðina.
Jørðin er einskild í Dan
mark og tað hevur ført til
eitt hav av tvingsilssølu, har
tey einastu, sum hava ríkað
seg upp, eru sakførararnir.
Hann sigur, at tað verður
jørðin einskild, verður tað
ømøguligt at seta teimum,
sum hava keypt jørðina í
dýrum dómum, krøv um, at
tey skulu hava eina búnað
arframleiðslu á jørðini.
Frælsur landbúnaður ómøguligur í Føroyum
EINSKILJING Tað er skeivt at einskilja almennu jørðina, halda bæði Høgni Hoydal og Hendrik Old
Tað kann loysast,
uttan at einskilja
jørðina
Vit skulu klippa
nalvastrongin til
almennu jørðina
Hetta er arbeiðs
krevjandi og fjasut
EINSKILJING Verður landsjørðin
einskild, og tað kemur
spekulatión í, ger tað einki, sigur
formaðurin í Óðalsfelagnum
Ræðumyndin
- Eg síggi ikki ræðumyndina um, at tað verða ríkmenn,
sum fara at spreingja jarðarmarknaðin í Føroyum,
sigur Niels Petersen, formaður í Óðaslfelagnum
um ætlanina at einskilja almennu jørðina