týsdagur 14. januar 2014síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mikudagur 15. januar 2014 · Nr. 6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Og tey samkyndu fara neyvan at
seta fleiri børn í heimin, um bara
vit nokta teimum tey rættindi, sum
heteroseksuelli meirilutin hevur.
Rúni hevur rætt í einum. Og
tað er, at lógaruppskotið er ein
umdefinering av hjúnabandinum,
og at uppskotið víðkar tær treytir,
sum í dag skulu lúkast fyri at fáa
atgongd til hesa institutión. Um
hetta skrivar Rúni soleiðis:
“Tað er tí sera skilagott hjá
Løgtinginum í lóggávu at stuðla
hjúnabandinum og skapa bestu kor
fyri tí, heldur enn at umdefinera
hjúnabandið og skapa órógv og
hugtaksforvirring um hesa in
stitutión.”
Kanska
er
Rúni
órógvaður
og hugtaksforvirraður av upp
skotinum,
men
hjúnabandið
er framvegis ein sáttmálastøða
millum
tvey
vaksin
fólk
við
ávísum
løgfrøðiligum
skyldum
og rættindum. Men broytingin er,
at hendan sáttmálastøða umsíðir
eisini kann umfata ein hampiliga
stóran minnilutabólk, sum er her
kortini, og sum (vónandi) ikki
fer nakran veg. Uppskotið er ein
natúrlig dagføring í ljósinum av
teirri sannroynd, at fleiri og fleiri
tora at liva samsvarandi sínum
seksualiteti, tí stigmatiseringin ikki
er tann sama sum áður.
Kravið um nøring
Rúni skrivar eisini, at “eitt av
høvuðsendamálunum
í
hjúna
bandinum er at fáa børn. Hetta
er úrslit av kynsligari samveru
og likamligari sameining, sum er
einans møguligt millum tvey av
hvør sínum kyni.” Men aftur her
er Rúni meira postulerandi enn
argumenterandi. Púra rætt, at tað
skulu tvey til tango, men síðani
nær hevur nøring verið ein fortreyt
fyri
einum
hjúnabandi?
Hvat
við tveimum, sum ikki vilja hava
børn? Sum ikki kunnu fáa børn?
Ella sum giftast á eldri árum? Av
eygsjónligum orsøkum kann nøring
ongantíð vera ein galdandi treyt
fyri hjúnabandinum.
Tann góða glíðibreytin
Og
so
verður
tann
famøsa
glíðibreytin eisini drigin fram á
torg. Rúni skrivar, at “um latið
verður upp fyri møguleikanum hjá
samkyndum at giftast, so verða
dyr latnar upp fyri øðrum lívs
formum. Tá tvey av hvør sínum
kyni ikki longur eru treyt fyri
giftarmáli, á hvørjari grund kann
ein so sýta fleirgiftu (polygamy)?
Hvat um tveir tættir vinir, uttan
at vera makar, vilja giftast og fáa
ágóðar av hjúnastøðu? Hvussu
kann grundgevast ímóti tí? Hvat
við giftarmáli millum systkin?”
Hetta
er
tann
vælkenda
glíðibreytin, sum vil vera við, at
har ein skriða er lopin, er onnur
væntandi.
Men
glíðibreytar-logikkurin
kann í roynd og veru brúkast ímóti
einum og hvørjum politiskum
sjónarmiði, tí hann byggir á tann
misvísandi logikkin, at eitt og
hvørt politiskt stig neyðturviliga
slóðar
fyri
eini
katastrofalari
ketureaktión. Tá Nærverkið skal
spara, kann ein við hesum logikki
spyrja, um Nærverkið nú skal
niðurleggjast. Tá skatturin verður
lækkaður, kann ein spyrja, um
skatturin nú skal niður á 10 prosent
ella avtakast heilt. Tá ein almennur
stovnur verður fluttur úr Havnini,
kann ein spyrja, hvør annar stovnur
nú eisini skal flytast úr Havnini.
Og tá ein almennur stovnur skal
privatiserast, kann ein spyrja, um
fleiri aðrir almennir stovnar nú
eisini skulu privatiserast. Tað er
lættasta sakin í verðini at skjóta
eitt uppskot niður við tí djúpa
spurninginum: hvat verður tað
næsta?
Men tað er eingin logiskur
samanhangur ímillum eitt separat
uppskot og eitt annað separat
uppskot. Ímillum borgarliga vígslu
til samkynd og tað polygamiska
brúdleypið ella brúdleyp millum
systkin, sum Rúni tosar um.
Kvalitativt eru hesir spurningar
púra ymiskir. Hesin logikkurin er
hentur til at flyta fokus, tá grund
gevingarnar ímóti verandi uppskoti
eru so veikar, at alt møguligt annað
má blandast uppí. At fella eitt
uppskot við alskyns hugsaðum
dømum, sum ikki eru á dagsskrá, er
vánalig próvførsla.
Sannleikin
er,
at
hendan
glíðibreytin byrjaði, tá evrope
arar góvust at brenna “heksir”. Tá
vit góvust at døma hor, ótrúskap,
homoseksuella praksis og allan
annan “ólevnað” til deyðan. Tá
trælahaldið varð avtikið. Tá tey
littu fingu atkvøðurætt. Tá tað
bleiv lógligt at kjósa sær ein maka,
sum ikki hevði sama húðarlit. Tá
kvinnurnar fingu valrætt. Tá tann
tyranniska kirkjan umsíðir bleiv
bankað uppá pláss av teimum
frælsisidealum, sum vórðu knæsett
í upplýsingartíðini við intellek
tuellum slóðarum sum Rosseau,
Voltaire, Locke og Spinoza. Tá
idealið um tað persónliga frælsið
fekk ítøkiliga, praktiska ávirkan
á lívið hjá milliónum av menn
iskjum og slóðaði fyri teimum
mannarættindum, sum so líðandi
vórðu skrivað inn í konventiónir
og sáttmálar, serliga eftir fronsku
og amerikonsku kollveltingina. Og
sum Rúni veit alt um, hava fleiri
játtandi kristin eisini tikið síni tøk
í hesum bardaganum fyri einum
rættvísari heimi.
At menniskjansligi galskapurin
ikki endaði við upplýsingartíðini,
hevur mannaættin sannað í ovur
mát við kommunismu, fasismu,
nazismu, kolonialismu, islamismu,
tveimum
heimskríggjum
og
øðrum ræðuleikum. Men sæð í
einum søguligum ljósi áttu vit at
rópt eitt samfelt hurrá fyri teirri
“glíðibreytini”, sum hevur slóðað
fyri einum betri og rættvísari heimi
– í øllum førum í okkara parti av
klótuni. Og samstundis eiga vit at
viðurkenna, at vit ikki eru komin
á mál.
Tað frælsa orðið
Eg skilji væl tey, sum eru skeptisk
yvir fyri einum uppskoti um at
broyta eina so grundleggjandi
institutión sum hjúnabandið. Eg
lurti forvitin eftir øllum grund
gevingum, og eg var fullkomi
liga ósamdur við teimum, sum
á Facebook hildu, at Rúni átti at
mist sítt starv sum deildarleiðari
á Løgmansskrivstovuni, tí hann
hevði misnýtt eina definitión í eini
orðabók. Og hóast tað ikki altíð
kann vera líka lætt at leggja oyra til,
so mugu samkynd og teirra stuðlar
eisini tola eitt frítt, opið og stundum
særandi kjak uttan at hótta við
advokatum
og
rættarmálum.
Grundgevingar viga tyngri og flyta
í longdini meiri enn paragraffir og
rættarmál.
Men nógv umrødda ”tilmælið”,
sum
Rúni
Rasmussen
sendi
løgtinginum, hevur lítið uppá seg.
Teksturin er eitt eklatant dømi um
ein tekst, sum er meira postulerandi
enn argumenterandi. Nógvar stað
festingar – men fáar grundgevingar.
Nógvar niðurstøður, men einki
grundarlag.
Vónandi
forlangar
rættarnevndin og løgtingið betri
grundgevingar, áðrenn uppskotið
– mest sannlíkt – verður felt í
komandi mánaði.
Sum áðurnevndi Tutu tók til
undir einum bókaútgávutiltaki í
2004: “Vit littu hava verið líðandi
orsakað av einum eginleika, sum
vit ikki kunnu gera nakað við.
Tað er tað sama við kynsligari
orientering...”
tíðargrein
Glíðibreytar-logikkurin kann í roynd og veru brúkast
ímóti einum og hvørjum politiskum sjónarmiði, tí
hann byggir á tann misvísandi logikkin, at eitt og
hvørt politiskt stig neyðturviliga slóðar fyri eini
katastrofalari ketureaktión
Hóast tað ikki altíð kann vera
líka lætt at leggja oyra til,
so mugu samkynd og teirra
stuðlar eisini tola eitt frítt,
opið og stundum særandi kjak
uttan at hótta við advokatum
og rættarmálum
Konservativu kreftirnar í løgtinginum ávara
staðiliga ímóti at loyva samkyndum at giftast. Her
eru nakrir teirra avmyndaðir undir 1. viðgerð av
uppskotinum um broyta hjúnabandslógina