týsdagur 14. januar 2014síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 15. januar 2014 · Nr. 6
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hurrá fyri glíðibreytini
Nakrir tankar um politiskar pílagrímar, gudleysar glíðibreytir, viðurstyggiligar homo
vígslur og eitt “tilmæli”, sum Rúni Rasmussen sendi løgtinginum í desember.
Heini í Skorini
»Eg taki undir við, at samkynd fáa
loyvi til at giftast – ikki hóast eg eri
konservativur, men av tí at eg eri
konservativur.«
Vit eru í Manchester í oktober
2011.
Bretski
forsætisráðharr
in, David Cameron, flytur fram
røðu á árligu flokskongressini hjá
Konservativa stjórnarflokkinum.
Við støði í sínum hugsjónarliga
arvasilvuri hugleiðir konservativi
leiðarin um týdningin av hjúna
bandinum sum samfelagsligari eind
og institutión. Og logikkurin hjá
Cameron er greiður. Hjúnabandið
hevur so nógv positiv árin og er ein
so týdningarmikil institutión, at
samkynd eisini eiga at fáa atgongd
til tey rættindi og tær skyldur, sum
hjúnabandið veitir. Ein slík dag
føring fer einans at styrkja um
hjúnabandið, sum annars er ein
viknandi institutión í okkara parti
av heiminum.
Orðini hjá Cameron runnu
mær í hug, tá eg las tað sonevnda
“tilmælið”, sum deildarleiðarin á
løgmansskrivstovuni, Rúni Ras
mussen, sendi løgtinginum undan
fyrstu viðgerð av uppskotinum um
at broyta hjúnabandslógina, so sam
kynd eisini fáa rætt til borgarliga
vígslu (uttan fyri kirkjur og sam
komur). Og tað var kanska lagn
unnar speisemi, at fyrsta viðgerð
var hósdagin 5. desember, sama dag
sum ein tann størsti moralski vitin í
okkara tíð, Nelson Mandela, andaði
út fyri seinastu ferð. Mandela var
nevniliga ein radikalur stríðsmað
ur fyri rættindum teirra samkyndu
og syrgdi m.a. fyri, at landsins
grundlóg eftir rasu-ideologiska ap
artheid-stýrið gjørdist tann fyrsta í
heiminum, sum forbjóðar mismuni
orsakað av kynsligari orientering.
Tí sum hansara høgra hond og góði
vinur, anglikanski erkabiskupurin
Desmond Tutu, hevur sagt: “Eg
kundi ikki droymt um at tilbiðið
ein homofobiskan Gud”.
Men religión er nú einaferð tað,
sum fólk gera hana til. Og hóast
fleiri samgongupolitikarar á Face
book heiðraðu Nelson Mandela
hóskvøldið 5. desember, bardust tey
fyrr um dagin ímóti uppskotinum
hjá Bjørt Samuelsen, Rigmor Dam
og Poul Michelsen. Uppskotið ligg
ur nú í Rættarnevndini og verður
allarhelst felt í februar. Hesar reglur
viðgera nógv umrødda tilmælið,
sum Rúni Rasmussen sendi løgtin
ginum undan fyrstu viðgerð.
»Hjúnabandið er gott...«
»Latið okkum sum samfelag halda
fast við hjúnabandið, stuðla tí og
geva tí bestu karmar í lóggávu og
á øðrum økjum (...) Eg vil heita á
tygum at verja hjúnabandið, og tí
mæli eg tygum til at atkvøða ímóti
uppskotinum.«
Soleiðis endar Rúni Rasmus
sen sítt skriv til Føroya løgting.
Og meginparturin av tekstinum
snýr seg eisini um, hvussu góð,
gagnlig og uppbyggjandi hendan
institutiónin er. Við at lesa til
mælið kundi ein næstan trúð, at
onkur løgtingslimur hevði í hyggju
at avtaka hjúnabandið.
Men
Rúni
ger
ongastaðni
eina roynd at greiða frá, hví heiti
stuðulin til hjúnabandið er ein
grundgeving fyri, at samkynd IKKI
mugu sleppa at giftast. Logikkurin
er, at hjúnabandið er gott, og tí
mugu samkynd ikki sleppa framat
hesi institutión. Men sum hugsun
arhátturin hjá David Cameron vísir,
kann viðurkenningin av hjúna
bandinum tað sama slóða fyri eini
diametralt øvugtari niðurstøðu. Her
er eingin logiskur samanhangur ím
illum pástand og niðurstøðu. Um
hjúnabandið hevur so nógv gagnlig
árin, sum Rúni vil vera við, hví ikki
loyva samkyndum uppí, um tað er
tað, sum tey ynskja? Hetta er tann
fyrsti av fleiri veikleikum í argu
mentatiónini hjá Rúna.
Orðabøkurnar og veruleikin
Tilmælið til løgtingið byrjar við
trimum definitiónum av hjúna
bandinum, sum vilja vera við,
at “hjúnabandið snýr seg um
sáttmálastøðu
millum
mann
og konu.” Og uttan nakra nærri
grundgeving
dregur
Rúni
ta
niðurstøðu, at »tað er púra greitt, at
hjúnabandið snýr seg um sáttmála
støðu millum mann og konu.«
Men er tað so greitt, sum Rúni
vil vera við? Fyri tað fyrsta eru
tríggjar
orðabókadefinitión
ir als eingin moralsk, normativ
grundgeving fyri, hvørjar treytir
skulu vera galdandi fyri einum
hjúnabandi. Tað er sjálvandi upp
til veljarar og politikarar at gera av,
hvørt samkynd skulu sleppa at gift
ast ella ikki. Og fyri tað næsta eru
siteraðu orðabókadefinitiónirnar í
greiðari andsøgn til tann empiriska,
løgfrøðiliga veruleikan í teimum
flestu londunum í okkara parti av
heiminum. Veruleikin er nevniliga,
at 18 lond, primert í Vesturevropa,
Suðuramerika og 17 statum í USA,
hava samtykt, at hjúnabandið
eisini kann umfata tvey fólk av
sama kyni (kelda: amerikanski
hagtalsgrunnurin
Pew
Forum).
Og verður skrásett parlag talt við,
gerast londini 32 í tali (neyva talið
er trupult at gera upp, tí lógirnar
eru ymiskt orðaðar, og í summum
londum hava statirnir og ikki parla
mentið seinasta orðið). Útsøgnin hjá
Rúna er undir øllum umstøðum ein
tómur pástandur í mun til samtykta
lóggávu í nógvum londum í tí rík
asta og mest framkomna partinum
av heiminum.
(Og hóast tað er totalt líkamik
ið fyri substansin, so manipulerar
Rúni eisini, tá hann ikki siterar alt
tað, sum orðabókin Merriam-Web
ster hevur at siga um hjúnabandið.
Seinna hálva av definitiónini sigur
nevniliga, at hjúnabandið eisini
kann umfata tvey fólk av sama
kyni).
Ein annar leistur er at gera sum
Jenis av Rana og siga, at Gud sigur
nei, og tí sigi eg eisini nei. Og síðani
at vísa til tann stóra meirilutan
av heimsins londum, sum ikki
loyva samkyndum at giftast. Men
spurningurin er, hvussu smart tað
er at brúka autokratisk ella bein
leiðis ódemokratisk lond í Eystur
evropa, Asia, Afrika og muslimska
heiminum sum ideal fyri politiskum
lógarsmíði í Norðurlondum. Lond,
sum ikki virða grundleggjandi
rættindi sum persónligt frælsi,
trúarfrælsi, minnilutaverju o.s.fr.
Lond, har samkynd verða eyðmýkt,
diskriminerað, álopin, forfylgd og
dripin. Tá er tað kanska strategiskt
klókari at ignorera vesturevropei
skt lógarsmíð og heldur styðja seg
at heilum og hálvum orðabókadef
initiónum.
Hvørji lond standa seg best?
Víðari skrivar Rúni, at »hetta
(hjúnabandið, red.) er ein institutión,
sum óteljandi samfeløg í øldir
hava mett at vera grundarlagið
fyri
burðardyggum
samfeløg
um.«Men hvørji samfeløg eru tey
mest væleydnaðu í heiminum?
Hvørji eru tey frælsastu? Hvørji
hava bestu vælferðina og hægsta
livistøðið? Tað eru tey londini, sum
virða tað persónliga frælsið. Sum
skora flest stig í mun til rættindi
hjá
samkyndum.
Sum
loyva
minnilutum at liva, sum teimum
lystir, so leingi sum rættindi hjá
øllum øðrum ikki verða skerd.
Hetta merkir sjálvandi ikki,
at
Evropa
ikki
hevur
stórar
demografiskar og búskaparligar
avbjóðingar, tí tey eldru gerast
fleiri, arbeiðsstyrkin minkar, og so
fá børn verða fødd. Men samkynd
kunnu ikki ábyrgdast fyri, at vit
heteroseksuellu ikki fáa fleiri børn.
tíðargrein
Um hjúnabandið hevur so
nógv gagnlig árin, sum Rúni
vil vera við, hví ikki loyva
samkyndum uppí, um tað er
tað, sum tey ynskja?
Sæð í einum søguligum
ljósi áttu vit at rópt eitt
samfelt hurrá fyri teirri
“glíðibreytini”, sum hevur
slóðað fyri einum betri og
rættvísari heimi