Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-01-16, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. januar 2014síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 17. januar 2014 · Nr. 7 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Áki Bertholdsen - Dirvi, áræði og ein gjøðin villskapur, ið foykir orða­ mynd­ir sínar á og millum reglur­nar. Tað skoðsmálið gevur Bjørn Kalsø, lands­stýris­mað­ ur í mentamálum, verkunum hjá Trygva Danielsen. Og tí heldur lands­stýris­ maðurin eisini, at júst Trygvi Danielsen skal hava virðis­ løn­i­na til ung listafólk í ár. Og virðislønina og 50.000 krónur, fekk listamaðurin á sam­komu í Stóra Pakkhúsi í Vági mikukvøldið. Fyrsta bókin hjá Trygva Daniel­sen var The Absent Silv­er King, sum kom út í fjørð, við undirheitinum Poems, short-stories and music. - Við hesum hevur Trygvi Daniel­sen sett tekstir saman í eini skaldablending, sum ikki hevur verið at sæð áður í føroyskum útgávum, sigur Bjørn Kalsø. - Hetta er skaldskapur, ið einki leggur í, hvussu vit eru von at lesa skaldskap. Hetta er ungur skaldskapur, sum hev­ur skap, eins og nógvir tekst­ir hava á netinum, men hesir eru í bók. - Alt hevur sína byrjan. Alt hevur sín uppruna og hetta er byrjanin, segði Bjørn Kalsø. Sjálvur var Trygv Daniel­ sen teimum ógvuliga takk­ sam­ur, sum høvdu hjálpt hon­um við útgávuni í fjør. - Eina løtu, sum hesa kann eg ikki vera annað enn takk­ samur, segði hann, tá ið hann hevði fingið heiðurs­lønina. Hann sigur, at ein slík heiður­sløn er eitt stórt herða­klapp, sum gevur hon­ um dirvi at halda fram og sum hevur stóran týdn­ing fyri hann, ikki bara súm­ bolskt, men eisini praktiskt –og sipar helst til tær 50.000 krón­ur­nar, sum fylgja við heiðurs­løn­ini. Áki Bertholdsen Listaverkini hjá Tróndi Paturs­son hava eina óav­ mark­aða vídd, akkurát á sama hátt, sum náttúran onki mark hevur og hvørki hev­ur byrjan ella enda. Soleiðis tók Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í menta­ málum, til, tá ið hann hand­aði Tróndi Patursson Mentan­ar­virðisløn landsins á almennari hátíðarløtu í Stóra Pakkhúsi í Vági miku­ kvøldið. - Himmalin og havsins dýpi eru í verkum hansara, ikki sum naturalistiskar endur­gevingar, men sum úrdráttir, kenslur og varhugar, legði hann aftur­at, tá ið hann nevndi grund­gev­ i­ngarnar fyri at geva lista­ manninum úr Kirkjubøn hend­an stóra heiður, og tær 150.000 krónurnar, sum fylgja við. - Lívslangar kanningar av náttúr­uni eru grundarlagið í verkunum. Alt tað, lista­mað­ urin hevur upplivað, er við í hvørjum einasta verki, um tað so er ein lítil tekning, ein stórur málningur ella ein av hansara totalinstallatiónum úr glasi. - Á kanningarferðum sínum hevur Tróndur Paturs­ son kent havsins andalag og upplivað tað óendaliga í kos­mos. Hetta gevur hann okk­um aftur í listini, so at vit sum áskoðarar kenna ein farra av og eina tráan eftir óenda­ligu rúmdini. - Við sínum ríku og fjøl­ broyttu verkum hevur tað eyd­n­ast listamanninum at fáa lív og ljós at renna saman, sama um tilfarið er úr pappíri, rekaviði, jarni ella glasi, segði Bjørn Kalsø. Sjálvur tók Tróndur Paturs­son hetta sum ein ”veldug­an heiður”, sum hann tók til, tá ið hann takkaði fyri. - Eg veit ikki, hvat eg havi gjørt, tað má eftirtíðin finna útav, segði hann. Herðaklapp Hetta er eitt stórt herðaklapp, sum gevur mælr dirvi at halda fram, sigur Trygvi Danielsen, sum fekk virðislønia hjá landinum til ungt listafólk Ein óavmarkað vídd HEIÐURSLØN Í listini hjá Tróndi Patursson kenna vit ein farra og eina tráðan eftir óendaligu rúmdini Veldugur heiður - Hetta er ein veldugur heiður, segði Tróndur Patursson, tá ið hann tók ímóti Mentanarvirðisløn Landsins í Vági mikukvøldið Ein gjøðin villskapur HEIÐURSLØN Hetta er byrjanin, segði Bjørn Kalsø, tá ið hann gav unga skaldinum og tónleikaranum, Trygva Danielsen, virðisløn