hósdagur 16. januar 2014síða 5
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Fríggjadagur 17. januar 2014 · Nr. 7
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Áki Bertholdsen
- Í eitt langt lív hevur Árni
Dahl virkað ótroyttiliga fyri
føroyskum máli og føroysk
um bókmentum.
Tað er ein grundgeving
fyri, at hann fekk Heiðurs
gávu Landsins og tær 75.000
krónurnar, sum fylgja við
heiðrinum.
Hetta hendi á almennari
hátíðarløtu í Stóra Pakkhúsi
í
Vági
mikukvøldið,
har
landsstýrismaðurin í Menta
málum, Bjørn Kalsø, heiðr
aðu trimum føroyskum lista
monnum.
Hetta arbeiðið fyri før
oyska mentan hevur Árni
Dahl avrikað, fyrst sum
lærari í fólkaskúlanum og
síðan í eitt mannaminni sum
lærari á Føroya Læraraskúla
og seinni á Fróðskaparsetri
Føroya.
-
Sum
ritstjóri,
sum
týðari og ikki minst sum
útgevari hevur Árni Dahl
átt sín virkna leiklut á før
oyska
bókmentapallinum
seinastu mongu árini, her
kunnu nevnast útgávur av
skúlabókum, ítróttabókum,
kvæðabókum og søgum um
stovnar og feløg.
Verkið
Bókmentasøga
I-III, sum Árni Dahl skrivaði
og gav út á forlagnum Fannir
1980-83,
var,
sum
fyrsta
samlaða verkið um føroyskar
bókmentir, ein varði í før
oyskari skúlabókaútgávu.
Virkna forlagið Fannir,
sum Árni og Marianna Debes
Dahl hava rikið saman síðan
1978, hevur staðið fyri útgávu
av eini langari røð av nútíðar
føroyskum bókmentum eins
og týddum verkum.
- Eitt tað síðsta, forlagið
hevur givið út, er ritverkið
hjá Símuni av Skarði í átta
bindum, segði Bjørn Kalsø,
tá ið hann handaði Árna
Dahl heiðursgávuna fyri tað
umfatandi bókmentaverkið,
hann hevur avrikað.
Í takkarrøðu síni staðfest
ir Árni Dahl tann ovurstóra
týdning, mentan og list hava
fyri eina tjóð og hann kom
við eini beinleiðis áheitan á
politiska myndugleikan um
at byggja eitt føroyskt tjóð
leikhús.
Áki Bertholdsen
- Eg eri serstakliga væl
nøgdur við tiltakið í Vági
mikukvøldið, tá ið vit
handaðu mentanarheið
urslønirnar í Stóra Pakk
húsi.
Tað sigur Bjørn Kalsø,
landsstýrismaður
í
mentamálum.
Tað hevur altíð verið
vanligt,
at
mentanar
virðislønir verða handað
ar á samkomu onkustaðni
í Havn.
Men í fjør tók Bjørn
Kalsø tað stig at fara út
um Havnina og sostatt
vórðu
heiðurslønirnar
handaðar í Spaniastovu í
Klaksvík í fjør.
Og í ár varð so avgjørt
at heiðurslønirnar skuldu
handast í søguliga pakk
húsinum í Vági, Stóra
Pakkhúsi, sum er gjørt til
mentanarhús.
- Eg haldi, at tað hevur
stóran týdning at vit
eisini fara kring landið við
einum slíkum tiltaki, sigur
Bjørn Kalsø.
Men
hann
skundar
sær at leggja afturat, at
tað merkir sjálvsagt ikki,
at heiðurslønir ikki eisini
kunna verða handaðar í
Havnini.
Hvar
heiðurslønir
verða handaðar næsta ár,
er ikki avgjørt enn.
Men so leingi hann er
landsstýrismaður, ætlar
hann at virka fyri, at
Mentamálaráðið
eisini
fer út át bygd við slíkum
tiltøkum.
Tá
ið
heiðurslønir
vórðu lætnar í fjør, fingu
eisini trý listafólk sømd
argávu, sum er ein lívs
long játtan á 20.000 krón
ur um árið.
- Tað gjørdu vit so ikki
í ár, hóast tað uttan iva
er onkur, sum hevur eina
slíka sømdargávu uppi
borna, sigur Bjørn Kalsø.
Hann sigur, at nú fingu
trý listafólk sømdargávu í
fjør og hann staðfestir, at
játtanin til slík endamál er
eisini avmarkað.
Undirmettu áhugan
Hóast Stóra Pakkhús í
Vági er søguligt, skerst
ikki burtur, at plássið er
avmarkað og tað merkti
eisini tiltakið mikukvøld
ið.
Tað var ógvuliga trong
ligt inni og onkur, sum
høvdu ætlað sær at heiðra
listafólkini, vendu bara
í hurðini og fóru avstað
aftur.
- Tað var ómetaliga
harmiligt, at tey, sum
høvdu ætlað sær at vera
við, ikki skuldu sleppa
inn, sigur Bjørn Kalsø.
Hann sigur, at sama
støða var í Klaksvík í fjør.
- Men tað er ringt at,
meta um, hvussu stór
ur áhugin er, men eg
haldi sum heild, at tað er
hugaligari at sita eitt sind
ur trongligt, heldur enn
at nøkur fá tandur sita í
einum stórum høli, sigur
landsstýrismaðurin.
- Tíbetur komu fleiri
fólk á hátíðarløtuna enn
vit høvdu væntað. Hjá
summum varð tað kanska
heldur trongt, men eg
haldi at tað gekk kortini.
Hinvegin er hetta so ein
spurningur,
vit
mugu
hava í huganum til næsta
ár.
Annars
er
hann
serstakliga væl nøgdur
við kvøldið, sigur hann.
- Tað varð nógv gjørt
burtur úr. Vit vóru væl
móttikin, alt var væl
fyriskipað, og tað eri eg
av
álvara
takksamur
fyri, leggur Bjørn Kalsø
afturat.
Eiga at
ferðast kring
alt landið
HEIÐURSLØN So leingi eg
eri landsstýrismaður fara
vit at hyggja úr um Havnina,
tá ið heiðurslønir verða
lætnar, sigur Bjørn Kalsø
Ótroyttiligt arbeiði
í eitt langt lív
HEIÐURSLØN Árni Dahl hevur staðið fyri eini langari røð av útgávum
Virkin mentamaður
Mikukvøldið fekk Árni Dahl Heiðursgávu landsins fyri umfatandi bókmentanarligt avrik í eitt langt lív