Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-01-16, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. januar 2014síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 17. januar 2014 · Nr. 7 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Leo Poulsen Talan var um tvær ákærur. Onnur var móti Ametyst, og hendingin fór fram 26. juli 2011. Tað var meðan bunkrað var, at pumpað var millum tveir tangar har afturi á hekk­uni. Maskinmaðurin var staddur á dekkinum, tá sjálv­virkandi kontaktin, ið stýrdi pumpuni, ikki sló frá við tí úrsliti, at nakrir litrar runnu yvir, áðrenn maskin- maðurin kláraði at renna av dekkinum upp í stýrhúsið at sláa kontaktina frá. Hetta var eitt í grundini tilvildarligt mál, har ein sjálv­ virkandi kontakt sveik. Hitt málið hendi umborð á Jaspis 5. august 2011. Maskinmeistarin greiddi frá, at seinasta tógið undan, at bátarnir fóru inn, gleið wirurin av lúnningini og end- aði á luftrørinum, ið gekk nið­ur til smyrjioljutangan. Hetta førdi við sær, at rørið bogn­aði og ein riva kom í sveis­ingina. Jaspis kom inn 3. august, sum var ein mikudag, og skuldi liggja í ein mánað vegna eitt­hvørt ólag á fiski­ skap­inum, sum Fiskiveiði­ eftir­litið kravdi, skuldi geva forboð í ein mánað. Gjørt var tí av, at gera átrokandi umvælingar hend­ an mánaðan, ið skipini kort­ ini skuldu liggja. Men fríggjakvøldið 5. august vórðu boð send eftir maskinmanninum at koma umborð, tí olja lak úr skipin­ um og á sjógv. Maskinmaðurin kom á staðið, og tá vóru eisini menn frá brandstøðini har. Teir fingu í felag rudda oljuna upp, men megnaðu ikki ann­ ars at finna fram til, hvar hon kom frá. Teir hildu seg tó hava fingið tamarhald á støðuni, og fóru tí til húsar aftur um kvøldið. Tilkallaðir aftur Tað gekk kortini ikki rúm tíð, til menn aftur vórðu til­ kallaðir til Jaspis. Hetta var leygarmorgunin, og hesa­ferð vórðu báðir maskinmeist­ ar­arnir á Jaspis og Ametyst tilkallaðir umframt sami inn­ satsleiðari sum kvøldið fyri. Hesaferð varð skjótt stað­ fest, at vatn var í smyrji­olju­ tanganum, og at tað var hetta, ið hevði ført til yvirflotið í tanganum dagin fyri. Nú var eisini funnið fram til, at rørið millum skins og hold upp til útluftingina á yvir­dekkinum, var tært á hol, og at oljan rann út tann vegin. Báðir maskinmeistararnir, sum vitnaðu í rættinum miku­dagin søgdu, at eingin møgu­leiki var at síggja hetta, júst tí tað var millum skins og hold. Ógvusliga regnið, sum hevði verið hesar dagarnar, var likið niður gjøgnum sprekk­una á yvirdekkinum, nið­ur gjøgnum luftrørið og nið­ur í smyrjioljutangan í slík­ari nøgd, at tað hevði trýst lættaru oljuna upp gjøg­num luftrørið og út gjøg­num teringina. Og tað var hetta sum gjørdi, at oljan lak út. Innsatsleiðarin greiddi frá, at teir høvdu pumpað einar 200 litrar upp í dunkar, og at slammsúgvarin hjá kommununi hevði pumpað einar 240 litar. Og út frá hesum mátti roknast við, at eitt stað millum 150 og 200 litrar vóru farnir á sjógvin. Hesum metingum aftur­ vístu maskinmeistararnir og mettu sjálvir, at tala var um eitt stað millum 25 og 50 litrar, ið fóru í havið. 500-600 litrar pr. túr Báðir maskinmeistararnir vóru samdir um, at skipini brúktu eitt stað millum 500 og 600 litrar av smyrjiolju hvønn túr. Mett var, at motor­ urin nýtti einar 50 litrar um døgnið, meðan ljósmotorar og annað brúka 10-15 litrar um døgnið. Tað merkir, at skipini brúka hesar 500 til 600 litrar av smyrjiolju hvønn túr. Og um hesin seinasti túrurin so vardi í 8, 9 ella 10 samdøgur, ger so ikki tann heilt stóra munin. Í sínari proseduru segði Linda Hesselberg, ákæri, at tað var víst stórt óskeytni í báðum førum. Í fyrsta umfari, tí at litið var alt ov nógv á sjálvvirkandi kontaktina, og í hinum førinum, at ikki var hugsað um at dekka sprekk­ una í sveisingini til, so at regn­vatn ikki kundi renna niður í smyrjioljutangan. Hon mælti tí til, at reiða­ ríið varð dømt at rinda 12.500 krónur í bót fyri hendingina umborð á Ametyst, og 52.700 krónur fyri hendingina á Jaspis. Verjin, Christian Andrea­ sen, kravdi frídøming. Hann segði, at alt var grundað á gitingar hjá ákæruvaldinum, og skuldsetti ákæran fyri ikki at hava skil fyri, hvat gekk fyri seg umborð á skipi. Hann segði eisini, at rør­ ini, ið vóru tærd, ikki kundi leggjast reiðaranum til last. Dómarin vildi fegin hava semju í málinum, og mælti tí til eina slíka. Ákæruvaldið gekk so við til, at minka út­ látið á Jaspis málinum úr 150-200 litrar, niður í 75-100 litrar. Hesum tók ákærdi av, og málið endaði tí við, at bótin, í staðin fyri at verða 65.200 krónur, nú endaði á 40.000 krónum. Sum framvegis má metast at vera nógv fyri eina so lutfalsliga lítla dálking. Dýrt at dálka havumhvørvið Tað mátti reiðarin á Ametyst og Jaspis ásanna, tá eitt mál móti teimum báðum trolarunum var fyri í Føroya Rætti mikudagin TÍÐINDI Ametyst og Jaspis vóru fyri oljuóhappi ávikavist 26.7.11 og 5.8.11