Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-01-16, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. januar 2014síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Fríggjadagur 17. januar 2014 · Nr. 7 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Leo Poulsen – Eg eri ikki nøgdur við dóm­ in. At vera undir ákæru er so langt úti, og eg krevji størri virðing, sigur Mortan Johannesen. Hann er ógvuliga harmur um dómin, og vísir á, at hann ongantíð hevur verið ákærdur áður. – Eg sigi við sýnsmannin hjá Norsk Veritas, at nú er hann ov seinur við krøv­un­ um, og hann fær bara játt­að, at so er, sigur Mortan Jo­ hannesen. Hann heldur eisini lítið um ákæran, sum í hesum føri var Linda Hesselberg. – Har situr hon og spyr meg, um eg havi syrgt fyri hesum og hasum, men hon veit jú ikki, hvussu tað gong­ ur fyri seg umborð á ein­ um fiskiskipi. Og so tekur hon tey keðiligastu tingini fram, eg føli tað sum eitt bæði óbehagiligt og keðiligt for­nemmilsi, sigur Mortan Johanne­sen. Hann sigur, at hann hevur siglt síðani 1951, og hann veit einki um, at eitt luftrør er tært. – Gamalt er í Føroyum, at gera sjóklárt, og tað er at syrgja fyri, at alt er í lagi tá farið verður avstað. Men tað er ikki vanligt, at skiparin gongur runt og tryggjar sær, at alt er í lagi, áðrenn hann fer í land eftir loknan túr. At maskinmeistarin tryggjar sær, at alt er í lagi, er nakað heilt annað, tað ger hann og syrgir fyri, at alt er trygt, áðrenn hann fer í land, sigur Mortan Johannesen. Hann sigur, at teir hava sínar mannagongdir umborð, men ikki tær, sum hon spyr eftir. – Vit hava okkara manna­ gongdir. Men tær umfata ikki eitt nú at kanna elektro­ motorar javnan, tí antin virka teir ella virka teir ikki, sigur Mortan Johannesen. Hendilig óhapp Hann sigur seg vera illa til­ passar av at verða so nógv niðurgjørdur av ákæranum. - Hon situr har og hevur ikki ánilsi av, hvussu tað gongur fyri seg umborð á einum skipi. Eg havi altíð gingið ógvuliga høgt upp í at hildi míni skip til lítar, og tað sum hendi við tærda luftrørinum havi eg ongantíð verið úti fyri áður øll tey árini ag havi siglt, líka síðani 1951, sigur Mortan Johannesen. Hann er eisini vónbrotin av dómaranum. – Eg helt, at hann heilt tíðiliga var í parti við ákær­ anum. Vit tóku oljuna upp og guldu fyri tað beinanvegin, restin er at meta sum for­ fylging, sigur Mortan Jo­ hanne­sen. Hann sigur seg minnast, tá hann byrjaði at keypa skip, hvussu myndugleikarnir tá ryndu at hjálpa sum fræg­ ast. – Tá var ein vilji at gera tað so gott og lætt sum gjørligt, at hava skip. Í dag sær út til, at so nógvir fótonglar sum gjørligt skulu leggjast í vegin, sigur Mortan Johannesen. Hann viðgongur, at tað sær ikki gott út, tá vágin flýt­ ur í olju. – Nei, tað er ikki gott, at vágin flýtur í óhumsku. Men í hesum førunum var tað jú hendilig óhapp, og rokningin fyri at fáa oljuna upp aftur var goldin beinanvegin. Og tá so at fáa eina bót omaná, haldi eg líkist ongum, sigur Mortan Johannesen, reiðari á Ametyst og Jaspis, sum tó ikki ætlar sær at gera meira við málið. Hatta líktist ongum Tað sigur Mortan Johannesen, sum eigur trolararnar, Ametyst og Jaspis. Hann heldur, at tá hann hevði goldið fyri upptøkuna av oljuni, átti málið at verið avgreitt Mortan Johannesen heldur lítið um dómin í Føroya Rætti mikudagin Leo Poulsen Suni Petersen, leiðari á deild­ ini fyri havumhvørvið, sigur, at tað tykist, sum hevur harða linjan í revsisakum móti skipum, sum ganga ov lætt um tá bunkrað verður, gjørt, at teir hava havt mun­andi færri sakir um bunkrings­yvirflot. – Nei, vit hava ikki eins nógv mál, sum vit høvdu fyri einum fimm árum síð­ ani. Tað svingar so nógv, og trupult er at geva hagtøl, tá tala er um so fá mál, sigur Suni Petersen. Hann sigur, at tað tykist, sum er nógv betur ansað eftir nú, tá bunkrað verður. – Hevur tú fyrst fingið eina bót á 100.000 krónur, ansar tú betur eftir næstu ferð, vísir Suni Petersen á. Og hóast hann ikki hevur nøkur hagtøl at vísa á, so kennir hann seg sannførdan um, at tað er vorðið betri. – Vit hava eingi hagtøl yvir yvirbunkring, men tað er mín greiða sannføring, at tað er vorðið betri, sigur Suni Petersen. Hann sigur, at tað altíð kann setast spurnartekin við skuldarskylduna hjá tí ákærda, og tað er tað, vit sóu í hesum førinum. – Men tað er sum tá eg verið steðgaður av politinum, og ein av lyktunum júst er farin. Hóast eg kanska ikki havi lagt merki til tað, fái eg kortini eina bót, sigur Suni Petersen. Hann sigur, at tað bara skal vera í lagi. – So tað er líkamikið, um ein kontakt er í ólagi, ella tað er ein sveising, sum er sprekka, tá olja kemur á sjógvin, er tað skyldan hjá reiðarínum, sigur Suni Petersen, avdeilingsleiðari á Um­hvørvisstovuni. Úrslitið var í lagi – Vit hava ongan serligan áhuga í at fáa nakran dømdan, men hetta var so eitt úrslit, sum vit gott kunnu liva við, sigur Suni Petersen, deildarleiðari á Umhvørvisstovuni Fýra mánaðir treytaða fongsuls­ revsing Tað var dóm­ urin, ið ein fyrr­ verandi byggi­ meist­ari fekk fyri ikki at siga sann­leikan í skifti­rætt­inum, og fyri at snýta við pengum Leo Poulsen Ákærdi fyrrverandi byggi­meistarin var dømd­ur fyri at siga ósatt í skifti­rættinum, tá ið eitt felag hansara var avtikið. Hann var dømdur fyri at siga ósætt, tá hann segði seg ikki vita av, at eitt krav var í felagnum móti Faroe Ship fyri at hava leiga kranan hjá felagnum at lossa við. Talan var um eina rokning áljóðandi 458.000 krónur. Somuleiðis var ákærdi maðurin ákærd­ur fyri at hava snýtt við peningi hjá felagnum, við at hava tikið pening út av konto hjá felagnum - sjálvt um peningurin var brúktur at gjalda rokn­ingar hjá fe­lag­ num fyri. Hinvegin var hann frí­dømdur fyri at hava roynt at tiltuska sær pen­ing við at rykkja eftir peninginum, sum Faroe Ship stóð at skylda hansara felag. Peningurin skuldi flyt­ast á konto hjá fe­ lag­num. Hóast ákærin kravdi eina treytaleysa fongsulsrevsing á 8-10 mánaðir, dømdi dóm­ arin ákærda í fýra mán­aðir treytaða fong­sulsrevsing. TÍÐINDI