hósdagur 16. januar 2014síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 17. januar 2014 · Nr. 7
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
– Ja, vit høvdu stór tap í Danmark, og tað vóru vit sum læntu pengarnar út. Men vit meta
okkum framvegis at hava gjørt tað, ið vit skuldu, sigur Marner Jacobsen, fyrrverandi
forstjóri í Eik Banka, nú rættarmálið um stórt endurgjaldskrav byrjar
Advokatkanningin, sum Carsten Fode lat úr hondum í juni 2011, er grundarlagið undir tí endurgjaldskravi,
sum Finansiel Stabilitet reisir móti lyklapersónum í kollsiglda Eik Banka. Danski advokaturin skrivaði tá soleiðis
um føroyska partin av Eik Banka, sum í hesi niðurstøðuni verður nevndur Banken:
Grundarlagið:
Det er min vurdering, at Bankens uforsvarlige
kreditgivning, særligt til ejendomsprojekter i
Danmark og Tyskland, men også til færøske
erhvervskunder, og en manglende risikostyring, var
de væsentligste årsager til Bankens økonomiske
sammenbrud. Banken har i en række store
udlånsengagementer haft en høj risikoprofil, i flere
tilfælde kombineret med aftaler om "upsides" eller
ejerandele i de finansierede virksomheder.
Det er min vurdering, at Bankens ledelse i en
række tilfælde på et uforsvarligt grundlag har
truffet beslutninger om kreditgivning til meget store
og risikofyldte engagementer uden at iagttage
Bankens retningslinjer mv. for kreditgivning og uden
at udnytte ressourcerne i Bankens kreditorganisation.
Det uforsvarlige beslutningsgrundlag har
beroet på en manglende eller utilstrækkelig
kreditmæssig behandling i sager, hvor kreditgivning
er blevet indstillet til bestyrelsens bevilling.
Det er således karakteristisk for Bankens
kreditgivning til udenlandske ejendomsprojekter,
at Bankens kreditorganisation, særligt erhvervs-
og kreditafdelingen, ikke har været udnyttet
som forudsat i Bankens retningslinjer mv. for
kreditgivning og derfor ikke har udført det arbejde,
som en forsvarlig kreditsagsbehandling fordrer.
Bestyrelsen har samtidig i sin arbejdsform
handlet uforsvarligt ved igennem flere år at
acceptere, at direktionen i strid med bestyrelsens
forretningsorden forelagde lånesager til beslutning,
uden at bestyrelsen i tilstrækkelig tid forud for
mødet havde modtaget de nødvendige oplysninger
og dokumenter.
Bankens betydelige eksponering i udenlandske
ejendomsprojekter stillede særlige krav til Bankens
kreditorganisation, bl.a. med henblik på at sikre et
tilstrækkeligt kendskab til de udenlandske markeder
og det enkelte udlånsengagement for løbende og
rettidigt at kunne foretage opfølgning og kontrol.
Hertil kommer, at også Bankens kreditgivning til
færøske kunder samt efterfølgende kreditopfølgning
i flere tilfælde har været uforsvarlig.
Endelig var Bankens tab på datterbanken Eik
Bank Danmark A/S en væsentlig årsag til Bankens
økonomiske sammenbrud.
Det er imidlertid min vurdering, at Bankens tab på
Eik Bank Danmark A/S ikke var den afgørende årsag
til Bankens økonomiske sammenbrud. De tab, der er
en følge af de tidligere nævnte forhold, har i sig selv
været tilstrækkelige til at bevirke det økonomiske
sammenbrud for Banken.
Carsten Fode, 23. juni 2011
Einki at
koma eftir
Jón Brian Hvidtfeldt
Størsta endurgjaldskrav í
Føroya søgu fer nú av bakka
stokki. Finansiel Stabilitet
stevnir fýra lyklapersónum í
gamla Eik Banka eftir endur
gjaldi fyri teirra leiklut í koll
siglda bankanum, sum fór á
heysin og varð loftaður av
almenna, danska felagnum
Finansiel Stabilitet 30. sep
tember í 2010.
Marner Jacobsen, forstjóri,
Bjarni Olsen, stjóri, Frithleif
Olsen, nevndarformaður og
Odd Bjellvåg, næstformaður,
eru allir stevndir eftir stórum
endurgjaldi. Somuleiðis er
endurgjaldskrav reist móti
grannskoðarafyritøkuni
Nota og stjóranum har, Hans
Laksá.
Finansiel Stabilitet vil ikki
almannakunngera stevning
ina, men sum skilst er talan
um eini 150 milliónir krónur.
Tað er eingin ivi um, at
talan verður um eitt sera
drúgt mál, sum í besta føri
verður avgreitt næsta ár.
Fríggjadagin 17. januar er
serligur, fyrireikandi rættar
fundur, har leisturin verður
lagdur
fyri
rættarmálið.
Høvuðspersónarnir
hava
hvør sín advokat, meðan
Carsten Fode førir málið
vegna Finansiel Stabilitet.
Grundarlagið
Stevningin byggir víðari á
ta advokatfrágreiðing, sum
sami Carsten Fode gjørdi fyri
Finansiel Stabilitet, og sum
var liðug í juni 2011.
Tann frágreiðing vísti á
fleiri ivasom viðurskifti, sum
nevnd og leiðsla í kollsiglda
Eik Banka eigur at ábyrgdast
fyri.
Fode gjørdi eina líknandi
frágreiðing um danska part
in av Eik Banka, og eisini
har verður peikað á ivasom
viðurskifti, ið eiga at føra til
endurgjaldskrav móti nevnd
og leiðslu í tí partinum av Eik
Samtakinum.
Forstjórin,
Marner
Jacobsen, gongur aftur í
báðum frágreiðingum, og
hann hevur tí tvey endur
gjaldskrav hangandi yvir
sær.
– Ja, tað hevði verið best,
um bæði málini kunnu koyra
í senn, sigur Marner Jacobsen
ídag.
Tann
spurningin
skal
rætturin tó taka støðu til.
Ósamdur
Í dag, meira enn trý ár eftir
skrællið, tvíheldur fyrrver
andi forstjórin í Eik Banka
framvegis um sína óskyld.
– Ja, vit høvdu stór tap í
Danmark, og tað vóru vit sum
læntu pengarnar út. Men vit
meta okkum framvegis at
hava gjørt tað, ið vit skuldu,
sigur Marner Jacobsen.
Fyrrverandi
forstjórin
hevur tó lítlan og ongan hug
at grundgeva fyri sínum
sjónarmiði.
– Eg havi fingið eina
stevning, sum eg má fyri
halda meg til. Men eg haldi
fast um, at stevningin er
full av misskiljingum og
»fordreyningum«,
sigur
Marner Jacobsen, sum tó ikki
fæst at útgreina, hvat hann
meinar við:
– Nei, talan er um eina
drúgva stevning, sum vísir til
eina røð av ymiskum viður
skiftum. Hana skal eg svara
uppá, og tað verður gjørt
í rættinum, sigur Marner
Jacobsen.
At hjálpa sær við tí hevur
hann fingið danska advokatin
Søren Lundsgaard, sum her í
Føroyum millum annað var
við í sonevnda skipamálinum
fyrst í nítiárunum.
Sambært fyrrverandi for
stjóranum er tað ein natúrlig
og einføld orsøk til, at hann
hevur danskan advokat.
– Eftir at hava spurt meg
fyri mátti eg bara staðfesta,
at stóru, føroysku advokat
virkini eru øll ógegnig til
at føra eitt slíkt mál, sigur
Marner Jacobsen.
Út at svimja
Hóast hann ikki ynskir at
grundgeva fyri sínum uppá
haldi um, at einki er at koma
eftir hjá Finansiel Stabilitet,
so hevur Marner Jacobsen tó
hug at gera eina stutta við
merking:
– Tað stutta av tí langa
er væl, at vit komu ov
langt út í fastognar
marknaðin,
og
so
kom fíggjarkreppan
og
rykti
teppið
undan øllum, sigur
Marner Jacobsen,
ið sum nevnt tví
heldur
um,
at
hann hevur gjørt
tað, ið hann sum
forstjóri skuldi.
Marner Jacob
sen arbeiðir í dag
sum
sjálvstøð
ugur ráðgevi.
endurgjaldskrav
Eg havi fingið eina
stevning, sum eg má
fyrihalda meg til.
Men eg haldi fast um,
at stevningin er full
av misskiljingum og
»fordreyningum«
jonbrian@sos.fo