hósdagur 16. januar 2014síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Fríggjadagur 17. januar 2014 · Nr. 7
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ákærulistin tódnar
Í síni advokatfrágreiðing frá
2011 mælir Carsten Fode til at
reisa endurgjaldskrav móti til
samans 14 persónum í gamla Eik
Banka, umframt grannskoðara
fyritøkuni Nota og stjóra
num Hans Laksá. Nú standa
fýra nøvn eftir á listanum,
umframt grannskoðarin
Jón Brian Hvidtfeldt
– Nei, tað er avgjørt ikki
tí at vit hava slept ákær
unum móti nøkrum. Men
vit hava valt fyrst at fara
eftir teimum persónum,
sum mest sannlíkt er at
fáa dømdar, sigur Henrik
Bjerre-Nielsen,
stjóri
í
Finansiel Stabilitet.
Sambært
Bjerre-
Nielsen eru tað »proces-
økonomiske overvejelser«,
sum liggja til grund fyri
avgerðini. Tað er dýrt at
føra rættarmál, og tí verða
nøkur vald út í fyrstu
atløgu.
– Hesi, sum nú verða
drigin í rættin, hava eftir
okkara
tykki
høvuðs
ábyrgdina fyri tí, sum
hendi í føroyska partinum
av Eik Banka, sigur Henrik
Bjerre-Nielsen.
Hinir persónarnir á
listanum hjá Carsten Fode
kunnu tó eisini rokna við
einum endurgjaldskravi
frá Finansiel Stabilitet.
– Ja, vit hava tilskilað
okkum rætt til at fara
eftir teimum seinni, sigur
Bjerre-Nielsen og sipar til
fyrningarreglurnar á øki
num.
Tað er fleiri ferðir ført
fram, at Finansiel Stabili
tet
krevur
ábyrgdar
persónarnar í føroyska
partinum av gamla Eik
Banka
eftir
tilsamans
150 milliónum krónum í
endurgjaldi.
– Nei, tað havi eg ongar
viðmerkingar til. Okkara
politikkur er at føra málini
í rættarsalinum, ikki al
menna rúminum, sigur
Henrik Bjerre-Nielsen.
Av
somu
orsøk
er
stevningin móti lykla
persónunum í gamla Eik
Banka ikki almannakunn
gjørd enn.
FAKTA:
Carsten Fode mælti til at reisa
endurgjald móti hesum persónum:
• Frithleif Olsen, nevndarformaður, í nevndini síðani mars 2003
• Odd Arild Bjellvåg, næstformaður, í nevndini síðani mars 2004
• Tormund A. Joensen, nevndarlimur síðani oktober 1997)
• Rakul Dam, nevndarlimur síðani oktober 2001)
• Rólant Vidtfeldt, nevndarlimur síðani mars 2003
• Gert Langgaard, nevndarlimur síðani mars 2004
• Petur D. W. Hammer, nevndarlimur síðani mars 2004
• Jákup Egil Jensen, nevndarlimur síðani 20. marts 2009)
• Marian Jacobsen, nevndarlimur síðani mars 2003, úr nevndini 20. mars 2009)
• Fia Selma Nielsen, nevndarlimur síðani april 2008, úr nevndini 27. marts 2010
• Mathea Hilduberg, nevndarlimur síðani april 2004, úr nevndini 27. marts 2010
• Finnbogi Niclasen, nevndarlimur síðani maj 2001, úr nevndini 27. marts 2010
• Marner Jacobsen, stjóri síðani mars 1999
• Bjarni Olsen, stjóri síðani mai 1999
Finansiel Stabilitet hevur nú drigið hesi í rættin:
• Frithleif Olsen, nevndarformaður, í nevndini síðani mars 2003
• Odd Arild Bjellvåg, næstformaður, í nevndini síðani mars 2004
• Marner Jacobsen, stjóri síðani mars 1999
• Bjarni Olsen, stjóri síðani mai 1999
• Hans Laksá
• P/F Nota
endurgjaldskrav
Henrik Bjerre-Nielsen
– Eftir at hava spurt meg fyri
mátti eg bara staðfesta, at stóru,
føroysku advokatvirkini eru
øll ógegnig til at føra eitt slíkt
mál, sigur Marner Jacobsen