hósdagur 16. januar 2014síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 17. januar 2014 · Nr. 7
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eitt ársskifti var við góðum og minni góðum upp
livingum.
Skálafjarðatunnilin setti av álvara dagsskránna í
árinum, sum fór og í árinum, sum júst er byrjað.
Verkætlanin um at gera ein tunnil millum Havnina og
Skálafjørðin var til viðgerðar í løgtinginum í árinum,
sum fór og endaði við, at avvarðandi landsstýrismaður
varð sendur til hús og at avvarðandi stjórnmálaráð
varð avtikið.
Hesar avleiðingar siga í sjálvum sær frá, at viðgerðin av
verkætlanini sum tingmál hevur ikki verið nøktandi.
Eg ætli mær ikki her sjálvur at viðgera ella taka støðu
til málið, men kann staðfesta, at fleiri av mínum
starvsfeløgum hava úttalað seg og sett spurnartekin
um rættleikan av viðgerðini av málinumum.
Fjølmiðlarnir hava ótroyttiliga og av álvara fylgt
hesum máli upp. Og er hetta helst høvuðsorsøkin
til, at landsstýrismálanevndin loksins tók avgerð
um við heimild í § 38 í stýrisskipanarlógini at heita á
løgtingsformannin um at seta ein kanningarstjóra at
kanna leiklutin hjá landsstýrismanninum og løgmanni
í málinum.
Stutt eftir at ein av mínum starvsfeløgum varð
tilnevndur sum kanningarstjóri, setti ein limur í
formansskapi løgtingsins spurnartekin við hansara
gegni sum kanningarstjóri. Honum á baki setti
forkvinnan í landsstýrismálanevndini sama spurning.
Fjølmiðlarnir tóku eisini av álvara og ótroyttiliga
henda partin av málinum upp. Tá kom rættilig øði í
grindina og málið endaði fyribils seinasta fríggjadag
við, at løgtingsformaðurin loysti kanningarstjóran úr
starvinum.
Ófatiligt og pínligt fyri meg og helst eisini fyri
meginpartin av mínum advokatstarvsfeløgum er tó,
at frákoyrdi kanningarstjórin enn tvíheldur um sítt
gegni.
Tíbetur hava vit um ársskiftið eisini havt góðar upp
livingar. Eg sipið her til framúr góðu sjónvarpsend
ingarnar um arbeiðsdagin á Landssjúkrahúsinum.
KVF hevur framleitt sending í fýra pørtum við
heitinum LS, sum á ein sera kunnandi hátt sigur
okkum frá dagliga arbeiðinum á Landssjúkrahúsinum.
Talan er eftir mínum tykki um eina einastandandi
væl samansetta frásøgn um tað, sum gongur fyri seg í
okkara sjúkrahúsverki.
Sendingin sannførir meg um, at vit á føroyska
sjúkrahúsverkinum eiga starvsfólk við sera góðum
førleika og ikki minst góðum vilja til at taka sær væl av
okkum, tá ið vit eru rakt av sjúku.
Lítil ivi er um, at sendingin um LS vildi ikki givið
okkum eina so góða uppliving uttan so, at tey sum
hava staði fyri tilrættalegging og ikki minst staði aftan
fyri myndatólini, eru dugnalig.
Væl gjørt og takk fyri LS og KVF.
Gott vikuskiftið.
Eyðfinnur
Jacobsen
advokatur
EYGA
MÁLIÐ
Rís til advokatstandin
og rós til LS og KVF
kjak
kjak
Viðmerkingar og lesarabrøv til Sosialin skulu sendast til teldupostadressuna:
post@sosialurin.fo
Fyrispurningur eftir
Tingskipanini § 52a
Kristina Háfoss
Fyrispurningur um Gjald
stovuráðið, Samhaldsfasta
og manglandi óheftni,
settur Jørgen Niclasen,
landsstýrismanni (at svara
skrivliga eftir TS § 52a)
1. Hevur landsstýrismaðurin
í fíggjarmálum, meðan
hann hevur verið lands
stýrismaður,
nýtt
for
mannin í Gjaldstovuráð
num og formannin fyri
Samhaldsfasta, at arbeiða
fyri seg í persónligum
málum?
2. Um so er, metir lands
stýrismaðurin í fíggjar
málum, at hetta ger for
mannin gegnigan at vera
umboð í Gjaldstovuráð
num, ið skal virka óheft av
landsstýrismanninum?
3. Røkir formaðurin í Gjald
stovuráðnum
og
Sam
haldsfasta
eftirlønar
grunninum (AMEG) onnur
vinnulig áhugamál? Um
so er, hvørji? Og er hetta í
samsvari við § 2, stk. 4 í lóg
um landsins gjaldføris- og
skuldarfyrisiting?
4. Grannskoðarafelagið
metti ikki nakran av limum
sínum vera gegnigar at
vera í Gjaldstovuráðnum,
hvørja støðu hevði Advo
katfelagið?
5. Var
landsstýrismaðurin
í fíggjarmálum vitandi
um, at ítøkiligar ætlanir
og samráðingar vóru um
at seta part av ognini hjá
Samhaldsfasta eftirlønar
grunninumm í privatu
CIP tunnilsætlanina?
6. Er tað rætt, at landsstýris
maðurin í fíggjarmálum
í sambandi við, at CIP
skuldi standa fyri at gera
Skálafjarðartunnilin,
hevur verið fyri at broyta
kunngerð fyri Samhalds
fasta eftirlønargrunnin,
so tað gerst møguligt at
gera íløgur í eitt nú undir
sjóvartunlar?
7. Hvørjar ætlanir hevur
landsstýrismaðurin
um
at broyta lógarheimildir
hjá Samhaldsfasta eftir
lønargrunninum og/ella
lógarheimildina fyri um
siting av landsins gjald
føri?
Viðmerkingar
Landsins gjaldføri og eftir
lønaruppsparingin
hjá
Samhaldsfasta
eftirlønar
grunninum (AMEG) skulu
støðugt vera umsitin við
tí endamáli at tryggja so
gott og trygt gjaldføri og
eftirlønargrundarlag
sum
møguligt. Tað má ongan
tíð vera ivi um, at gjald
føri landsins og ognin hjá
Samhaldsfasta
eftirlønar
grunninum (AMEG) verða
umsitin óheft av øðrum
vinnuligum,
persónligum
ella politiskum málum.
Tí var tað ómetaliga gott,
at óhefti stovnurin, Lands
banki Føroya, umsat bæði
gjaldføri, skuld og ogn hjá
Samhaldsfasta. Men sam
gongan avtók Landsbanka
Føroya í fjør. Harvið avtók
samgongan einasta óhefta
tjóðarbúskaparliga stovnin
í Føroyum, ið kundi ráðgeva
almenningi, vinnulívi, fjøl
miðlum, Løgtingi og Lands
stýri.
Føroyar
hava
nú
heldur ongan stovn, ið alt
árið fremur óheft tjóðar
búskaparligt eftirlit.
Við avtøkuni av Lands
bankanum varð óhefta um-
sitingin av gjaldføri (oman
fyri 2 mia. kr.) og skuld land
sins, og av Samhaldsfasta
eftirlønargrunninum
(um
1 mia. kr.), eisini avtikin. Tí
landsstýrið valdi at flyta
gjaldføris- og skuldarum
sitingina
og
umsitingina
av Samhaldsfasta frá ein
um
løgfrøðiliga
óheftum
stovni við nevnd og um
sjónarráði, har partarnir á
arbeiðsmarknaðinum valdu
meirilutan av umsjónarráði
og nevndini, til ein stovn
beint
undir
landsstýris
manninum.
Ávarað varð um avleið
ingarnar, tá Landsbankin
varð avtikin. Hóast bert fáir
mánaðir eru farnir síðan
avtøkuna, eru tíverri longu
komin fleiri ábendingar um,
at bæði gjaldføri og skuld
landsins og Samhaldsfasti
ikki verða umsitin óheft av
landsstýrismanninum.
Samstundis hava ítøkiligar
ætlanir longu verið frammi
um at broyta lógarásetingar
fyri at nýta part av ognini
hjá
Samhaldsfasta
eftir
lønargrunninum at seta í
privata undirsjóvartunnilin
hjá CIP. Hartil frættist, at
ætlanir eru um at broyta
lógargrundarlagið fyri Sam
haldsfasta eftirlønargrunnin
í næstum.
Fyri at fáa lýst málið,
verða hesir spurningar settir
landsstýrismanninum í fíggj
armálum.
Hevur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, meðan hann hevur verið landsstýrismaður,
nýtt formannin í Gjaldstovuráðnum og formannin fyri Samhaldsfasta, Annfinn V. Hansen,
(myndin) at arbeiða fyri seg í persónligum málum? spyr Kristina Háfoss, løgtingskvinna