hósdagur 16. januar 2014síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Fríggjadagur 17. januar 2014 · Nr. 7
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Av tí at neyvan nakað gerst við
landsins
ráðandi
forstokkaðu
stjórn, verður hetta skrivað sum
eitt tilmæli til tey góðu fólk, sum
vónandi finna saman um nýggja
progressiva samgongu at taka við
eftir hesa:
Umstøður fyri vinnu
og lívsins uppihaldi
Umstøðurnar á arbeiðsmarknað
inum eru avgerandi fyri, hvussu
hvør einstakur, húsarhald, vinna og
búskapur hava tað. Her verða fyri
treytirnar settar, fyri hvussu vit á
hvørjum einasta arbeiðsplássið í
landinum útinna okkara dagliga
arbeiði, vinna til lívsins uppihald
og skapa grundarlagið fyri okkara
felags vælferð.
Tí er ein dynamiskur arbeiðs-
marknaður, ið støðugt skapar
menningarmøguleikar og tillagar
umstøðurnar til skjótt broytandi
krøv og avbjóðingar, ein av grund
leggjandi fyritreytunum fyri sam-
felagsmenningini.
Politiskir myndugleikar
eru meinbogar
Tá er løgið, at tað í høvuðsheitum
eru tvær negativar grundir, ið liggja
undir mestsum øllum tí, ið hendir á
arbeiðsmarknaðinum:
•
Ósemjur og stríð millum part
arnar, sum við millumbilum
taka seg upp, nú oftast millum
almenna arbeiðsgevaran og løn
takarafeløgini.
•
Diktatoriskur atburður frá polit
iska myndugleikanum, avgerðir
framdar yvir høvdið á løntakara-
og vinnufeløgum, sum koll
veltandi broytingar í skatta- og
eftirlønarviðurskiftum, ultima
tiv harraboð um lønarkarmar, ið
gera fríar samráðingar meinings
leysar, og hóttanir um politiska
uppílegging, um feløgini ikki
akta harraboðini.
Tað er demoraliserandi og frust
rerandi fyri vinnu- og løntakara
feløg, ið eiga at vera millum
týdningarmestu aktørarnar í sam
felagsmenningini. Hetta sæst aftur
í tí apati og ráðaloysi, ið tykist at
valda, serliga hjá fakfeløgunum á
løntakarasíðuni.
Ongin arbeiðsmarknaðar
politikkur
Tað er ein undrunarverdur veruleiki,
at
arbeiðsmarknaðar¬politikkur
hevur ongan áhuga í okkara polit
isku skipan – illa ber til at tosa um
nakran føroyskan arbeiðsmark
naðar¬politikk yvirhøvur. Ongan
tíð áður er hetta so sjónskt sum við
verandi høgrasamgongu, íð kveistrar
allar aðrar partar til viks og kom
promisleyst gjøgnumtrumfar sínar
egnu avgerðir á øllum økjum.
So er ikki í okkara grannalond
um, har ein samvirkin arbeiðsmark
naðarpolitikkur er eitt høvuðsam
boð til at tryggja arbeiðsskapandi
vøkstur, menning og fíggjarligt
støðufesti móti veksandi avbjóð
ingum frá altjóðagjørdari kapping
og demografiskum broytingum.
Krøvini til fakligar
førleikar skerpast
Í okkara grannalondum er ein virkin
arbeiðsmarknaðarpolitikkur eisini
tætt knýttur at vinnupolitikkinum
– sum tvær síður av somu søk.
Men ikki her hjá okkum. Her verða
partarnir
á
arbeiðsmarknaðin
fataðir, sum um teir bara eru til
fortreð. Av tí sama skapast óneyð
ugir trekleikar fyri óreingiligu
broytingargongdini frá gomlum
til nýggjar vinnur, dynamikkurin
stirnar, og størri orka fer til spillis
í konfliktum enn til at gagnnýta
vakstrarmøguleikar.
Samstundis økist umskiftilig
heitin á einstøku arbeiðsplássunum,
og krøvini til fakligar førleikar hjá tí
einstaka verða alsamt størri fyri at
kunna fylgja við og fasthalda støðu
sína á arbeiðsmarknaðinum.
Trípartasamstarv ikki bara
ynskiligt men neyðugt
Lítið og onki hevur verið av sam
starvi í skipaðum formi, men ong
antíð hevur verið so galið millum
partarnar á arbeiðsmarknaðinum
og politisku skipanina sum nú.
Landsstýri og samgonga spyrja ong
an eftir, lóggeva og gera fyriskipanir
fyri arbeiðsmarknaðin, uttan at
hesin er aktivur viðspælari. Vinnu-
og løntakararfeløgini tykjast so
tipt, at hagani kemur onki útspæl
– ella mótspæl.
Hesi støðu mugu vit burturúr.
Havi ongar vónir um tað við sitandi
samgongu, men seti mítt álit til
partarnar, sum vónandi taka við
í nýggjari progressivari stjórn, at
fáa hetta trýpartasamstarvið í lag
– millum politiskar myndugleikar,
vinnu- og løntakarafeløg - sum í
øllum hinum norðanlondunum er
eitt sterkt, siðbundið, vælskipað og
virkið samstarv – ein høvuðstáttur
í víðgitna “norðurlendska modell
inum”.
Arbeiðsmarknaðardepil
fyrsta stigið
Fyrsta stigið til eitt skipað tríparta
samstarv verður at partarnir seta
ein
arbeiðsmarknaðar¬depil
á
stovn, sum
•
skal vera krummtappur í sam
starvinum og drívmegi til ar
beiðsmarknaðarligar nýskipan
ir,
•
skal skipa fyri komandi arbeiðs
marknaðarútbúgvingum
og
útbúgvingargrunni til neyðugu
fíggingina, og
•
vera amboð hjá pørtunum á
arbeiðsmarknaðinum
til
at
skipa fyri og taka ábyrgd av
egnum viðurskiftum, m.a. so
sentralum skipanum sum ALS,
fasta Gerðar¬rættinum, Barns
burðarskipan, Samhalds¬fasta,
Frítíðargrunni, Trygdargrunni
o.ø.
Arbeiðsmarknaðar
útbúgvingar
Eitt átrokandi høvuðsmál er at
fáa ein serliga skipan fyri arbeiðs
marknaðar¬útbúgvingar.
Nógv
verður røðað og skrivað um út
búgving – men tá verður mestsum
bara hugsað um Fróðskaparsetur.
Tað er positivt við veksandi fatan
av tí ovurstóra týdningi, sum
hægri útbúgvingar hava fyri fram
tíðartrygging av okkara samfelag.
Men tað er eitt veldugt mistak
framvegis at ignorera og gloyma
tey í stórum túsundatali, ið longu
eru á arbeiðsmarknaðinum, tey
ófaklærdu, tilkomin, sum ikki
hava fingið aðra skúlagongd enn
fólkaskúlan. Hetta eru tey, sum
altíð verða harðast rakt av rationali
serandi tillagingum og arbeiðsloysi.
Tey fáa tað verri við at fóta sær á
arbeiðsmarknaðinum í komandi
árum við veksandi krøvum til
útbúgving og fakligheit.
Harnæst eru øll tey, sum fyri
árum síðani fingu eina útbúgving,
men ongantíð havt høvi til at við
líkahalda og menna gamlar før
leikar – tí møguleikarnir fyri reglu
ligari eftirútbúgving ikki eru til
staðar.
Útbúgvingargrunnur
fyri arbeiðsmarknaðin
Tað, sum manglar, er ein samanhang
tíðargrein
Tórbjørn
Jacobsen
Jóannes
Eidesgaard
Hans Pauli
Strøm
Hergeir
Nielsen
Jógvan
Sundstein
Edmund
Joensen
Til komandi stjórn um nýskipanir
fyri góðum arbeiðslívi
Hans Pauli Strøm
fyrrverandi løgtings- og landstýrismaður
fyri Javnaðarflokkin
Tørvur er á broytingum á teimum
fyritreytum, sum føroyski arbeiðs
marknaðurin virkar undir. Vónandi
finna góð fólk í fakfeløgum,
vinnufeløgum og politiskum flokkum
saman at seta hesar nýskipanir á skrá
og at fremja tær, so vit fáa gott samljóð
millum ríkt arbeiðslív og vinnuligan
vøkstur
Framhald á síðu 12