hósdagur 16. januar 2014síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 17. januar 2014 · Nr. 7
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
andi og sentral-útbúgvingarskipan
fyri arbeiðsmarknaðin – við styttri
skeiðum og longri førleikagevandi
útbúgvingum.
Tað nyttar tó onki, bara at bjóða
fólki, sum eru í vinnu og hava allar
dagligar fíggjarligar skyldur, at tey
kunna fáa frí at fara aftur í skúla.
Treytin fyri, at tað skal virka, er tað
eisini verður ein fíggingarskipan,
ein útbúgvingargrunnur, sum ikki
bara fíggjar skúlagjaldið, men eisini
kann gjalda fólki dagpengar, meðan
tey eru á skúlabonki. Einstøku ar
beiðsplássini kunnu ikki hvør sær
fíggja hetta, til tess eru tey ov ymisk
til støddar og summi vinnuøki alt
ov illa fyri – kanska júst tey, har
tørvurin á førleikamennandi út
búgvingum er størstur.
Tí má ein slíkur útbúgvingar
grunnur fyri arbeiðsmarknaðin
fíggjast á samhaldsfastan hátt, á
sama hátt sum t.d. barnsburðar
skipanin, við føstum prosentgjaldi
av hvørjari lønarkrónu – við einum
hóskandi innskoti frá tí almenna.
Norðurlendskar fyrimyndir
Í øllum øðrum norðurlondum
eru fyrimyndarligar skipanir við
vaksnaútbúgvingum. Serliga hósk
andi til okkara viðurskifti tykist
skipanin í Íslandi at vera, har
•
førleikamenningin av vaksnum
er skipað í samstarvið millum
landsmyndugleikar og partarnar
á arbeiðsmarknaðinum, og
•
ein sentralur Arbeiðsmarkn
aðardepil samansjóðar hetta
trípartasamstarvið, fyriskipar
førleikamennandi útbúgving
arnar og fíggingina av teimum.
Familjurættaður arbeiðs
marknaðarpolitikkur
Tað eru serliga barnafamiljurnar, íð
hava stórar trupulleikar av einum
stirnaðum
arbeiðsmarknaði
og
tilknýttum sosialum skipanum. Í
Norðlýsinum t. 27.11.2013 vísir Rakul
P. Vang á fleiri dømi um, hvussu
trupult tað er at fáa familjulív og
arbeiðslív at hanga saman, m.a.
hjá kvinnum við skiftandi arbeiðs
tíðum, við døgnvakt, gerandis- og
halgidagar, hjá foreldrum, har
annar makin er av landinum til
arbeiðis helmingin av árinum,
umstøðurnar hjá veksandi tali av
støkum uppihaldarum, og so tann
veruleikin, at ommur og abbar
eru ikki tøk at hjálpa til sum áður.
Trupulleikar, íð síggjast aftur í
ovurstóra partinum av kvinnum, ið
arbeiða niðursetta tíð. Niðurstøðan
hjá Rakul er, at: “Føroyar eru í dag
ikki innrættaðar til tey ymisku før
oysku húsarhaldini. Útvegin síggja
vit hvønn dag: fólkið rýmir, arbeiðir
niðursetta tíð, koma í ALS, fáa færri
børn”.
Konstruktivir útvegir kunnu
m.a. finnast í samstarvi millum
myndugleikar og arbeiðsmarknaðin
um meira fleksiblar og víðkaðar
skipanir við tryggari barnaansing.
Sjálvfylgiliga
eigur
barns
burðarfarloyvið at longjast upp í
eitt ár, har bæði foreldur skulu eiga
sín lut. Og síðani er tíðin komin
eisini í Føroyum til víðkaðar for
eldra¬farloyvis¬skipanir, ið svara
til tann tørv, ið foreldur við børnum
undir og í skúlaaldri á okkara
døgum hava.
Eldrapolitiskar arbeiðs
marknaðarskipanir
Vit eru so heppin, at eldra fólkið
í Føroyum heldur nógv longri á í
arbeiðslívinum, enn aðrastaðni.
Hetta er sera gagnligt fyri tann ein
staka og einastu nýtiligu ráðini til at
lofta demografisku broytingunum,
sum fara at gera um seg nógv ár
fram í tíðina. Hetta eiga vit at
stuðla uppundir við fleksiblum
fráfaringarskipanum, sum kunnu
gera tað møguligt at vera virkin
longst møguligt við lagaligum og
líðandi skifti úr arbeiðslívinum.
Rúmligur arbeiðsmarknaður
Tað er ein mannarættur - eisini hjá
fólk við skerdum førleika - at hava
ikki bara rætt til men eisini reellar
møguleikar at kunna luttaka í øll
um samfelagslívi, við hóskandi
endurbúgving og føstum tilknýti
til arbeiðsmarknaðin. Nakað er
hent, men nógv er bara komið til
tos – ikki minst um ta “eini hurð
ina” í Almannaverkinum. Rúmlig
ur arbeiðsmarknaður verður tó
aldrin ein veruligur møguleiki, fyrr
enn tað verða partarnir á arbeiðs
marknaðinum, sum í skipaðum
samstarvi við myndugleikarnar
taka ábyrgdina av hesum uppá
seg.
Nýggja arbeiðs
umhvørvislóg
Fyri 14 árum síðani fingu vit
“nýggja” arbeiðsumhvørvislóg, ið
var umseting av gamlari danskari
lóg, ið longu har var farin úr gildi.
Okkara var sostatt afturútsilgd
frá byrjan. Í fjør vóru nakrar dag
føringar gjørdar, men tað eru fram
vegis lappaloysnir í gomlu lógini.
Og enn fevnir føroyska lógin ikki
um psykiskt ella sálarheilsuligt
arbeiðsumhvørvi, m.a. um fremjan
av trivna og fyribyrging av strongd,
happing og sjikanu á arbeiðs-
plássinum.
At Arbeiðseftirlitið sparipolitiskt
er malið upp í Heilsufrøðiligu
Starvsstovuna, hevur gjørt ilt verri.
So eisini her eigur ein endurreisn og
uppraðfesting at setast á skránna.
Gransking í arbeiðs
marknaðarviðurskiftum
Nógv verður tosað um gransking
– men eisini á hesum øki tykjast
viðurskifti í arbeiðslívinum tíverri
ikki at telja við. Her eiga partarnir
á arbeiðsmarknaðinum at taka
sær um reiggj og fáa gransking í
lag at útgreina viðurskifti, ið tykist
torskild, men enn standa sum
opnir spurningar. M.a. hvussu er
føroyska arbeiðsmegin skikkað
til at klára verandi og komandi
avbjóðingar av førleikakrevjandi
starvsligum og tøkniligum um
broytingum? Hvat er tað, sum
ger, at eldri føroyingar eru nógv
virknari á arbeiðsmarknaðinum
enn aðrastaðni? Hvørji viðurskifti
kunnu vera atvoldin til, at so
óvanliga nógvar kvinnur arbeiða
niðursetta tíð? O.s.v.
Nýskipanir tiltrongdar
Vóni at góð fólk í fakfeløgum,
vinnufeløgum og politiskum flokk
um síggja tørvin á tiltrongdum
broytingum í teim fyritreytum,
sum føroyski arbeiðsmarknaðurin
virkar undir. Og at tey finna saman
um at seta hesar nýskipanir á skrá
og fremja tær, til gagns fyri góðum
samljóði millum ríkt arbeiðslív og
vinnuligan vøkstur.
tíðargrein
Framhald av síðu 11
Sosialurin 341800
fyrst og fremst
www.in.fo