Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-01-16, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. januar 2014síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Fríggjadagur 17. januar 2014 · Nr. 7 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 6. januar fingu Poula Árnadóttir Lervig og Bárður Larsen, Hoyvík, eina dóttur. Hon vigaði 3720 gr og var 53 cm long. 9. januar fingu Rúna og Hjarnar Dalsgaard, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 53 cm long og vigaði 3850 gr. 14. januar fingu Jónvá og Jan Thomsen, Klaksvík, eina dóttur. Hon var 49 cm long og vigaði 2900 gr. 2. januar fingu Jákup Olaf Jacobsen og Eileen Streymoy, Odense, eina dóttur. Hon var 45 cm long og vigaði 2065 gr. 8. januar fingu Natalia og Rebekka ein lítlabeiggja. Lítli­ beiggin eitur Sebastian og hann var 49 cm langur og vigaði 3310 gr. Foreldur teirra eru Elisabeth og Sámal Rasmussen, Tvøroyri. Føðingar 30. desember fingu Pilunnguaq (Pilu) og Thomas Hjaltalin Jensen, búsitandi í Sisimuit í Grønlandi, ein son. Hann vigaði 3450 gr. og var 50 cm langur. Sanne Storm, musikk­tera­ peut­ur á Psyki­atr­iska Depli­ num á Lands­sjúkra­húsinum, hevur frá Akademiska Ráð­num á Humanistiska Fakul­tetinum á Aalborg Uni­versi­teti, fingið ein Ph.D grad í Musikkterapi. Hetta er fyri hennara verkætlan, ið kallast “Research into the Development of Voice Assesment in Music Thera­ py”. Í hesi verkætlan hevur Sanne Storm kannað, um tað er gjørligt at menna eitt ræddar-metingar amboð, sum skal brúkast til at fáa til vega upplýsingar um hvussu fólk eru fyri sálarliga, soleiðis at hetta kann brúkast í við­ gerðartilgongdini, bæði til at sjúkugreinan og til at meta um framgongd undir við­ gerð. Sum partur av kanningini, hevur Sanne Storm sjálv ment eitt ræddar-metingar am­boð, sum hon hevur brúkt í arbeiðið sínum í musikk­ tera­peutiskari viðgerð av fólki við depressión. Tað vís­ir seg her, at ræddar-met­ ingar amboðið ger, at tað ber til at fanga sjálvt smáar broytingar og batar í rødd­ ini. Hesir upplýsingar hava í kanningini víst seg at verða týðandi tilfar til eina breið­ ari fatan av pers­ón­inum, sum verður kann­aður og viðgjørdur og hvussu við­ gerðin hjálpir. Sostatt ber til við ræddar-met­ingar am­ boðnum at gera eina meting og skjalfestan av hvussu musikkterapiin hjálpir sjúk­ lingunum. Sanne Storm er fødd í Dan­ mark í 1962 og er útbúgvin musikkterapeutur frá Aal­ borg Universiteti í 2002. Síðani hevur hon tikið eitt tvey ára langt pedagogiskt ræddarvenjingarprogramm á franska Centre Artstique International Roy Hart. Sanne Storm hevur síð­ani 2002 starvast sum musikk­ tera­peutur á Psykiatriska Deplinum og undirvísir á musikkterapiútbúgvingini á Aalborg Universiteti, eins og hon fyriskipar skeið um hvussu røddin kann brúkast sum amboð til viðgerð. Sanne Storm fyrsti Ph.D á Landssjúkrahúsinum Sanne Storm, musikkterapeutur vardi sína Ph.D ritgerð Aalborg Universiteti beint fyri jól. Nógv fólk vóru og lurtaðu og á skiggjanum vinstrumegin Sanne Storm síggjst fólk á Psykiatriska Deplinum, sum gjøgnum myndasamskifti høvdu møguleikan at fylgja allari Ph.D verjuni, sum vardi knappar tríggjar tímar Sanne Storm stendur her framman fyri opponansupanelinum, sum var mannað við Professara Inge Nygaard Pedersen, Aalborg Universitet, Danmark, Dr. Med. Bjørn Wrangsjø, Svøríki og Professara Helen Odell- Miller, Anglia Ruskin Universitet í Onglandi