Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-01-16, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. januar 2014síða 30

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Blaðnr. 7 · 17. januar 2014 6 VIKUSKIFTI Eisini á barnaheiminum er ógvuliga fátæktsligt. – Børnini hava onki at spæla við, men so finna tey bara sjálv upp á ymisk spøl og brúka tað, sum er til taks, sum til dømis onkur træpetti og steinar. Havi eisini sæð, at tey brúka hosur, sum tey gera bóltar við. Av tí at tað er so av­ markað við leika her á leiðini, noyðast børnini at vera kreativ, og tað duga tey rættiliga væl, fortelur Anna Maria. Klæðini, sum børnini ganga í, eru klæðir, sum fólk hava latið til barna­ heimið. Onkuntíð tekur Anna Maria feil av gentum og dreingjum, tí tey ganga øll í somu klæðum, og harafturat hava genturnar líka stutt hár sum dreingir­ nir. Sum heild heldur hon, at børnini hava tað nøkunlundað gott á barna­ heiminum, har hon arbeiðir. – Tey tykjast glað fyri tað mesta og fáa mat hvønn dag. Men eitt, sum plágar meg, er, at børnini stundum verða sligin, um tey ikki gera, sum tað verður sagt av onkrum av starvsfólkunum, og tað er nakað, sum eg havi alt annað enn lætt við at góðtaka. Men eg haldi, at eg havi vant meg við, at soleiðis er tað her, og eg fái ikki gjørt so nógv, tá tað hendir, men má bara royna at halda høvdið kalt, greiðir Anna Maria frá. Virða ikki menniskjalív Arbeiðsdagurin hjá Ásu er á einum sokallaðum økissjúkrahúsi, sum liggur mitt í býnum. Hesar mánaðirnar, hon er í Tanzania, skal hon arbeiða á fleiri ymsum deildum. Fyrstu vikurnar var hon á eini skaðastovu, og hon minnist vælt a fyrstu uppgávua. – Eg skuldi reinsa eitt sár hjá eini kvinnu. Eg var rættiliga sjokkerað, tá eg sá sárið, tí eg havi ongantíð áður upplivað slíkt. Fólkini her vita lítið um reinføri, og tí blíva sárini øgiliga ógvuslig og eru ikki tespilig at síggja. Eg mátti bara gera, sum eg bleiv biðin, og eg eri rættiliga ovfarin av mær sjálv­ ari, fortelur Ása og heldur fram: – Tað, sum eg haldi vera løgið, er, at tey altíð hava góða tíð og hava lyndi til at flenna eftir tí heila, eisini tá okkurt álvar­samt er áfatt. Tað skilji eg ikki ordiliga, sigur Ása. Seinastu tríggjar vikurnar hevur Ása arbeitt á føðideildini, har hon veruliga sleppir at royna seg. Men hon dylir ikki fyri, at hon upplivir ting, sum hava stóra ávirkan á seg. – Dagliga síggi eg pinkubørn doyggja, av tí at starvsfólkini ikki hava røttu førleikarnar og ei heldur neyð­ ugu amboðini. Næstan hvønn dag, tá eg komi til arbeiðis, liggja deyðir nýð­ føðingar í eini balju í onkrum horni inni á stovuni. Børnini eru deyð, tí fólkini á føðideildini heilt einfalt ikki duga at taka ímóti nýðføðingum, fortelur Ása og heldur fram: – Eitt nú hava tey ongan súgvikopp at brúka í teimum førunum, har børnini sita føst. Tá plaga tey at fáa okkurt mann­fólk inn á stovuna, sum síðani trýstir ógvusliga á búkin á kvinnuni. Kvinnur­nar fáa onga doyving, og rópa tær av pínu, fáa tær ein lúsing, greiðir Ása frá. Hon sigur seg mangan vera bæði kedda og illa, tá hon fer heim eftir loknan arbeiðsdag. – Tey virða ikki eitt menniskjalív á sama hátt, sum vit í vesturheiminum gera, og fyri meg er tað ótrúliga ørkyml­ andi nærmast bara at hyggja at, meðan lítið og einki verður gjørt við hesar neyð­ars nýðføðingarnar, sigur Ása og vísir á, at hóast fleiri av sjúklingunum á sjúkra­húsinum hava álvarsamar og smitt­andi sjúkur so sum HIV, er tað ikki nakað, sum starvsfólkini hugsa stórvegis um. – Hóast eg ikki altíð kann gera so nógv, so ivist eg ikki í, at eg havi bjarg­að onkrum mannalívum, meðan eg havi verið her, sigur Ása, sum hevur ráðført seg við eina ljósmóðir í Før­oy­ um, soleiðis at hon kann vera við til at broyta ymsar mannagongdir í sam­ bandi við føðingar á sjúkrahúsinum í Tanzania. Setur tankar í gongd Hesa tíðina tær báðar systrarnar hava verið í Tanzania, hava tær fingið upp­ liv­ingar og lívsroyndir, tær ongantíð gloyma. Og hóast tær fegnast um upp­ livingarnar higartil, dylja tær ikki fyri, at hetta eru sterkar upplivingar. – Onkursvegna haldi eg, at tú venur teg við teir ræðuleikarnar, sum fara fram her, og tú gerst líkasum eitt sindur køld og kynisk, men tað er ivaleyst ein vanlig, menniskjalig verjumekanisma, sigur Anna Maria, og Ása heldur fram við at greiða frá, hvussu uppihaldið í Tanzania hevur broytt líváskoðanina: – Tann eina dagin misti eg mína telefon niður á vegin, og skíggin á tele­fonini fór í knús. Um eg var heima, hevði ein slík hending uttan iva oyði­ lagt mær dagin, men tað hevði bara einki at siga í mun til alt tað, eg upplivi her hvønn dag,fortelur Ása og leggur afturat: – Tú finnur veruliga útav, hvat er týdningarmikið í lívinum, sigur Ása. Í mars mánaði koma tær heimaftur. Anna Maria hevur ætlanir um at fara at lesa sálarfrøði, meðan Ása fer at lesa til lækna. – Hóast vit hava sæð skuggasíðuna av lívinum, angra vit á ongan hátt, at vit tóku valið at fara at gera sjálvboðið hjálpar­arbeiði í Afrika, og vit vilja avgjørt viðmæla øðrum at royna tað sama, siga Ása og Anna Maria. Myndir: privatar Projects Abroads er ein altjóða hjálpar­ felags­skapur, ið hevur fleiri enn 150 ymiskar verkætlanir í 28 menningarlondum ymsastaðni í heiminum. Felagsskapurin hevur 20 ára royndir við at samskipa sjálvboðið arbeiði í útlondunum. Arbeiðini, sum tey sjálvbodnu gera, fevna rættiliga vítt – Hjálpararbeiði við menniskjum, náttúra og umhvørvi, undirvísing, heilsa, ítróttur og fyri at nevna nøkur. Sum sjálvboðin arbeiðsmegi í einum av verkætlanunum hjá Projects Abroad hevur tú møguleika at menna teg sjálvan, hjálpa øðrum menniskjum og veruliga uppliva eina fremmanda mentan. Í hvørjum einstøkum landi hevur felags­skapurin starvsfólk, sum hjálpa teimum sjálv­bodnu við øllum tí praktiska í sambandi við uppi­haldið. Les meira á heimasíðuni hjá felagsskapinum á www.projects-abroad.dk Hvat er Projects Abroad?