Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-01-16, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. januar 2014síða 31

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Blaðnr. 7 · 17. januar 2014 7 VIKUSKIFTI Hvat er títt starv? Mentanarleiðari. Hvat er tað besta við starvinum? Fjølbroytt, sjálvstøðugt og marglitt. At vera kreativur, samstundis sum partar av starvinum eru rættiliga ítøkiligir og nágreiniligir. Sam­ skifti við nógv fólk og hitti nógv fólk. Hvørjar eru strævnu løturnar? Smíða fíggjarætlan. Tá ið alt ikki gongur eftir vild og avtalur ikki verða hildnar. Tá ið samskiftið ikki er nóg ítøkiligt, og greiðir málstteningar ikki eru fyri tí, tú fæst við. Tá ið politikarar fara niður í smálutir. Hvønn tónleik dámar tær best? Allan tónleik at kalla – popp og rock, kór- og horntónleik og ikki minst symfoniskan tónleik, sum ofta dettur yvir í tað klassiska. Kanska er tað tí, eg ongantíð sleppi Abbey Road av Beatles – henni lurti eg eftir aftur og aftur. Kanska er tað tí, hon er ein góð blanding av rock, men samstundis rættiliga symfonisk – góður symfoniskur rockur, um nakað eitur so, sum bara George Martin kann blanda hann. Annars havi eg verið nakað í kóri og horntónleiki og havi m.a. sungið við í onkrum oratorium, tað er ein frálík kensla, tá ið alt brúsar og gongur upp í eina hægri eind. Hvat ger teg í góðum lag? Generelt tá ið Norðborg, Gadus og allir hinir mongu bátarnir liggja fullløddir við kai í Klaksvík. Annars tá ið familjan hevur tað gott, og tað gongst børnunum væl. Ein túrur í fjøllunum bæði, í góðum og í ringum veðri, lættir altíð sinnið. Serliga at sita í smáttuni undir Hvítubrúgv og smáfilosofera eftir ein góðan túr er frálíkt. Tá ið allir partar draga somu línu og vera partur av hesum ráki. Hvat ger tú í frítíðini? Alt ov lítið. Skrivi eitt sindur. Fyrr var eg raskur í kóri og hornorkestri. Eri tó í onkrum felags­skapi. Men ein túr í fjøllunum dámar mær væl. Hvørjum hyggur tú eftir í sjónvarpinum? Serliga tíðindasendingum og dokumentar­ sendingum. Ikki so nógv filmar og tílikt undirhald. Hvussu eru tínir matvanar? Teir eru ikki ítøkiligir, eti tíverri alt, »sum fyri kjaftin rekur« – ikki kræsin. Mær dámar væl at gera mær ómak við tí, sum kemur úr hjallinum, eisini grind og spik. Annars royni eg at hava eitt rímiligt býti millum at eta kjøt og fisk og so onkrar breyð-dagar inn ímillum. Umráðandi at halda máltíðirnar og ikki eta út á kvøldið. Hvør er tín lívrættur? Alt ræst – fiskur og kjøt, er frálíkur matur. Men ikki um at tala visnað grind smakkar almikið væl. Havi einaferð verið í Japan, har vit nógvar staðir fingu Sukijaki, sum smakkaði frálíka væl og er lætt at eta – fellur ikki tungt. Har skert tú tunnar flísar av lamba- neyta- kyllinga- og øðrum kjøti og letur soppar og alskyns grønmeti í eina fond av Kikoman, olju og Sake. Tað er ein frálíkur rættur afturvið rís og hvítleyksbreyð, har øll sita um ein stóran pott við hvør sínum spóni ella snældu og fáa sær. Dámar tær at gera mat sjálvur? Ja, alt ov væl! Mær dámar væl at kela fyri matinum og taki mær góða tíð framman fyri grýtunum. Sósini geri eg oftan nógv burturúr. Onkuntíð baki eg okkurt og havi eisini verið hovmeistari við onkur smærri selskap. Havi tá fingið uppskot um at, »tú burdi verið kokkur«… Hvør bók liggur á náttborðinum? Gaven, av Spencer Johnson. Fyri tveimum miðladøgum og tíggju krússum av kaffi síðani kundi tú steindoyggja við brestin á staðnum so tað ikki lirraði i tær av fleiri enn hálvum triðja koppi av kaffi um dagin. Í gjár kundi tú liva longur enn øldina, og liva væl eisini, ikki bara hóra, drekkur tú minst eina kannu um dagin, helst tvær. Kaffi er, sambært granskarum og vísinda­fólkum og øðrum sjálv­klókum fólkum, sum vita so væl kósina millum skerini á lívs­ leiðini, kaffi er, siga tey, skaðiligt og drepandi annan hvønn dag og heilsugott og ódeyðiliggerandi annan hvønn. Hvørjum skulu vit trúgva? Vit kasta lut og fáa okkum upp í aftur krússið í meðan. Nú siga tey gera kaffi, ja, onkur sigur bryggja kaffi. Fyrr søgdu tey, at tey kókaðu kaffi. Nú skal vatnið bara vera 98 stig. Tá eg geri kaffi, er tað so sterkt, at tey siga, tað er hvørki kókað ella bryggjað, men steikt. Kaffi skal vera sterkt, krút­ sterkt, annars kanst tú tað sama drekka UV-gelt vatn. Ivaleyst var meira veiggj í kaffi fyrr, sum í øllum øðrum, áðrenn tey heilsufremjandi frelstu fingu eina av sínum gleði­køvandi opinberingum í starvs­stovuni. Ov nógv eitur er í kaffinum. Kaffisutl drepur. Og so kom enn ein pseudo­ vøra, kaffi við ongum koffeini. Kaffilíki, kaffisurrogat. Alt, sum smakkar væl og ikki minst virkar væl, fæst nú uttan tað, sum smakkar væl og virkar væl. Light my ass. Roynið at festa í eina leit okkurt. Tað brennur ikki. Meðan vit bíða eftir næstu hávísindaligu niðurstøðuni um kaffi, ræður um at drekka so nógv kaffi sum gjørligt, tí beint nú er tað gott fyri alt, eisini trú­ virðið og opinleikan, men tíbetur ikki fyri fólkaræðið. Føroyingar drekka alt ov lítið kaffi. Tað er so dýrt, so dýrt. Nú valdast kaffi sjálvandi. Tú kanst fáa brúnt, lunkað vatn, sum tey rópa kaffi, eitt nú í flogførum. Og tú kanst fáa heitan, sterkan guda­drykk frá teimum fáu úr­ valdu, sum duga at gera kaffi. Tey eru fá, sera fá. Til ber at lata annað út í kaffi enn vatn og mjólk. Brennivín til dømis. Dyggasta uppskriftin, sum ikki slær falskar mentir, er hendan: legg eina krónu í krússið, stoyt so kaffi í til krónan ikki sæst longur, og so brennivín til krónan sæst aftur. Væl gagnist. Ikki so sterkt, at krónan ikki kann brúk­ast aftur. Hon er ein góð íløga. Ein kaffikjaftur av kaffipunsi um dagin er góður fyri heilsuna. Tveir eru dupult so góðir. Politikkurin kom sjálvandi eisini bóltandi niður í kaffi­ krússið. Burðardygd og vistfrøði, drekkið ikki kaffi malið úr kaffi­bønum, sum ólønt børn hava biðið fyri. Stuðlið fátækum bóndum við at keypa teirra kaffi, sum er dýrari enn annað kaffi, so kapitalistar­nir ikki skúma kaffi­ róman. Kaffi er ein sosialur drykkur. Og eisini mentaður. Í Reykjavík eru bókahandlar­ nir tempul, sum eru opin langt út á kvøldið. Bøkur á tveimum ella trimum hæddum og kaffistova. Íslendingum dámar væl bøkur. Í Reykjavík eru eisini forn­bóka­ sølur. Og har er sanniliga vert at fara inn á gólvið, tað lítla av gólvi, sum er eftir, tí gamlar lisnar bøkur taka flestu fer­ metrar­nar. Dungar av bókum, bóka­fjøll, kilometrar av bókum á hillunum. Gerið eina útferð hagar við varma­fløsku og endiliga kumpassi, tí lætt er at villast í bóka­rúgv­unum. Og nørdarnir har inni vita ikki, hvar norður er. Og nú fari eg at steikja mær brent kaffi. Í grugginum ber til at finna forsagnir, eftirlítandi forsagnir. Eg síggi, at í morgin regnar, sunnu­dagin regnar, mánadagin regnar, ja, allar dagar regnar. Bindið fyri kaffiposan. Umafturafturum høgni djurhuus Móðurmálsviðursløn 2012 Dávur Winther lagt til rættis: Leo Poulsen Lurti eftir Abbey Road aftur og aftur Tað sigur Dávur Winther, mentanarleiari í Klaksvíkar býráð, sum heldur starvið vera fjølbroytt, sjálvstøðugt og marglitt. Hann fegnast um, tá familjan hevur tað gott, og alt ræst, fiskur og kjøt, er góður matur Kaffigrugg