hósdagur 16. januar 2014síða 32
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Blaðnr. 7 · 17. januar 2014
8
VIKUSKIFTI
Jákup Eli Joensen,
ið skrivaði og sang
stóra hittið um
Vanju, hevur gjørt
nógvar sangir síðani
tá, og nú hevur hann aftur sett
saman eitt lag og ein tekst.
Hesaferð hevur sangurin
eitt politiskt evni og kallast
”Aftan fyri rumpuna á Johan
Dahl”. Teksturin snýr seg um
løgmann, sum hevur hug at
krógva seg aftan fyri Johan Dahl.
- Men rumpan á einum
sambandsmanni luktar ikki væl,
sigur Jákup Eli í nýggja sanginum,
ið hann hevur lagt á YouTube.
LURTA LES & UPPLIV
lagt til rættis: Eyðun Klakstein
Marglæti
og rík søga
í Uruguay
Lítla landið millum Argentina
og Brasil, Uruguay er hóast
sína lítlu stødd, eisini eitt
land við kontrastum
Á ferð í Uruguay 2. partur
Millum støðini vit vitjaðu í
november í 2013 vóru tann søguríki
býurin, Colonia del Sacramento, og
marglætisbýurin, Punta del Este.
Hóast Uruguay við sínum
176.215 ferkilometrum er eitt
stórt land samanborið við Danmark,
so er talan um eitt ógvuliga lítið
land í Suðuramerika, samanborið
við hini londini, ikki minst tey
risastóru grannalondini, Brasil og
Argentina. Men landið, sum ikki
smæðist burtur á altjóða pallinum,
tá um úrslit í altjóða fótbólti ræður,
smæðist heldur ikki burtur, tá
talan er um áhugaverd ferðamál.
Suðuramerikanska
»Monako«
Í tí eystara partinum av Uruguay
liggur ein marglætisbýur, sum
eitur Punta del Este. Um ein skal
samanbera við nakað vit kenna
úr Evropa, so ikki ov nógv sagt,
at Punta del Este er Monako x
2 aftaná ársskiftið á hvørjum
ári. Tað er ikki trýst á Punta del
Este alt árið, men serliga í januar
og februar, tá tað er summar á
sunnaru heimshálvu. Tá ferðast
ríkfólk og kend fólk innan sjónvarp,
film, tónleik, ítrótt, vinnulív og
onnur kend suðuramerikonsk
fólk og ríkfólk annars til Punta
del Este. Serliga í januar er ein
marglætisveitsla fyri, og onnur eftir
á skránni. Kendastu sangararnir,
tónleikararnir, og DJ-mennirnir
í Suðuramerika framføra fyri
okursprísur, og ørskapurin heldur
á líka til út í mars mánað.
Annars er rættiliga friðaligt
í vetrarhálvuni, tá er normala
fólkatalið 9.500 fólk. Í januar og
februar eru langt yvir 100.000 fólk
í Punta del Este. Marglætisíbúðir,
marglætishús, marglætisbátar, og
háhús síggjast kring allan býin.
Fingrarnir á
Brava strondini
Sum tað sømir seg einum
marglætisbýi, so eru stórar
baðistrendur í Punta del Este.
Á Brava-strondini í Punta del
Este liggur uttan iva eitt hitt
kendasta listarverkið í Suður
amerika. Nevnliga »Monumento del
Ahogado«, sum merkir »Minnis
varðin fyri teimum druknaðu«.
Tað er kilenski listarmaðurin,
Mario Irarázabal, sum gjørdi
listarverkið á sumri í 1982. Vakra
listarverkið vísir fimm fingrar á
einari hond hjá einum fólki, sum
er við at drukna. Fingrarnir hjá
Mario Irarázabal er eitt tað mest
vitjaða einstaka ferðamálið í
Uruguay. Serliga børn og ung vísa
seg at verða hugtikin av hesum
listarverkinum. Á tí einu myndini
sæst undirritaði saman við Ivani
Eginssyni Eysturland, sum er
vanur við dugnaligar listarmenn í
Tá ið ófatiliga flóðaldan knústi
tilveruna hjá Sonali
Størsta skaldsliga útflutningsvøran hjá Noregi skal
nú skriva nýggja útgávu av sorgarsøguni Macbeth
Jákup Eli hevur gjørt nýggjan
politiskan sang
Annan jóladag í
2004 rópar Sonali
Deraniyagala á
mannin og biður
hann koma til
vindeygað á teirra hotelkamari
á Sri Lanka. Hon vil vísa honum
nakað løgið við sjónum, sum
tóktist verða nærri enn vanligt.
Eina løtu seinni hevur
óhugsandi flóðaldan í Indiska
havinum tikið mannin, báðar
synirnar og foreldrini.
Sonali Deraniyagala hevur
skrivað um sína óveruligu
uppliving, tá ið flóðaldan,
ið kostaði einari fjóðrings
millión fólkum, lívið, knústi
hennara tilveru. Hon skrivar
ósentimentalt, erligt og við vreiði.
Ein av bestu bókunum,
sum kom út í 2013.
Forlagið Penguin Random
House Group hevur sett fimm
rithøvundar at endurskriva kend
verk hjá William Shakespeare.
Hetta ger forlagið í sambandi
við, at tað næsta ár eru 400 ár
liðin, síðani Shakespeare doyði.
Ein av rithøvundum er norð
maðurin Jo Nesbø, sum hevur
vunnið fram kring allan heimin
við sínum krimisøgum um
Harry Hole. Jo Nesbø hevur valt
at skriva eina nýggja útgávu
av sorgarsøguni Macbeth.
Hinir rithøvundarnir, ið
skulu skriva bøkur í somu
røð, eru Margaret Atowood,
Joward Jacobson, Jeanette
Winterson og Anne Tyler.
– Ein høvuðspersónur, sum
hevur moral, eitt korrupt sinni,
stóra persónliga styrki, kensluligan
veikleika, ambitiónir og iva.
Ein spenningssøga um makt í
einum órógvandi umhvørvi og í
einum myrkum menniskjaligum
sinni. Nei, hetta kennist ikki
so fremmant, sigur Jo Nesbø
við blaðið The Guardian.
Norski rithøvundin samanlíknar
skotska kongin Macbeth við sín
egna løgreglumann
Harry Hole.
– Eg fari at taka tað frá
Shakespeare, sum eg kann brúka,
og síðani skapa mína egnu søgu.
Og ja, eg havi dirvi at kalla mína
bók Macbeth, sigur Jo Nesbø.
LURTA!
LES!
Tann óhugsandi flóðin
Nesbø skal endur-
skriva Shakespeare
Aftan fyri rumpuna á Johan Dahl