Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-01-16, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. januar 2014síða 33

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Blaðnr. 7 · 17. januar 2014 9 VIKUSKIFTI Bólkurin BYRTA telist millum mest spennandi og viðurkendu nøvnini í føroyskum tónleiki í løtuni. Duoin við Guðrið Hansdóttir og Janus Rasmussen hevur givið fløgu, sum hevur hittað her í Føroyum og ekkóað í londunum rundan um okkum. Melodiøsi elektropoppurin hevur rakt blett, og tað verður BYRTA eisini viðurkent fyri, nú bólkurin skal á norðurlendska kon­sertferð saman við øðrum heitum og nýggjum nøvnum. Umframt BYRTA skulu eisini Good Moon Deer úr Íslandi, Sea Change úr Noregi og Sekuoia úr Dan­mark spæla á konsertunum, sum verða hildnar ymsastaðni í Dan­mark, Íslandi og í Føroyum. Konsertferðin byrjar í Værløse í Danmark tann 23. januar, og spælt verður á ymsum donsku spælistøðum fram til 8. februar. Hálvan februar verður konsert í Norður­landahúsinum í Havn, áðrenn leiðin síðani gongur til Íslands at spæla tríggjar konsertir. 12 Years A Slave er bestur Elektropoppbólkurin skal spæla konsertir í Íslandi, Føroyum og Danmark saman við øðrum norðurlendskum bólkum Hóast ein filmur um trælahald kann tykjast føroyska biograf­ gangaranum nakað tíðarvilstur at koma úr dagsins blinkstrandi Holly­wood, samdust 93 journa­listar um júst henda filmin í Beverly Hills. Leikstjóri er hin bretski Steve McQueen (f.1969), sum í 2011 gjørdi filmin Shame. Kann vera, at nógva umrøðan kring jarðaferðina hjá Mandela fyri jól, og serliga orð hansara um reconciliation millum svørt og hvít, hava elvt til eitt serligt umhugsni hjá fremmandu Holly­woodjournalistunum at geva umheiminum eina fatan av amerikansku søguni og nú­ tíðar stættarsamfelagnum. Av øllum listagreinum er eingin sum filmur at skapa fólksliga fatan av samansettum evnum og truplum fyribrigdum. Havnar Bio sýnir 12 Years A Slave frá 20. februar. Filmurin byggir á amerikanska hemildar­ søgu, ið varð skrivað í 1853, árið eftir at Harriet Beecher Stowe skrivaði Uncel Tom’s Cabin, sum fleiri ferðir er gjørd til film. Tað var í 1943, at ein journa­ listur, sum úr Hollywood skrivaði fyri bretsku avísina, Daily Mail, stovnaði felagsskapin Hollywood Foreign Press Association. Enda­ málið var at siga útheiminum frá um filmsídnaðin á hesum stað og á hvørjum ári at lata viðislønina The Golden Globe Award í fleiri bólkum. Besti mannligi filmsleikari í einum sangleiki ella skemtifilmi í ár er Leonardo DiCaprio, sum eisini sæst í Havnar Bio í hesum døgum. Tað er í drúgva film­ inum The Wolf of Wall Street, sum Martin Scorsese gjørdi yvir endur­minningar hjá penga­mann­ inum Jordan Belfort (f.1962). Eins og galdandi er við Oscar­ virðislønunum, er kappingin Besti filmur úr einum fremmandum landi hin mest áhugaverdi bólkur á okkara leiðum. Hóast flestu útlendsku journalistar spáddu at franski filmurin La vie d'Adèle (Abdellatif Kechiche) fór at vinna, varð tað italski La grande belezza (Paolo Sorrentino), sum gongur í donskum biografum undir heit­inum Den store skønhed, ið vann Golden Globe virðislønina. Golden Globe, sum savnar stóru filmstjørnurnar fyri sjón­varps­ lins­unum, er bara ein forsmakkur av Oscarvirðislønunum, ið enn fleiri vilja síggja í sjónvarpi og lesa um í bløðunum. Oscar­ virðis­lønirnar verða handaðar 2. mars í Hollywood. Birgir Kruse – birkblog Ein 'Onkel Tom filmur', 12 Years A Slave, er besti biograffilmur í undanfarna ári heimbýnum, Klaksvík frammanfyri hesar tiltiknu fingrarnar. Vit ótu eisini væl í Punta del Este. Tað er einki galið við laksinum úr Kili. Blíðu tænararnir á uttan­dura matstovuni kundu bara ikki vita, at vit vóru vanir við laks frá Hiddenfjord, Bakkafrost og Marine Harvest. Men kilinski laksurin var avgjørt millum teir næst­bestu eg havi roynt. Gamal býur við gomlum bilum Fyri søguhugaðar menn, sum meg og Ivan var tað tó ein størri upp­ living at vitja tann vakra, idyliska og søguríka staðin, Colonia del Sacramento, sum liggur í tí vestara partinum av Uruguay. Ferjur sigla javnt og samt úr Colonia del Sacramento til argentinska høvuðs­staðin, Buenos Aires. Vit kundu eisini hendan vakra mána­ dagin 14. november síggja tey størstu háhúsini í Buenos Aires daga undan í havsbrúnni, ella í hesum førinum er óivað rættari at siga: »í vatnsbrúnni«, tí vakri býurin liggur við Rio de la Plata. Grundaður í 1680 Colonia del Sacramento varð grundaður av portugisum í 1680. Í teimum aldargomlu stríðunum, sum vóru millum Portugal og Spania skifti býurin eigara fleiri ferðir. Søguliga yvirlitið vísir, at býurin hevur fimm ferðir verið ogn hjá Portugal. Fýra ferðir hevur býurin verið ogn hjá Spania, og á einum sinni ogn hjá Brasil. Í 1828 gjørdist býurin tó ogn hjá tí nýstovnaða lýðveldinum, Uruguay, og hevur havt sín rætta eigara hesi farnu 186 árini. Maggi og Eirikur manglaðu Tað var ikki frítt, at mínir tankar hendan dagin leitaðu til Miðla­ húsið, og til starvsfelagan, Magnus »Maggi« Gunnarsson, og til blað­ stjóran, Eirik Lindenskov. Tí gott og væl triði ella fjórði hvør bilur í Colonia del Sacramento var ein áhuga­verdur veteranbilur, og í flestu førum varð talan um bilar, sum vóru framleiddir áðrenn seinna heims­bardaga. Kundi ikki lata verða við at hugsa tankan, at Maggi og Eirikur høvdu ikki verið til fáa avstað aftur, um teir høvdu gingið í gøtunum í Colonia del Sacramento. Í Colonia del Sacramento eru eisini áhugaverdar matstovur. Matstovan »El Drugstore« var ein fín uppliving. »El Drugstore« hevur prýtt síni høli við søguligum myndum úr bæði Uruguay, og søguligum myndum úr øllum heiminum. Í »El Drugstore« eru eisini plakatir og lýsingar úr farnum døgum. Heri Simonsen BYRTA á norðurlendskari konsertferð 12 Years a Slave The Wolf of Wall Street La Granda Belazza