hósdagur 16. januar 2014síða 34
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Blaðnr. 7 · 17. januar 2014
10
VIKUSKIFTI
mynd: Elin Josefina Smith
Tónleikur
Niels Uni Dam
nud@sosialurin.fo
Kaj Klein býr saman við listakvinnuni
Elin Josefinu Smith í Toustrup Mark, ið
er ein lítil bygd í eystur Jútlandi millum
Århus og Silkeborg. Her hava tey búð 10
ár, og parið trívist væl. Kaj flutti niður
at lesa tónleik á universitetinum í 1980,
og er ongantíð fluttur heim aftur.
Tey liva eina kreativa tilveru í
Toustrup Mark. Elin málar og Kaj
ger tónleik. Hóast bæði eru føroysk,
so trívast tey væl í Danmark, men
javnan ferðast tey heim, eitt nú tá Elin
sýnir myndir fram ella tá Kaj spælir
tónleik.
Tað er á einum av hesum ferðunum,
at eg hitti Kaj uppi á loftinum í Smiðjuni
í Lítluvík. Millum myndirnar hjá Elin
Josefinu, seta vit okkum og práta um,
hvat hann tekst við, og hvørjar hansara
ætlanir eru.
Triologiin liðug
Í fyrra árið kom fløgan »Í andglettinum«
út. Hetta er triðja fløga í einari triologi,
ið Kaj hevur arbeitt við í nøkur ár. Hinar
fløgurnar í triologini eru trídupult út
gávan »Úr maskinrúminum« og »Hálvt
frá hálsi«.
Tónleikararnir, ið Kaj hevur spælt
inn saman við, eru ofta danskir elitu
tónleikarar, men ljóðið passar væl til
føroysku fólkasálina, og t.d. ljóðar »Úr
maskinrúminum« sum eitt slag av ný
skrivaðum sjómansvísum, sangir sum
Pallasa Pengar, Sawyer og Men tá óttin
hvørvur kundu allir verið kvøðuljóma
slagarar.
Kaj greiðir frá, at hann sær tær
tríggjar útgávurnar, sum eitt slag av
triologi. Tí hann visti longu áðrenn
hann fór undir tað fyrstu, hvørji løg
ini skuldu vera á øllum útgávunum.
Har vóru hugskot til yvir 50 løg, og
sjálvandi vóru onkri skift út ávegis,
men hann helt um konseptið og bulin
allan vegin.
– T.d. á seinastu útgávuni, »Í and
glettinum« høvdu vit spælt nóg nógv
løg inn, til at tað eisini skuldi vera ein
dupultfløga. Løgini vóru heilt klár,
men eg endaði við at kassera nógv av
teimum, so fløgan skuldi rigga sum ein
heild, sigur Kaj.
Ótilvitaður Cohen
Á »Í andglettinum« arbeiddi Kaj saman
við Mariu Guttesen, og hetta samstarvið
Føroysk
fólkasál
Vestmenningurin Kaj Klein hevur verið útiseti í eitt mannaminni, men
hóast hetta skrivar hann rámandi fólkatónleik, sum við teksti og
tónleiki er rótfest í hansara føroyska samleika. Í løtuni hevur Kaj
ætlanir um minst tvær nýggjar útgávur, og hóast hann stríðist við
avlemjandi høvuðpínu, og tað sum hann sjálvur rópar eitt spilt vinstra
oyra, so er tað enn tónleikin, ið hann brennur fyri og arbeiðir við
í eystur Jútlandi