Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-01-16, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. januar 2014síða 35

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Blaðnr. 7 · 17. januar 2014 11 VIKUSKIFTI fekk ummælarar at samanbera Kaj við Leonard Cohen, ið eisini hevur havt markantar kvinnuligar kórrøddir í sínari ljóðmynd. Men hetta er ikki ein samanbering, ið Kaj var tilvitaður um, tá hann fór undir samstarvið við Mariu. – Nei, eg hevði tørv á einari kórdamu, og Maria kom inn at syngja kór. Men hon sang so væl, var so dámlig og kom við so konstruktivum kritikki, at hon fekk meira pláss í ljóðmyndini, enn eg upp­runaliga ætlaði, greiður Kaj frá. Bendar spónir og Kaj Hann gleðir seg eisini til at arbeiða saman við Mariu aftur, á eini komandi útgávu. Tí Kaj hevur ætlanir um minst tvær útgávur afturat. Tann fyrsta verð­ ur tó ikki saman við Mariu. – Eg spældi í Sirkus saman við Bendum Spónum í august, og vit hava tosað saman um at gera eina úgávu saman. Eg vænti, at vit fara at taka upp í komandi summar. Bendar Spónir er ein bólkur av ungum monnum úr Havn, ið hevur spælt saman í áravís. Í fjør gav bólkurin tvær LP’ir út. Eina við sínum egna instru­mentala tónleiki, og eina saman við Kára Sverrissyni. Hetta er ein út­ gáva, ið snýkti seg millum tær allar bestu á árinum, tá útvarpið skuldi velja ársins fløgur her fyri. Samstarvið við Bendar Spónir hev­ ur verið ávegis í fleiri ár, sigur Kaj. Beiggi Kaj, Karl Anton Klein ar­beiddi við nógvum av teimum ungu tón­leikar­ unum í Havn, m.a. við undirvísing á Margarinfabrikkini. Ein av hesum tón­ leikarum var Mattias Kapnas, ið spælir tangentar í Bendum Spónum. Nokkso rock’n’roll – Eg tosaði við Mattias, tá Anton doyði, og vit tosaðu um at gera okkurt sam­an tá. Upprunaliga tosaðu vit um okk­urt við Plastnoist tilfari. Men so ringdi eg til hann um at spæla í Sirkus síðsta summar, og tað bar til. Mær dámdi ordiliga væl at spæla saman við teim­ um, tí teir eru nokkso rock’n’roll. – Eg hevði ætla, at vit skuldu spæla okkurt inn nú, men tað liggur ikki fyri hjá øllum, so tí er ætlanin at fara í studio komandi summar, greiðir Kaj frá. Tá Bendar Spónir góvu sínar útgávur út í fjør, vóru tær givnar út sum LP, við fløgu afturat sær, og so sum download. Kaj viðgongur, at hetta er ein møguleiki, ið hann eisini umhugsar. – Tað loysir seg snøgt sagt ikki, at geva fløgur út longur, sigur Kaj, tí um­ hugsar hann bara LP og download, men hevur ikki enn kannað, hvat skal til fyri at fáa hetta at hanga saman. Ferðsluóhapp broytti alt Kaj er sum áður nevnt virkin tóna­ smiðjur, og hevur longu eini 50 løg klár. Hetta er nakað tað sama, sum hann hevði, áðrenn hann fór undir trio­logi­ ina. Hann skrivar tónleik og tekur upp heima við hús, har hann hevur inn­ rættað eitt heimastudio. Áður spældi hann eisini nógvar konsertir, men hetta broyt­ist brádliga í 1998, tá Kaj bleiv ákoyrdur av einum bili aftanífrá. – Eg havi konstanta høvuðpínu og mítt vinstra oyra er spilt. Tað tolir slett ikki larm, tá eg spæli inn, so seti eg van­liga forsterkaran í eitt annað rúm, tí eg fái ilt av larminum. Tá Kaj Klein og bólkur spæla kon­ sertir, so syrgja teir fyri, at ljóðið á pall­ inum er so spakuligt sum til ber, og so gongur tað. Men tað er ikki altíð at atlit vera tikin til hetta. Píkatrá í oyra – Eg spældi eina konsert her fyri, har eitt felagsorkestur var, og eg skuldi upp at syngja nøkur løg. Tá var ræðuliga hart frá á pallinum, og eg hevði bassin og trummurnar beint í vinstra oyra, tað var sum um onkur fílaði við píkatráið gjøgnum oyra á mær, greiður Kaj frá. Ólukkan hevur sum sagt eisini havt við sær, at Kaj lýður nógv av høvuðpínu. Men hann hevur tó valt at halda áfram við at skriva tónleik og geva hann út, og at døma eftir ætlanunum, so bendir alt á, at vit fara at hoyra nógv til Kaj Klein eisini komandi árini. Góð ummæli Fløgurnar, ið Kaj Klein hevur givið út sein­astu árini hava allar fingið heilt øgiliga góð ummæli, men hóast talan er um sera lurtaravinarlig løg, vera tey lítið spæld í útvarpinum. Eg spyrji Kaj, um hann hevur nakra fatan av, hví hansara tónleikur fær so lítið pláss á útvarpsstøðunum, tá tón­ leikur úr somu tónleikagreinum, verður trá­spældur. Hetta tykist hann ikki at hava nakra meining um, men roknar við, at tað at hann er útiseti og tí ikki í sama mun sum herbúgvandi tónleikarar er til stað­ ar at marknaðarføra tónleikin, kann hava sína ávirkan. mynd: Elin Josefina Smith Hóast ferðsluóhapp hevði varðandi mein á heilsuna, heldur Kaj Klein fram við at spæla tónleik