hósdagur 16. januar 2014síða 36
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Blaðnr. 7 · 17. januar 2014
12
VIKUSKIFTI
Ummæli
Eyðun Joensen
post@sosialurin.fo
»Um bara hann sló meg«
Súsanna O. Skaale
Undan jólum kom ein sera forvitnislig,
higartil nógv umrødd og væl seld bók
út í Føroyum.
Ætlaði mær altíð at ummæla hesa
í føroyskum bókahøpi og sálarfrøði
sjálsomu bók, men aftraði meg upp
undir jólini, síðani talan var um lítið
unniligan jólalestur.
Bókin fevnir í høvuðsheitum um
frásagnir frá fimm ymiskum kvinnum
um teirra og familjunnar royndir av
sálarligum harðskapi í parlagi.
Høvundin hevði eina tíð starvast
sum sálarfrøðingur í Kvinnuhúsinum,
haðani nomið sær beinleiðis innlit í
slíkar trupuleikar og hevur so síðani
viljað lutað sínar upplivingar og vitan
við okkum mongu, tó sjalvsagt við trygg
um atliti til neyðuga tagnarskyldu.
Tað hevur Súsanna eisini megnað.
Helt meg sjálvan gjøgnum mítt lívsstarv
kenna til flest øll slík ólíkindi, men áni
kortini ikki, hvørjar hesar fimm fam
iljurnar eru, og gott tað sama ,og eg
skal ikki vita tað, tí eyðmerking er í
grundini óáhugaverd og púra óneyðug,
síðani tað eru sjálvar frásagnirnar, sum
telja og tala fyri seg við atliti til undran,
umhugsni, og vónandi elva til debatt og
síðani til bæta.
Bókin snýr seg um sálarligan
harðskap, sum illa kann staðfestast
eins objektivt sum kropsligur slíkur,
men verður subjektivt upplivaður av
ofrinum og fyri tað væl kann kennast
meira niðrandi, kúgandi og særandi,
tískil heitið á bókini: »Um bara hann
sló meg«.
Bókin er væl skrivað og orðað á
lætt lisnum gerandismáli. Gamaní er
umframt beinleiðis frásøgnirnar aftast
í bókini stutt ástøði um sløg av harð
skapi, eyðkenni fyri kúging manna
millum, møguligar forkláringar og um
harðskapsstøðuna manna millum úti
í heimi, men annars viðger høvundin
sum so ikki tær fimm harðskapsfrá
greiðingarnar, sum bara standa eftir
sjálvstøðugar. Tað skulu tær eisini gera
fyri at tæna sínum endamáli, sum er at
kveikja tilvitið og elva til debatt millum
lesarar.
Tað er stórur áhugi fyri bókini og
er hon nógv seld og umrødd. Tað er
bragd høvundans, at hon við bókini
hevur varpað ljós á og sett orð á sálar
ligan paralagsharðskap, sum higartil
hevur verið lutfalsliga fjaldur og
duldur í samfelagnum, og fólk yvir
høvur hvørki hava megnað ella viljað
sett orð á, hóast summi fólk innast inni
væl munnu kenna seg ella síni aftur í
tekstinum.
Fólk, sum eg havi tosað við um
bókina, hava yvirhøvur ógvast við og
verið í øðini inn á mannkynið, sum
kemur fram í frásagnunum, og hetta
hóast høvundin fleiri staðir viðurkennir
og minnir á, at deils er bókin skrivað
út frá Kvinnuhúsinum, og deils finnist
kenslulig niðurgerðing og kúgan av
monnum eisini um enn higartil nakað
minni staðfest og alment kent, enn tá
menn kúga kvinnur.
Helst eru vit flest øll so ella so líka góð
ella vond innan harðskap sínamillum,
síðani harðskapur er so fjøllbroyttur
og hevur so mangar skortar. Og fyri at
koma mannavondum harðskapi fræg
ari til lívs mugu vit koma nærri inn at
kjarnunum í fryibrigdinum, fáa sum
mest fram í ljósið, skifta orð um tað
og haðani seta út í kortið viðv. bata,
fyribyrging og ábótum.
gloppar
eina hurð
Súsanna
Bókin »Um bara hann sló meg« kann gerast eitt ávíst íkast at varpa ljós
á og at gloppa eina hurð til almenna tilvitsku og debat um ein higartil
nokk so vanligan almennan, men í so duldan samlívstrupuleika, sum er
harðskapur kynjanna millum og í hesum føri sálarligur tílíkur, skrivar
sálarfrøðingurin Eyðun Joensen í hesum bókaummæli við hugleiðingum