Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-01-16, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. januar 2014síða 37

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Blaðnr. 7 · 17. januar 2014 13 VIKUSKIFTI Framløgukvøldið fyri hesi bók í Miðlahúsinum, sótu eg og fróðahjúnini í Skorini saman á bríkini. Tey bæði høvdu í sínum lagi í farna árið granskað Holocaust og týning av jødum. Rólant hevði aftaná saman við Sólstein eina sera, sera áhugaverda rað­ sending í ÚF um m.a., hvat í verðini fekk so mong annars siviliserað fólk úr fremsta mentunardepli Europa at bera seg so illa at móti jødum. Sjálvur hugleiddi eg í fjør saman við Armgarð í ÚF um m.a. óndskap í samb. við Breivikmálið, men vit komu eins og í Skorini-hjúnini ikki til nakra endaliga og greiða niðurstøðu, hvaðani, hvussu og hví mannavondur harðskapur stendst. Og helst er júst hetta ein hin størsta avbjóðing til friðargranskarar, sam­ felags­frøðingar, sálarfrøðingar, onnur eins og okkum øll at gáa um og at gera við, og um ikki einaferð með alla, so stig­víst ella í smáum, har allur bæti bøtir. Annars tykir mær meniskjuna vera eina sera løgna veru, sum í lívinum fonglast nógv við partú at vilja skikka með­menniskju og Gud í somu trongu mynd sum ein í fáfongdini sjálvur, harav kúgan av meðmenniskjum, makt­mis­snýtsla av berari ómegd og trúar­stríð um ein og sama Gud. Eg var heiman á jólum og sá tá í sjón­varpi eina dokumentarsending frá allar­seinastu døgum teirra, sum fyri stutt sjeyti árum síðani vórðu hongdir í Nurnberg fyri misgerðir móti jødum og manna­ættini annars. Í sendingini var ein her­maður røttu megin og av jøda­ætt. Hann hevði sum so bert lítið við sjálva rættargongdina at gera, men fekk høvi til at koma regluliga á tal við teir skuld­settu og seinri hongdu. Honum eyðnaðist at fáa veruligt sam­band við fleiri av hesum, m.a. Hermann Gøring, og metti at manna­ vondu atgerðir teirra umframt annað, var grundað á tvørrandi vilja og sálar­ ligan førleika til at liva seg inn í annara manna forløg, upplivingar, støðu og kenslur, og harvið nakað sum minnir um manglandi empati. Og tí bóru hesi fólkini seg so at, at síggja til púra kensluleys, tó treytaleyst lýðin mótvegis boðum og vilja úr erva. Neyvan koma vit nakrantíð heilt á mál at greina gáturnar um óndskap og tað ónda í menniskjum, kærleika í mun til hatur o.s.fr., tó vit kunnu alsamt royna at savna tilfar til tað margfalda putli­spælið. Í so máta kann bókin hjá Súsonnu gerast eitt ávíst íkast at varpa ljós á og at gloppa eina hurð til almenna til­vitsku og debat um ein higartil nokk so vanligan almennan, men í so duldan samlívs­trupuleika, sum er harðskapur kynjanna millum og í hesum føri sálarligur tílíkur. Columbusegg? Bókin er í veruleikanum eitt skrivligt fram­brot í Føroyum á sálarfrøðiliga økinum. Væl hava universitetsskúlaðir sálar­ frøðingar umsíðir virkað her á landi í stívliga fjøruti ár, tó liggur enn bert lítið fakligt á prenti eftir tey uttan okkurt hissini í bløðunum afturat greinum í alheims vísundatíðarritum. Eg veit um góð handrit innan væl kunnandi heildarsálarfrøði á føroyskum máli ætlað til miðnámslestur, sum í áravís hava ligið hampuliga klár til prent­ingar, tó tey eru ikki komin út, eins og onnur bøla oman nógvum ar­beiðs­royndum, sum kundu komið øðrum til gagns. Tað er spell, og av øllum syndarum í so máta eri eg helst ein hin størsti. Men Súsanna O Skaale hevur so í eini handavending megnað alment at luta sína fakligu vitan og royndir við okkum øll og tað á ein hátt og á einum máli, sum kann fáa lesaran at hugsa og vón­andi skifta orð um fyribrigdið sálarligur harðskapur í parlagi og haðani kanska hvessa sær vitið enn meira, gáa neyvari og víðari um og virka til bata. Hevði eg sjálvur kunnað gjørt mítt arbeiðslív við m.a.nógvari undirvísing umaftur, hevði eg avgjørt brúkt hesa bók sum flokssett, tí úr henni kann nógv sína­millum orðaskifti fáast, eis­ ini um annað enn beran sálarligan harð­skap. Bókin kann partvíst fatast sum eitt granskingarverk ella sonevnt »Case Study«. Sálarfrøðislig gransking fer annars fram í Føroyum, tó tað enn er lítið sjónskt á prenti í almenna rúminum. So var ikki í Føroyum fyri bert fáum árum síð­ani, tá eg var tilnevndur í eina norður­lendska nevnd at játta miljóna­ upp­hæddir til júst slíka gransking um harð­skap í parlagi, men gakk: púrt eingin umsókn og sannlíkt lítil áhugi og megd úr Føroyum, og har sat eg so í fleiri ár og krøkti mær tærnar av berari skomm, meðan miljónirnar rullaðu í allar aðrar norðurlendskar ættir. Gransking og harav víðari boðbering skuldi innan sálarfrøði verið upplagt í Føroyum, men er kanska hjá fólki møti­mikið at útinna oman á drúgvan og slít­andi arbeiðsdag, og tað serliga um granskingarevnið líkist og er eyka tyngj­andi omaná gerandisstrevið. Tí er tað eitt framstig, um gransk­ ingar­høvi er partur av starvs­setan, ella styrkur fæst úr granskingar­grunn­um til at keypa sær farloyvi at granska og skriva. Súsonnu O. Skaale verður ynskt hjarta­liga tillukku við hesum fyrsta spíranum innan sálarfrøðisligar bók­ mentir á føroyskum, og okkum leingist eftir meira frá hennara hond.