Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-01-16, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. januar 2014síða 38

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Blaðnr. 7 · 17. januar 2014 14 VIKUSKIFTI Siðsøga við Óla Jacobsen Søguliga Effersøe ættin Í sambandi við frásøgnina um Mettusøgu, skal her verða greitt frá upprunan hjá Effersøe ættini, sum eisini eigur ein stóran part av søguni hjá Mettustovu Í fyrra partinum varð greitt frá Mettu­ stovu og fólkunum, sum hava búð har. Effersøe ættin eigur stóran part av hesi søgu. Jón Effersøe var tann fyrsti av ætt­ ini í Føroyum. Hann átti níggju børn, men bert tvey av teimum eiga eftirkomarar í Før­ oy­um. Elisabeth, gift við Johannes á Hospitalinum, átti 9 børn. Men av teimum eru bert tvey, sum hava eftirkomarar. Annað av teimum var Joen Jacobæus Joensen. Ein dóttir hansara var Vestina. Sonur hennara var Peter F. Christiansen, kendur frá góðu tíðunum hjá Dimma­lætting. Hann er fyri kortum um­ røddur í røðini Hendur ið Sleptu. Thomas Gudmund Petræus átti saman við Onnu Dahl Christiansen sonin Sofus, kendur skómakari í Havn. Hann átti Louisu, Viggo, Thorstein, Arnold og Bjarna Dahl Christiansen. Frá teimum er so ætt í fleiri ættarlið í Føroyum og Danmark. Síðan er Gudmund, sonur Jón, sum gjørd­ ist sýslumaður í Suðuroy. Tað var hann, sum í 1847 keypti Mettustovu, sum kom at hýsa stóran part av ættini tey eftirfylgjandi mongu árini. Hann átti sjey børn. Av teimum eiga bert tvey eftirkomarar í Føroyum. Elisabeth, giftist til Porkeris við Petur Larsen, har hon fekk nógva ætt. Hon fekk átta børn, og tvey av teimum fingu eftirkomarar. Annað teirra var Sigrid, sum giftist við Hans Ludvig Djurhuus. Hon fekk 11 børn. Josefina giftist við reiðaran Niels J. Mortensen á Tvøroyri. Haðani eru tvær ættir í Før­oy­um. Onnur er eftirkomarar hjá Gudmundi, og hin er hjá Ingrid, sum giftist við Richard B. Thomsen, kendur rit­ høvundur. Tað kann ikki sigast, at ættin er stór, og eingin eitur Effersøe til eftirnavn í Føroyum. Onkur hevur tað kortini sum millum­navn, og framvegis eru fleiri, sum eita Gudmund. Hetta navnið gongur aftur til Íslands til pápa og abba Jón Effersøe. Í Danmark er Effersøe ætt, serliga frá John hjá Gudmundi. Beiggi John, Oliver, átti tvær døtur, men eingin veit nakað meira frá teimum. Dóttir Jón, Sigrid, giftist við einum íslendingi, sum var prestur í Miðvági. Har fingu tey fýra børn. Ivaleyst eru onkrir eftirkomarar frá teimum, men eingin tykist at vita meira um tað. Høvdingar og gott fólk Men ættin er stór aftur í tíðina. Tað eydnaðist Gudmundi Effersøe at fáa ættartalvu gjørda heilt aftur til fyrstu niðursetumenn í Føroyum og Íslandi. Hetta hendi í sambandi við kongavitjanina í 1874. Tá var kongur í Føroyum á veg til Íslands, og Gudmund fór við kongsfylginum til Íslands. Í hesum sambandi fekk hann ís­ lendskan ættargreinara at gera ættartalvu. Í sambandi við 80 ára føðingardagin hjá Gudmundi í 1907 varð ættartalvan týdd til danskt, og hon var prentað á prentsmiðjuni hjá Dimmalætting. Tað er eydnast at finna hesa fyri føroy­ingar yvirhøvur áhugaverdu ættartalvu á Lands­ bókasavninum, og verður hon endurgivin í hesi grein. Samstundis skal verða greitt frá onkrum av áhugaverdu persónunum í hesi ættartalvu. Sum tað sæst er ættartalvan býtt upp í tvær greinir: A, sum gongur aftur til Egill Skallagrimsson og B, sum gongur aftur til Grím Kamban. Ættin er tann sama fram til A12, tá fer hon sundur. Í umrøðuni av hesum forfedrum verður til­skilað hvar á ættartalvuni, viðkomandi er at finna. Hetta eru ikki fullkomnar lýsingar. Tað er heilt tilvildarligt, hvat ið er komið við. Tey, sum hava áhuga, kunnu finna nógvar av hesum persónum á alnótini. Ættargreinin hjá Egil Skallagrimsson: A 19. Snorri Sturluson Hann livdi 1179-1241. Var høvdingur og skald. Hann hevði stóra ávirkan á sina samtíð eisini sum limur í Altinginum. Hann segðist at duga lógirnar uttanat. Foreldrini hjá honum vóru Sturla Þórðarson og Guðny Boðvarðsdóttir, men mettustova 2. partur Málningur hjá Kristin í Geil. Mettustova flaggar við hálvari stong. Tað man vera ein av Effersøe systrunum, sum er deyð Málningur av Mettustovu hjá Arngerð Joensen Myndaeigari: Bjarki Ziska