mánadagur 20. januar 2014síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 20. januar 2014 · Nr. 8
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur
Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tíðindaleiðari
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Frank davidsen
Kjak síða 26
Vanærir
deyðan
mann
Edmund Joensen
kjak síða 21
Høgni
er bumban
undir
vælferðini
– Jørgen Niclasen og eg hava havt
eitt gott samstarv øll árini, bæði í
løgtinginum og í landsstýrinum.
Sum løgmaður hyggi eg fyrst og
fremst eftir viðurskiftunum, sum
tey eru í dag og tíðina, vit hava
samstarvað.
Upplýsingarnir
og
umrøðan seinastu vikurnar í 20-25
ára gamla tollmálinum broyta ikki
mína støðu. Eg havi álit á landsstýr
ismanninum í fíggjarmálum.
Soleiðis
ljóðaði
niðurstøðan
hjá løgmanni sunnudagin – eftir
at hann hevði lisið frágreiðingina,
sum Jørgen Niclasen legði fram á
tíðindafundi í Miðlahúsinum fríggj
adagin.
Á tíðindafundinum segði Jørgen
Niclasen eisini, athann hevði greitt
løgmanni frá hesum máli, tá Kaj
Leo Holm Johannesen, løgmaður,
av fystan tíð setti Jørgen Niclasen
sum landsstýrismann – tann 26.
september í 2008.
Løgmaður er seinni spurdur, um
hann visti um málið, og tað hevur
hann váttað, hóast hann ikki neyvt
mintist, hvat Jørgen Niclasen hevði
greitt honum frá.
At talan er um eitt mál, sum
hevur týdning, er eyðsæð. Jørgen
Niclasen hevði ikki havt greitt løg
manni frá tí, um hann ikki helt mál
ið hava týdning fyri sítt trúvirði.
Men at eitt mál kann fylla so nógv,
so langt aftaná, at Jørgen Niclasen
hevur greitt tað fyri løgmanni sigur
okkurt um, at kriteriini helst ikki
eru heilt í lagi, tá landsstýrisfólk
verða tilnevnd, og spurningurin er,
hvussu álvarsliga løgmaður í slík
um førum fer við upplýsingum, og
hvussu gjølla hann kannar teir.
Niðurstøðan av tíðindafundinum
hósdagin var, at Jørgen Niclasen
hevur selt vørur, sum ikki vóru toll
aðar. Men umberingin hjá honum
var, at hann gjørdi tað, tí hann visti
ikki betur. Tann persónurin í hans
ara fyritøku, sum hevði móttikið
brævið, er ikki á lívi longur, so tað
kundi ikki greiðast nærri.
Eftir stendur eisini, at meðan N.
Niclasen hevði goldið gamla toll
skuld niður til 52.000 krónur, so
hevur Skipafelagið Føroya rindað
rokningina upp á eina hálva millión
í tollkreditti til fyritøkuna N. Nicl
asen, sum felagið ikki átti at fingið.
So meðan Jørgen Niclasen kann
skjóta seg undir, at hann visti ikki
betur, so hava tollmyndugleikanir
vitað, at teir vórðu »snýttir«, og tí
gjørdi fútin ikki meira við málið.
Soleðis verður lok lagt á hetta
málið – og løgmaður hevur fult
álit á ovasta tollmyndugleikanum
í Føroyum, Jørgen Niclasen.
Jørgen visti ikki betur
Ein kapping hevur tikið seg
upp millum lærarar og peda
gogar um, hvør skal hava tey
seks ára gomlu børnini, Dag
stovnurin á Argjahamri ella
nýggi forskúlin í Skúlanum á
Argjahamri.
Tað vísir í øllum førum
skriving hjá formanninum í
Føroya Lærarafelag, Herálvi
Jacobsen, í Skúlablaðnum.
Hann
heldur
fyri,
at
Føroya Lærarafelag kanska
átti at skipað eina kapping
við virðisløn til tann, sum í
Skúlablaðnum finnur onkra
niðurgering av dagstovnaøki
num og starvsfólkunum har:
– Og virðislønin kundu
saktans verið høg, tí vit eru
fullvís í, at eina slíka niðurg
erðing av starvinum hjá ein
um, ikki ólíkum starvsbólki,
finnur tú ikki í málgagni Lær
arafelagsins. Neyvan hevði
tað verið líka skilagott hjá
Pedagogfelagnum at skipað
slíka kapping, sigur Herálvur
Jacobsen.
Hann sipar til eina grein á
heimasíðuni hjá Føroya Peda
gogfelag.
At tað er kapping millum
pedagogar og lærarar – ella
millum barnagarð og forskúla,
eru tað eisini onnur viður
skifti, ið benda á. Bæði Tórs
havnar kommuna og Skúlin
á Argjahamri lýstu við fundi
fyri foreldur, sum var á Skúla
num á Argjahamri hóskvøldið
klokkan 19. Men tað var ikki
einasti møguleiki, sum foreldur
at seks ára gomlum høvdu at
kunna seg, tí Dagstovnurin á
Hamrinum á Argjum lýsti til
fundar sama kvøld – men frá
klokkan 18 til 19.
– Vit halda okkum hava
eitt óvuliga gott tilboð til
henda aldursbólkin, sum vit
ætla at halda fast um. Eitt
tilboð, har børnini sleppa at
spæla og eksperimentera seg
til vitan, uttan stívar karmar
við møtiskyldu, har tey skulu
undirvísast. Vit vita, at børn
í hesum aldrinum læra best
gjøgnum spæl, og vit síggja
eisini, at børnini sjálvi søkja
læringina, tá tey eru til reiðar,
sigur Annika Wenningsted
Jacobsen, leiðari á Dagstovn
inum á Hamrinum á Argjum
við heimasíðuna hjá Pedagog
felagnum.
Kappast um tey seks
ára gomlu á Argjum
6. til 8. mai verður Seafood
Expo Global, sum er heims
ins
stórsta
sølumessa
innan sjógæti. Føroyskar
fyritøkur hava luttikið á
Seafood Expo Global fleiri
ár á rað, og í ár verður eisini
ein føroyskur landabásur í
Brússel.
Vinnuhúsið samskipar
føroyska landabásin, og í
november 2013 varð søkt
eftir veitara til sniðgeving,
upptøku og niðurtøku av
básinum.
Mikudagin 15. januar
varð avtala gjørd og und
irskrivað við Sansir. Sansir
hevur tískil fingið ábyrgd
ina av sniðgeving og øðrum
praktiskum tænastum á
landabásinum, og tey koma
at arbeiða í tættum sam
starvi við Vinnuhúsið og
luttakandi fyritøkurnar.
Sansir skal gera
básin til Brússel
Spurningurin er, um lok nú
endaliga er lagt á tollmálið...
Høgni Rasmussen (Sansir), Lena L. Mohr
(Sansir), Niels Winther (Vinnuhúsið) og
Jórun Gardar Bringsberg (Vinnuhúsið