mánadagur 20. januar 2014síða 3
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
Mánadagur 20. januar 2014 · Nr. 8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Áki Bertholdsen
- Hassj er nógv tað vanligasta
narkotika í Føroyum.
Tað kann staðfestast, nú
narkoløgreglan í Føroyum
hevur gjørt upp, hvussu
nógv narkotika, hald varð
lagt á í fjør.
Hinvegin er hald eisini
lagt á minni nøgdir av
teimum summum av teimum
hørðu evnunum.
Í fjør legði løgreglan,
í samstarvi við TAKS og
tollararnar, hald á góð fýra
kilo av hassji og tað er nakað
minni enn í 2012, tá ið hald
varð lagt á 6,4 kilo.
Sum tað sæst í aðrari
grein, varð harafturat hald
lagt á 358 hassjplantur og
verður tað umroknað til
hassj, hevði borið til at fingið
yvir 16 kilo burturúr.
Sostatt hevur løgreglan í
Føroyum lagt hald á tað, sum
svarar til yvir 21 kilo av hassji
í fjør.
Og í 2011 varð hald lagt
á næstan 17,5 kilo, men 11
av teimum vórðu ætlað
grønlendska marknaðinum.
Annars
er
ógvuliga
ymiskt, hvussu nógv hassj,
løgreglan leggur hald á, nógv
ár skifta nøgdirnar ímillum
eitt kilo um árið, upp í fimm,
seks kilo, okkurt hendinga ár
eitt sindur meiri.
Minni hørð evni
Hinvegin
staðfestir
løgreglan, at amfetamin sæst
eisini í ávísum bólkum, men
hald hevur ikki verið lagt á
nevniverdar nøgdir í 2013.
Tilsamans legði løgreglan
hald
á
4,84
gramm
av
amfetamini í fjør og tað er
væl minni enn í 2012, tá ið
hald varð lagt á 74,3 gramm.
Metárið var í 2009, tá ið
hald varð lagt á næstan trý
kilo av amfetamini, men
tað var ætlað íslendska
marknaðinum.
Hinvegin varð hald lagt
á 800 gram av amfetamini í
2007 og tey vórðu til føroyska
marknaðin.
Løgreglan kemur eisini
fram á kokain við jøvnum
millumbili, men hald hevur
ikki verið lagt á nevniverdar
nøgdir í 2013.
Í fjør varð hald lagt á eitt
hálvt gramm av kokain og
í 2012 varð hald lagt á eitt
gramm.
Hinvegin hevur løgreglan
lagt hald á 572,58 gramm av
skunk og tað er væl meiri
enn onnur ár, í 2012 varð
hald lagt á 31 gramm av
skunk, í 2011 varð hald lagt
á 2,95 gramm og í 2010 varð
hald lagt á 395,20 gramm av
skunk.
Løgreglan
staðfestir
eisini, at ecstasy, sæst ikki
líka nógv, sum tað gjørdi
áður og seinast, hald varð
lagt á ecstasy var í 2011, tá
ið hald varð lagt á fimm
tablettir.
MDMA er tað sama sum
ecstasy, bara í pulvurformi.
Tað merkir, at í 2012 varð hald
lagt á 100 gram av MDMA við
eini styrki á 71% og tað svarar
til 1.468 ecstasytablettir.
Somuleiðis
kann
løgreglan
staðfesta,
at
tað tiltikna og yvirmáta
hættisliga evnið, krokodil,
sum fekk nógva umtalu í
2012, hevur heldur ikki verið
at sæð í Føroyum.
Heroin er eisini rættiliga
sjáldsamt í Føroyum, seinast
løgreglan legði hald á heroin,
var í 2004, tá ið hald varð lagt
á 0,3 gramm, í 2002 varð hald
lagt á 0,39 gramm og í 1997
varð hald lagt á eitt gramm
og hetta er tað einasta, hald
er lagt á av heroini her á
landi.
Órógvandi
- Annars hava vit ikki
grundarlag at siga um støðan
viðvíkjandi narkotika sum
heild
er
versnandi
ella
batnandi.
- Men vit mugu bara
ásanna,
at
tað
eydnast
okkum ikki, hvørki sum
løgregla ella sum samfelag,
at forða fyri at blaðung heilt
niður í 14 ár fara at roykja
hassj. Tað er ikki nakað nýtt
fyribrigdi, men tað er eitt
sindur órógvandi.
- Kortini er tað okkara
varhugi, at tað eru færri
ung í Føroyum sum royna
hassj enn tað er í okkara
grannalondum.
Hinvegin mugu vit eisini
ásanna, at vit síggja javnan
at fólk, sum vit vita eru
misnýtarar, doyggja í bestu
árum.
Men so mugu vit aftur
staðfesta,
at
vit
hava
ongantíð brúkt so nógva
orku til fyribyrgjandi arbeiði,
sum vit gera nú.
-
Narkodeildin
hjá
løgregluni
undirvísir
8.
flokkum
og
á
miðnámsskúlum í samstarvi
við SSP.
- Ongantíð fyrr hava so
nógvir næmingar í 8. flokki
fingið
narkofyribyrgjandi
undirvísing og málið er at
allir næmingar í 8. flokki fáa
undirvísing hvørt ár, sigur
Mikkjal Thomassen.
Áki Bertholdsen
Tað er Havnin, sum er
knútapunktið fyri narko
kriminalitetinum í Føroy
um.
Tað
sigur
Mikkjal
Thomassen, løgreglumað
ur hjá narkoløgregluni í
Føroyum.
Hann sigur, at Havnin
er høvuðsstaðurin og tað
er her, flest fólk eru og
flest fólk savnast, so tað
er nátúrligt, at tað er í
Havnini, at mesti krimi
naliteturin er.
Men
hann
leggur
afturat, at góða ferðasam
bandið, og góðu samskif
tismøguleikarnir,
gera,
at tey flestu, sum eru í
narkoumhvørvinum í Før
oyum, kennast, ella í min
sta lagi hava samband við
hvønn annan av og á.
Men
hóast
Havnin
er knútapunktið, hava
Klaksvík og Vágar eisini
verið tvey øki sum hava
verið
nógv
frammi
í
samband við narkomál,
staðfestur
løgreglu
maðurin.
- Tað er framvegis
nógv narkotikavirksemi í
hesum økjum, men eisini
í Eysturoy og í Suðuroy
síggja vit, at fleiri brots
verk og misnýtarar eru.
- Hetta seinasta árið
hevur narkodeildin hjá
løgregluni fingið størri
vitan um støðuna í Suður
oy og Eysturoy og í hesum
báðum økjum eru fleiri
misnýtarum enn vit áður
hava hildið, sigur Mikkjal
Thomassen.
Hann sigur, at ofta
greina
narkotikabrots
verk seg rættiliga víða og
uppkláringararbeiðið
í
sambandi við eitt narko
mál, kann føra løgregluna
víða um landið.
- Sostatt fáa vit alsamt
meiri at vita um støðuna
í teimum ymsu økjunum,
sigur Mikkjal Thomassen.
Minni av hørðum
narkotika í Føroyum
NARKOTIKA Í FØROYUM Hassj er framvegis nógv
tað vanligasta narkotika í Føroyum
Fleiri
misnýtarar
kring landið
NARKOTIKA Í FØROYUM
Havnin er framvegis knúta
punktið, men eisini í øðrum
pørtum í landinum eru tey farin
at síggja meiri til narkotika
Mest hassj
Í Føroyum er mynstrið sum aðrastaðni, at hassj er nógv vanligasta rúsevni,
men onnur evni koma eisini undan kavi
Kring landið
Havnin er knútapunktið, men løgreglan er eisini
farin at síggja meiri til rúsevni kring landið