mánadagur 20. januar 2014síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 20. januar 2014 · Nr. 8
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Áki Bertholdsen
Løgreglan í Føroyum hevur
ongantíð áður lagt hald á so
nógvar hassjplantur, sum í
fjør.
Tað staðfestir Mikkjal
Thomassen, løgreglumaður
á narkodeildini hjá løgreglu
ni í Føroyum.
Hann sigur, at tilsamans
legði løgreglan hald á heilar
358 hassjplantur í fjør og
tað er nógv meiri nakrantíð
áður.
Kanningar
á
Rann
sóknarstovu í Danmark vísa,
at tað svarar til sløk 16,5 kilo
av hassji.
Annars hevur løgreglan
harumframt eisini lagt hald
á góð fýra kilo av hassji.
- Tilsamans hava vit so
statt lagt hald eina nøgd,
sum svarar til 21 kilo av
hassji. Tað er ein rættiliga
stór nøgd og tað eru rættiliga
nógv ár síðani, at hald er lagt
á so stórar nøgdir til tann
føroyska marknaðin, sigur
Mikkjal Thomassen.
Dyrka hasjj sjálvi
Løgreglan hevur áður lagt
hald á stórar nøgdir av
hassji. Í 2003 varð hald lagt
á yvir 46 kilo, men ein stórur
partur av tí, eini 20 kilo, varð
ætlað til íslendska mark
naðin.
Í 2011 varð hald lagt á góð
17 kilo, men av teimum vóru
11 kilo á veg til Grønlands.
Annars er tað ikki so
gamalt, at løgreglan leggur
hald á hassjplantur.
Fyrstu ferð, hald varð lagt
á hassjplantur, var í 2009, tá
ið hald varð lagt á einar 200
plantur, men í hagtølunum
hjá løgregluni stendur hetta
skrásett sum átta kilo av
marihuana.
Annars varð hald lagt á 36
plantur í 2010, og í 2011 varð
hald lagt á 56 plantur. Og
í 2012 varð so hald lagt 213
plantur.
Mikkjal Thomassen sigur,
at akkurát sum í londunum
rundan um okkum, er rákið
í Føroyum eisini tann vegin,
at tey, sum fáast við rúsevni
fara meiri og meiri yvir til at
dyrka sjálvi, tí tað er bæði
bíligari, ómakaleysari, og
yvirhøvur nógv eindaldari
enn at innflyta og smugla.
Løgreglumaðurin sigur,
at fleiri av hesum málum
koma fyri rættin í vár.
- Tað verður áhugavert
at vita, hvussu revsingarnar
verða, men við at leggja fleiri
mál saman, fær rætturin
betri møguleika at leggja
eina linju og tað eru vit
spentir upp á, sigur Mikkjal
Thomassen.
- Dómarnir hjá rættinum
í
vár,
verða
rættiliga
avgerðandi
fyri,
hvussu
revsingarnar fara at verða
í framtíðini fyri at dyrka
hassj.
Ein
løgfrøðingur,
vit
hava tosað við, sigur, at
hendur tað, at rætturin fer
at umroknað, hvussu nógv
hassj kann fáast burtur úr
tí, sum er dyrkað, kann talan
verða um harðar dómar í
ávísum førum.
Mikkjal Thomassen sigur,
at somuleiðis er nýtslan av
soppum eisini farin at vinda
upp á seg í Føroyum.
- Soppar veksa ymsa
staðni í Føroyum, men tað
er hvørki lógligt at heinta
ella at tilvirka teir so at teir
verða til rúsevni, men tað
órógvar okkum at, vit oftari
og oftari eisini síggja hetta
slagið av misbrúki.
Hinvegin
veksur
misbrúki av heilivági eisini
og løgreglan sær oftar og
oftari, at heilivági, sum fólk
fáa upp á resept, verður
brúktur sum rúsevni, ella
seldur sum rúsevni.
Ein
heilivágur,
sum
verður nógv brúktur at
rúsa seg við, er ritalin,
sum verður brúktur til
sjúklingar við ADHD.
Hetta hevur løgrelan
ikki
kent
so
nógv
til
áður
og
fyrstu
ferð,
hald varð lagt á ritalin í
rúsevnaumhvørvinum
í
Føroyum, var í 2012, tá ið
hald varð lagt á 65 tablettir.
Men í fjør varð hald lagt á
ikki færri enn 153 tablettir.
Nógv rúsevnamál í fjør
Annars hevur løgreglan havt
lutfalsliga nógv rúsevnamál
í fjør.
Í fjør høvdu vit 68 vanlig
rúsevnamál, har fólk vórðu
tikin við smáum nøgdum og
tað er eitt sindur meiri enn
í 2012.
Men í fjør høvdu vit
eisini
28
mál
um
brot
á
rúsevnalógina,
har
Ongantíð áður lagt
hald á so nógvar
hassjplantur
NARKOTIKA Í FØROYUM
Løgreglan í Føroyum hevur havt
nógv stríð av rúsevnum í fjør
Áki Bertholdsen
- Heilivágur, sum læknar
skriva upp á resept, er eitt
nógv brúkt rúsevni í Før
oyum.
Tað sigur Mikkjal Tho
massen, løgreglumaður á
Narkodeildini hjá løgregluni.
Hann sigur, at tað kemur
oftari og oftari fyri, at
løgreglan rennur seg í heili
vág, sum verður brúktur sum
rúsevni.
Talan er um nógv ymisk
sløg av heilivági, sum verður
brúktur at rúsa seg við, bæði
Kodein, Stesolid og onnur
sløg.
Men serliga er tað eitt
ávíst slag av heilivági, sum
gongur aftur og tað er Rita
lin, sum verður brúkt til sjúk
lingar við ADHD.
Hetta var ikki gamalt og
fyrr og fyrstu ferð, løgreglan
legði hald á Ritalin í Føroy
um, var í 2012, tá ið hald varð
lagt á 65 tablettir.
Men í fjør varð hald lagt
á ikki færri enn 153 tablettir.
Og tað eru nógvir pengar í
at selja heilivág sum rúsevni,
tí ein Ritalin tablett kostar
ímillum 100 og 300 krónur,
sigur Mikkjal Thomassen.
- Ritalin er ein stórur
trupuleiki, við tað at tað er
so lætt at fáa fatur á, sigur
Mikkjal Thomassen.
Men hann staðfestir, at í
slíkum førum er løgreglan í
eini heilt serligari støðu.
- Tá ið talan er um heilivág,
sum fæst av apotekinum
upp á resept, er tað sjálvandi
burturav ein læknalig met
ing, sum ger av, hvør fær
heilivágin og, hvussu nógv,
hvør einstakur fær.
- Vit fáa ikki gjørt annað
enn at vísa á, at hetta er ein
trupulleiki. Tað eru fólk, sum
hava eina sjúku sum ger, at
tey hava tørv á heiliváginum,
men samstundis er tað stór
ur
eftirspurningur
eftir
honum á svarta rúsevna
marknaðinum, leggur hann
afturat.
Nógvar snildir
Mikkjal Thomassen stað
festir somuleiðis, at nógvir
av
misnýtararnum
hava
ADHD og fáa Ritalin frá læk
nanum.
- Men samstundis skerst
heldur ikki burtur, at tey,
sum vilja hava fatur á heili
vági at rúsa seg við, ella at
selja sum rúsevni, duga eisini
sínar snildir.
- Tað er lætt at fara á
internetið og lesa seg fram
til, hvussu sjúkueyðkennini
upp á ADHD eru og tað er
eingin loyna, at hetta er ein
framferðarháttur, sum eisini
verður brúktur.
Men tað eru eisini dømi
um, at ADHD sjúklingar siga,
at teir hava mist heilivágin
burtur og mugu hava nýggj
an, ella at tey fara ein langan
túr til skips og mugu hava
niðurfyri.
Mikkjal Thomassen sigur,
at hagtøl hjá apoteksverking
um vísa, at nøgdin av Ritalin
í Føroyum er meir enn tíggju
faldað í árunum frá 2006 til
2012.
- Samstundis er talið á
teimum, sum fáa Ritalin upp
á respept fyri sjúku, fýrafald
að í sama tíðarskeiði.
Tað merkir, at antin fær
hvør sjúklingur nógv sterk
ari heilivág, ella fær hvør
sjúklingur meiri enn tvær
ferðir so nógvan heilivág nú,
sum fyri nøkrum árum síða
ni.
Misnýtsla av heilivági vindur nógv upp á seg
NARKOTIKA Í FØROYUM Tað
vindur meiri og meiri upp á seg
at heilivágur frá læknum, verður
misbrúktur og seldur sum rusevni