Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-01-20, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. januar 2014síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 20. januar 2014 · Nr. 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi nøgdirnar vóru so mikið stórar, at vit meta, at endamálið hevur verið at selja til onnur og í tveimum førum var talan um rættiliga umfatandi mál, sum umfataði stórar nøgdir og nógv fólk. - Tað er tvær ferðir so nógv sum í 2012, sigur Mikkjal Thomassen. Í fjør vórðu eisini fimm bilførir tiknir fyri at koyra ávirkaðir av rúsevnum ella heilivági, afturímóti sjey bilførarum í 2012. Áki Bertholdsen Syntetiskt hassj verður regluliga innflutt til Føroya. Tað staðfestir Mikkjal Thomassen, leiðari fyri narkotikaløgregluni í Føroyum. Hann sigur, at her er talan um hassj, sum verður keypt á internetinum. - Talan er ofta um sterkt hash sum virkar øðrvísi enn vanligt hassj, sigur hann. Hann staðfestir somuleiðis, at hetta er ikki revsivert tí lógin í Føroyum um rúsevni er ikki dagførd síðani 2008. Sostatt er listin yvir forboðin evni heldur ikki dagførdur og tískil er tað ikki revsivert at innflyta hesi evnini – eftir lógini um rúsevni. Tey, sum smíða lógirnar eru alla tíðina í kapping við tey, sum gera rusevni í eini roynd at typpa holini, so hvørt, nýggj evni koma fram. Men í Danmark er er rammulóg gjørd, sum sigur, at øll evni, sum líkast einum rúsevni, eru forboðin. Tað merkir, at hóast eitt ávíst evni ikki beinleiðis er nevnt í lógini um rúsevni, verður tað flokkað sum eitt evni ið líkist einum ólógligum evni og sostatt verður eisini tað ólógligt. Mikkjal Thomassen sigur, at tað hendir tað seg javnan, at myndugleikarnir í Føroyum koma fram á evni, sum eru bannað aðrastaðni, men sum ikki eru ólóglig í Føroyum – eftir lógini um rúsevni. Men hann leggur kortini dent á, at hesi evni verða kortini ikki útflyggjað teimum, sum hava bílagt tey. Hóast tey ikki kunnu flokkast undir rúsevni, kunnu tey flokkast undir ógógligan heilivág og tað er bara apotekið, sum hevur loyvi at innflyta heilivág. Sostatt verða evnini fyribeind og í ringasta føri verður talan um onkra milda revsing fyri at hava innflutt heilivág ólógliga. Verður yvirhøvur talan um revsing, er aloftast talan um bót og í øllum førum er revsingin nógv linari enn revsingin er fyri at bróta narkotikalógina. Mikkjal Thomassen sigur sostatt, at hóast talan er um at innflyta evni, sum heilt greitt er narkotina, er lógin so mikið afturúrsigld, at revsingin er lítil og eingin. Meiri Doping í Føroyum Hinvegin vísir Mikkjal Thomassen á, at eisini doping av ymsum slagi hevur vundið upp á seg í Føroyum hesi seinnu árini. - Vit hava havt nøkur mál um doping og vit hava eisini hald er lagt á steroidir og testesteron, frá fólki, sigur hann. Hann sigur, at tey málini, sum hava stungið seg upp um doping í Føroyum, snúgva seg burturav um doping í samband við styrkivenjingar og bodybuilding hjá fólki sum venja í Venjingarmiðstøðum. Tað er stórur vinningar í at selja dopingevni, men revsingin fyri at gera tað, er vanliga rættiliga lin. Dopingarevni verða flokkað undir lógina um forboð móti ávísum dopingevnum. Annars er tað áhugavert at í Danmark er lógin móti dopingevnum akkurát herd, so nú er revsingin upp til seks ára fongsul. Í Føroyum er revsingin upp í tvey ára fongsul Men í Føroyum er avleiðingin oftast, at tað verður fyribeint og onkuntíð verður ein bót løgd oman á. Hvussu umfatandi innflutningurin av ólógligum evnum av ymsum slagi sæst í eini fráboðan frá Taks herfyri, har tað varð upplýst í fjør varð hald lagt á 242 sendingar av ólógligum heilivági. Tað er nógv meiri enn í 2012, tá ið hald varð lagt á 134 sendingar av ólógligum heilivági. Innflyta lógligt hassj til Føroya NARKOTIKA Í FØROYUM Føroyingar keypa hassj á internetinum. Talan er um syntetiskt hassj og tað er ikki brot á narkotikalógina, tí hon er avoldað 358 hassjplantur Í fjør legði løgreglan hald á heilar 358 hassjplantur og tað er tað mesta nakrantíð. Tilsamans svarar tað til sløk 16,5 kilo av hassji Lin revsing Tað er stórur vinningur at selja dopingarevni í Føroyum, men revsingin er lin Rúsur við heilivági Tað er ein veksandi trupulleiki, at heilivágur verður brúktur at rúsa seg við, sigur løgreglan