mánadagur 20. januar 2014síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 20. januar 2014 · Nr. 8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
snýtt
Skipa
felagið
rindaði
Eftirspælið av manglandi
tollkredittini førdi við sær,
at Skipafelagið Føroyar varð
kravt eftir tollinum, ið N.
Niclasen ikki hevði goldið
Jón Brian Hvidtfeldt
Tað er Skipafelagið Føroyar,
sum í síðsta enda hevur
ábyrgdina av tollskuldini
hjá N. Niclasen í Sørvági.
Tað var niðurstøðan hjá Toll-
og Skattstovuni, sum tí fór
víðari til Skipafelagið eftir
pengunum, tá tað kom und
an kavi, at N. Niclasen hevði
handlað sum hevði felagið
tollkreditt, uttan tó at hava
tað.
Toll- og Skattstovan rokn
aði seg fram til, at tollskuldin
fyri árini 1988 til og við 1991
var 492.841 krónur. Eftir at
onkrar
millumrokningar
vóru drignar frá, var endaliga
tollkravið 381.720 krónur.
Upphæddina
skuldi
Skipafelagið gjalda, metti
Toll- og Skattastovan, sum tí
januar 1994 bað Gjaldstovuna
um at innheinta skuldina.
Gjaldstovan
mótroknaði
síðani í útgjøldum til Skipa
felagið, og á tann hátt komu
tær 381.720 krónurnar aftur í
landskassan.
Skipafelagið
setti
seg
ímóti, og hótti við at draga
Gjaldstovuna í rættin við
kravi um at pengarnir vórðu
fluttir aftur.
Sambært
skjalainnliti
num, sum varð útflýggjað
á tíðindafundinum í Miðla
húsinum fríggjadagin, end
aði trætan við einum fundi
millum advokatin hjá Skipa
felagnum og Gjaldstovuna, 9.
mars í 1994.
Á sama tíðindafundi segði
Jørgen Niclasen, at hann
síðani hevði funnið eina
loysn, saman við Skipafelag
num.
- Bæði áðrenn og aftaná
høvdu vit eitt óalmindiliga
gott samstarv við Skipa
felagið,
sigur
Jørgen
Niclasen. - Hetta málið er
ein spurningur um hansara
persónligu bakgrund at taka
við einum starvi sum lands
stýrismaður. Veruleikin er,
at Jørgen Niclasen hevur
verið valdur í Landsstýrið
tríggjar ferðir, og valdur av
føroya fólki í Løgtingið seks
ferðir síðan tollmálið. Við
hesum huga, vildi tað verið
eitt sindur margháttligt, um
júst hetta 20-25 ára gamla
tollmálið nú skuldi havt við
sær, at Jørgen Niclasen misti
sín landsstýrisess, vísir løg-
maður á.
Tíðindafundurin hjá Jørgen
Niclasen varð sendur beinleiðis
á Rás2, og eisini tók Miðlahúsið
allan tíðindafundin upp á video.
Á tíðindaportalinum in.fo ber til
at hoyra og síggja tíðindafundin,
ið var hildin í Miðlahúsinum
fríggjadagin.
Sunnudagin sendi løgmaður
út tíðindaskriv um tollmálið
hjá Jørgen Niclasen. Vit
prenta her skrivið.
Løgmaður hevur framv
egis álit á Jørgeni Nicla
sen,
landsstýrismanni
í
fíggjarmálum.
Frágreið
ingin, ið varð løgd fram á tíð
indafundinum fríggjadagin,
broytir ikki støðuna.
- Jørgen Niclasen og eg
hava havt eitt gott samstarv
øll árini, bæði í løgtinginum
og í landsstýrinum. Sum
løgmaður hyggi eg fyrst og
fremst eftir viðurskiftunum,
sum tey eru í dag og tíðina,
vit hava samstarvað. Upp
lýsingarnir
og
umrøðan
seinastu vikurnar í 20-25 ára
gamla tollmálinum broyta
ikki mína støðu. Eg havi álit
á landsstýrismanninum í
fíggjarmálum, sigur Kaj Leo
Holm Johannesen, løgmaður.
Málið snýr seg hvørki
um
rættligu
ella
polit
isku ábyrgdina hjá Jørgeni
Niclasen sum landsstýris
manni í fíggjarmálum, og
er tí ikki partur av eftir-lits
skyldu løgmans sambært
stýrisskipanini.
- Tíðindaskriv frá Kaj Leo
Holm Johannesen, sunnu
dagin 19. januar 2014
Løgmaður álit á Jørgen